Føringatíðindi - 21.07.1898, Blaðsíða 4

Føringatíðindi - 21.07.1898, Blaðsíða 4
vestur til Havana, har sum Spaniamenn hava sína mestu megi. Uttanfiri havnina forðaði tann ivirmenti amerikanski flotin honum, og tað kom til bardagar, sum endaðu við, at ødl tey spansku skipini 3 stór og 4 smærri fóru firi einki. í hesum seinastu bardøgum ætlast at hava latið liv á sjógvi og landi o. u. 6000 menn av báðum herum. Tíðindir úr Førjum. Veðurlagið hevur verið ófriðaligt ađla summartíðina og oftast kaldligt, tó er grøðin ivirhøvur ikki avlagi seint á veg. Vestanstormur hevur i fleiri støðum gjørt stóran skaða í eplaveltum. — Fiskiskapur ójavnur; firi tað mesta lata menn væl at ettir veðurlagsvónum. Tey skipini, sum enn eru á Førjaleiðini, hava flest ødl veitt væl nú í næstum. — Seinastu tíðindir frá kvalaveiðuni vóru, at Michelsen hevði fingið 8 og Grøn 26 kvalir. Basarur sigist at vera tilætlaður á Ólavsøku komandi og vinningurin at verða til bigging av avhaldshúsum í Førjum. Sleipustøðin í Vestmanna, sum ólavur bóndi á Heygum og smiðurin Thomas Askam hava fingið í lag, er útboðin til eitt partafelag (aktieselskab). Tegnaðir eru 40 partar, 500 kr. kvør. Ætlan er, at 16 partar skulu verða atturat. LÍSINGAR. Lærarafundur í ídráttaskálanum við Realskúlan Ólavsøkudag kl. 2'/2. ioen Poulsen. Bindumaskinur. Góðar bindumaskinur seljast. Ein og kvør keypari kann framman undan sjálvur síggja, kvussu hesar maskinur binda og kvussu tær skullu hagreiðast. Keyparir vendið sær til Jens Olsen. Fínasta skandinavisk Eksportkaffl Surrugat er besti og bíligasti kaffitilsetningur, sum nú um stund er at fáa við handlarnar. Fæst kjá keypmonnunum. F. Hjorth & Co. København K. Voltakrossurin. Eg eri fegin hervið at bera fram tann vitnisburð, at voltakrossurin hevur roynst væl kjá mær. í hálft triðja ár var eg idla komin á hold av gigt í útlimunum og av svøvnloysi. Nú i heyst keypti eg ein voltakross, og brá so við, at firstu náttuna eg bar hann, kendi eg, at verkurin minkaði og svøvnurin varð róligari. Tá íð eg hevði haft hann í 3 nætur, fekk eg so góðan og róligan svøvn, at eg havi ikki á ævini haft hann betri. Tó at Dr. Jónasson, landslekjari í Reykja- vík, i nr. 76 av blaðnum »ísafold«, kadlar krossin »argasta humbug«, standi eg alt samt við, at voltakrossurin hevur roynst væl kjá mær. Oddeyri 16. nov. 1897. Sólveig Bjarnardóttur, prestakona Professor Heskiers voltakrossur leiður .fram í kroppinum elektriskan streym, sum hevur mikið góðan virkning uppá teir sjúku partarnar og hevur fuđlkomuliga lekj an di virkning á teir partar, surrj plágast av gigt, sinadrottri, krampa og nervasvak- heit, hartil he.vur streymurin frálíkan virk- ning kjá teimum, sum plágast av tungsinni, hjartsláttri, svímilsi, súsi firi oyrunum, høvuðpínu, svøvnloysi, brósttrongd, dulheit, influenza, húðsjúkum, magapínum, vatns- tipping, kolik og máttloysi, við tað at streymurin fær blóðið og nervurnar til at starvast so sum eigur at vera. A eskjunum uttan um hin egta volta- krossin eigur at vera stemplað: »Kejserlig kongl. Patent«, og hitt løgfesta varumerki: gudlkrossur á bláari grund, annars er tað ónít ettirlíkning. Professor Heskiers voltakrossur kostar 1 kr. 50 oyr. hvør og fæst á ettirfilgjandi støðum: í Reykjavík kjá hr. kpm. Birni Kristjansini — — — — Gunn. Einarssini Á ísafirði — — - - Eyjafirði — - Húsavík — — — - Raufarhøfn— — — - Seydisfirði — — — SkúlaThorođđsen Gránufjelaginu Sigfúsi Jónssini Sigv. J>orsteinss. J. A. Jakobsini Sveini Einarssini C. Wathne S. Stefánssini Gránufj elaginu Fr. Wathne Fr. Moller. - Reyðafirði — — - - Eskifirði — — - Einkaútseljing firi ísland og Førjar, hevur stórkeypmaður Jacob Gunnløgsson, Cort Adelersgade 4, Kjøbenhavn K. Prentað kjá „h'ærø Amtstiđendes Bogtrykkeri11. — Blaðstírari: R. Effers®.

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.