Føringatíðindi - 21.07.1898, Blaðsíða 3

Føringatíðindi - 21.07.1898, Blaðsíða 3
hugsan, sum varð okkum vístur av skip- ara og fólki, vilja vit seint gloyma. Skarð. í mai 1898. Joen Pauli Joensen. * * * Henđa tøkk kemur first nú í blaðið av tí, at tað firsta, sum sent varð til »Føringat.«, fórst á vegnum. Blaðst. Harri blaðstírari! í »Fuglafr.« og »Dim.« eru greinir um ejúkahúsið í Klaksvík, sum siga, at húsið er uppsett firi pening, sum er skotin saman í Norðoygjum. Hetta eigur at rættast til Norðoya doktaralag; tí tey 4 sóknini eystan- til á Eysturoy 'nava eisini latið til tað. Tá ið listin ferðaðist í Eysturoy sá eg, at fleiri høvdu skivað seg firi ikki so lítið. T. d. minnist eg, at S. P. Petersen og H. M. Høgnesen í Fuglafirði, Poul Klein við Gjógv og D. P. Olsen í Funningi stóðu firi lookr. og ikki fáir stóðu firi 30, 40, 50 og 60 kr. 0. Nú síggi eg, at díradoktari er komin, og tað frættist, at fólk firi einki kunnu fáa at vita, um neyt teirra eru fongd við bróst- sjúku. Eitt kvisk havi eg hoyrt um. at summi ikki tora at melda seg til doktarin, tí um tað vísir seg, at neyt teirra ikki eru fongd, so vænta tey ikki at sleppa av við mjølkina. Eg vildi heldur trúið, at fólk herettir vara seg firi at keypa mjølk frá teimum, sum ikki tora at lata neyt síni undirsøkja. G. G. í seinastu grind í Funningsfirði var eg og aðrir grindamenn komnir inn í eitt hús har á plássinum. Tað var nakað seint, út ímótir dimmi, men vit vóru glaðir og lív- ligir, sum grindamenn ofta eru. Stutt ettir tað, vit vóru komnir at sita, kemur »frúan« út og skúgvar okkum adlar til dirs: heldir enn hon vildi fáa svøvnloysi av grinda- monnum. Vit stungu av sum skjótast, sum um pađlurinn hevði brent okkum. Eg kom til at hugsa um ørindið í rímuni: »Tá stongđ var ei bóndans stova.........«. Tí betri var hendan kvinnan eitt stak-eksemplar, ettir grindaferðini at døma. Ein grindamaður. BábiLoniskt. A Tvøroyru stóðu nakrir norðan skips- menn inni í einari krambúð. Tá kom ein genta inn og sigur við krambuðsveinin: »Eg skal hava firi 25 oyri í soyu.« »Vit hava tað ikki til,« sigur krambúð- sveinurin. Tá svarar ein Norðingurin til: »Tá skuldi tú komið har norð til okkara. Har er so negv av soyði, at tey stoyta hann attur á sjegv.« Túnatos. Pál: »Merkiligt er tað, at »Dimm.«, sum trúliga plagar at bera tíðindir um kvørt prutl, íð hoyrist av skansanum, ikki nevnur nakað um skjótingina firi kongins føðingadegi.« Per: »Tey siga, at Gamla Gurin hevur mutlað um, at tað var so frekt republikanskt lot í tí svipinum, at skotini iklci kundu hoyrast oman í Brisnagøtu, og »Dim.« hevði sjálvsagt ongan njósnara har um vegir, tí tey »fínu« vóru ikki úti og lurtaðu ettir skjótingini. FRÁ ÚTLONDUM. Úr íslandi frættist, at fiskiskapurin herfiri ivir høvur kadlast vánaligur, tó vajr nú farið til at bragda á Norðlanđinum, á Eysturlandinum tóktist at vera frægart vónir. Ein tískur barónur hevur keypt ein stóran bóndagarð á Vesturlandinum firi 30,000 krónur. — Krígstíðindini tikjast at vísa, attað stundar móti endanum við spanskari megi. Amerikamenn hava sett stórt herlið á land á Kuba. Teir herjaðu á staðin St. Jago, har sum ein partur av spanska flotanum lá í havnini og meginparturin av amerikanska flotanum lá uttanfiri. Við Amerikamonnum vóru nógvir av upprørsliðinum á Kuba; so at teir vóru nógv fleiri enn Spaniamenninir, sum vardu staðin. Tó hildu hesir seg so væl, at Amerikamenn fingu stórt manna- fadl og máttu dvína. Nakrir landssvíkjarir á oydnu hava víst Amerikamonnum á tær loyndu vatnrásir, íð ganga til staðin, og tær eru nú avskornar, so at staðurin um fáar dagar kemur í vatnneyð, og noyðist til at geva seg upp til fíggjandan. Spanski flotahøvdingin Cervera helt tað ikki vera ráðuligt at liggja í havnini til staðurin var tikin og royndi ti at halda

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.