Føringatíðindi - 21.07.1898, Blaðsíða 1

Føringatíðindi - 21.07.1898, Blaðsíða 1
FØRINGATÍÐINDI Nr. 14. 21. JUU 1898. 9. Ár. Latið smáfuglar og heiðafuglar hava frið! Djurhus — Dyrhus. >Víkin« nevndist í fornum tíðum bygdar- lagið við tann havstreymin, sum nú er sunnasti partur av markinum millum Noreg og Svøríki. Haðani fingu hinir frægastu sjógarparniríheidnu tiðininavnið »Vikingar«. í ongum parti av Norðanlondunum eru so nógv merkir frá úraldurs fedrum okkara sum eystanvert í víkini í tí nú verandi Bohuslen. Av hesum merkjum skal her umrøðast eitt, sum enn er til sjónđar o. u. 9 fjórðingar fra Lyskil — ein staður, hvar- til túsundtals av múgvandi Stockholmbúgvum og øðrum svenskum fólki søkja um summarið til stuttleikar ella til at fáa hvíld ella heilsu- bót av sjónum og havsluftini. Har stendur úti á heiðini ein stova bygd av hellum settar eftir kanti og ein óføra stór hella er løgd har út yvir til tak. Rúmið er innan 5 al. langt, 3 ’/2 al. breitt og væl 2 al. høgt. Hendan bygging er av lærdum forn- granskarum hildin at vera næstan javngomul við pyramidurnar í Egyptalandi, t. e. hon er uppsett fyri Ábrahams tíð. Uttan um hellurnar hevur verið ein kuputtur mold- heygur, sum vant er um gravstøð frá'tí fornu tíðini, tá íð fólkið hevði amboð av gróti. Takhellan er 13 føtur long og 10 føtur breið; omaná henni er nøgd av smáum rundum kullum, sum kunnu ætlast at hava verið til at taka við blóði av offurdjórum. Hetta forntíðsminni nevnist av bygdafólk- inum: »Dyrhus«. Svenskarnir skriva tað >djurhus«. Tá íð lagt verður í minni, at Bohuslen í 1658 varð tikið frá Noreg og lagt til Svøríkis, kann ætlast, at mong gomul nøvn eru bronglað av lagi. Enn úttalar bygdarfólkið navnið: »dyrhus« eftir danskari úttalu og harfyri er ikki greitt at vita, um navnið er komið av tí, at hetta var eitt dýrt hús, sum kann'útleiðast av, at dýrgripir vóru funnir í gravkamarinum, ella at tað var offurstað (vit siga jú enn: »hann blótaði so dýran«). Ein onnur út- legging kann fáast av, at merkir eru til av- falnar dyr (gonggrift) gjøgnum heygin inn til kamarið. Av hesum durum kundi navnið kannske komið líka væl sum vit hava navnið »Durhús« her í Førjum og »Darhus« í Jútlandi. Eftir tí svensku stav- setingini at døma má navnið útleiðast av djórum, antin av villđjórum, sum hava søkt sær høli í gravkamarinum, ella av undir- jørðsdjórum, sum gomul uppátrúgv hevur búfest í heygnum. Her skal tó skjótast til, at hin viðgitni yrkjarin Sjóarbóndin J. C. Djurhus segði frá, at hansara ættarnavn útleiddist frá einum húsi, sum var sagt at vera eitt dýrt hús. íð hvussu er, kann svenska stavsetingin ikki takast sum gott prógv, við tað at landið hevur verið norskt inntil 1658. Drekking og matarát. „Sovið, sovið, sovið væl í friði, lukka fatti meg, so leingi eg tigi u Ein >ungmoy« sigur seg at vera 29 ár. Sama aldur hevur hon sagt seg at hava hesi seinastu 20 árini. Soleiðis sínist at verða við spirituskeypinum kjá Føringum. Tað stendur við 100,000 kr. um árið. Eina ferð hevur »Dim.« sett tað til eitt hundrað túsund, — og so skal vera. Bæði »Dúgvan« og »Fuglaframi« halda seg til sama talið. Av frágreiðing frá fútanum sæst, kvussu mikið rúsdrekka verður ført til landið (higg í »Dim.« nr. 28). Harav kann roknast, at seinasta ár er keypt brennivín firi o. u....... 72,000 kr. vín firi o. u............. 25,000 — øl firi o. u.............. 47,000 — Keypið i Førjum... 144,000 kr. Ettir uppspurningi, vit hava gjørt um, kvussu mikið eingilskir skipsmenn keypa, ætlast, at virðið av teirra keypi er gingið niður um 6000 kr. árliga. Ettir verður tá 138,000 kr. Hartil eigur at leggjast o. u. 12,000 kr., sum skipsmenn og »lslands- menn« brúka. Spirituskeypið kjá Føringum má í tí skili setast til o. u. hálvt annað hundrað túsund. At »Dim.«, sum tikist at stunda ettir einari tíð, tá íð Civilisatiónin í Førjum er so langt framskriðin, at vit kunnu drekka líka nógv øl, sum teir tísku ølbjølgamir — at »Dim.« ikki leggur dent uppá at meta okkara spiritus drekking í hægsta lagið,

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.