Føringatíðindi - 21.07.1898, Blaðsíða 1
FØRINGATÍÐINDI
Nr. 14.
21. JUU 1898.
9. Ár.
Latið smáfuglar og heiðafuglar hava frið!
Djurhus — Dyrhus.
>Víkin« nevndist í fornum tíðum bygdar-
lagið við tann havstreymin, sum nú er
sunnasti partur av markinum millum Noreg
og Svøríki. Haðani fingu hinir frægastu
sjógarparniríheidnu tiðininavnið »Vikingar«.
í ongum parti av Norðanlondunum eru so
nógv merkir frá úraldurs fedrum okkara
sum eystanvert í víkini í tí nú verandi
Bohuslen. Av hesum merkjum skal her
umrøðast eitt, sum enn er til sjónđar o. u.
9 fjórðingar fra Lyskil — ein staður, hvar-
til túsundtals av múgvandi Stockholmbúgvum
og øðrum svenskum fólki søkja um summarið
til stuttleikar ella til at fáa hvíld ella heilsu-
bót av sjónum og havsluftini. Har stendur
úti á heiðini ein stova bygd av hellum
settar eftir kanti og ein óføra stór hella
er løgd har út yvir til tak. Rúmið er
innan 5 al. langt, 3 ’/2 al. breitt og væl 2 al.
høgt. Hendan bygging er av lærdum forn-
granskarum hildin at vera næstan javngomul
við pyramidurnar í Egyptalandi, t. e. hon
er uppsett fyri Ábrahams tíð. Uttan um
hellurnar hevur verið ein kuputtur mold-
heygur, sum vant er um gravstøð frá'tí
fornu tíðini, tá íð fólkið hevði amboð av
gróti. Takhellan er 13 føtur long og 10
føtur breið; omaná henni er nøgd av smáum
rundum kullum, sum kunnu ætlast at hava
verið til at taka við blóði av offurdjórum.
Hetta forntíðsminni nevnist av bygdafólk-
inum: »Dyrhus«. Svenskarnir skriva tað
>djurhus«. Tá íð lagt verður í minni, at
Bohuslen í 1658 varð tikið frá Noreg og
lagt til Svøríkis, kann ætlast, at mong
gomul nøvn eru bronglað av lagi. Enn
úttalar bygdarfólkið navnið: »dyrhus« eftir
danskari úttalu og harfyri er ikki greitt at
vita, um navnið er komið av tí, at hetta
var eitt dýrt hús, sum kann'útleiðast av,
at dýrgripir vóru funnir í gravkamarinum,
ella at tað var offurstað (vit siga jú enn:
»hann blótaði so dýran«). Ein onnur út-
legging kann fáast av, at merkir eru til av-
falnar dyr (gonggrift) gjøgnum heygin inn
til kamarið. Av hesum durum kundi
navnið kannske komið líka væl sum vit
hava navnið »Durhús« her í Førjum og
»Darhus« í Jútlandi. Eftir tí svensku stav-
setingini at døma má navnið útleiðast av
djórum, antin av villđjórum, sum hava søkt
sær høli í gravkamarinum, ella av undir-
jørðsdjórum, sum gomul uppátrúgv hevur
búfest í heygnum. Her skal tó skjótast til,
at hin viðgitni yrkjarin Sjóarbóndin J. C.
Djurhus segði frá, at hansara ættarnavn
útleiddist frá einum húsi, sum var sagt at
vera eitt dýrt hús. íð hvussu er, kann
svenska stavsetingin ikki takast sum gott
prógv, við tað at landið hevur verið norskt
inntil 1658.
Drekking og matarát.
„Sovið, sovið, sovið væl í friði,
lukka fatti meg, so leingi eg tigi u
Ein >ungmoy« sigur seg at vera 29 ár.
Sama aldur hevur hon sagt seg at hava
hesi seinastu 20 árini. Soleiðis sínist at verða
við spirituskeypinum kjá Føringum. Tað
stendur við 100,000 kr. um árið. Eina ferð
hevur »Dim.« sett tað til eitt hundrað
túsund, — og so skal vera. Bæði »Dúgvan«
og »Fuglaframi« halda seg til sama talið.
Av frágreiðing frá fútanum sæst, kvussu
mikið rúsdrekka verður ført til landið
(higg í »Dim.« nr. 28). Harav kann roknast,
at seinasta ár er keypt
brennivín firi o. u....... 72,000 kr.
vín firi o. u............. 25,000 —
øl firi o. u.............. 47,000 —
Keypið i Førjum... 144,000 kr.
Ettir uppspurningi, vit hava gjørt um,
kvussu mikið eingilskir skipsmenn keypa,
ætlast, at virðið av teirra keypi er gingið
niður um 6000 kr. árliga. Ettir verður tá
138,000 kr. Hartil eigur at leggjast o. u.
12,000 kr., sum skipsmenn og »lslands-
menn« brúka. Spirituskeypið kjá Føringum
má í tí skili setast til o. u. hálvt annað
hundrað túsund.
At »Dim.«, sum tikist at stunda ettir
einari tíð, tá íð Civilisatiónin í Førjum er
so langt framskriðin, at vit kunnu drekka
líka nógv øl, sum teir tísku ølbjølgamir —
at »Dim.« ikki leggur dent uppá at meta
okkara spiritus drekking í hægsta lagið,