Føringatíðindi - 15.09.1898, Blaðsíða 2

Føringatíðindi - 15.09.1898, Blaðsíða 2
favnurin), kann festast teggjur edla rimar til at bera uppi kvønn tann klænara tráðin. Er turkilagið langt, krevjast fleiri sperrupør eđla sterkir væl skoraðir stólpar, so at ikki ov nógv skal standa á tráðinum, tá íð stormur er. Til at hava tráðin trá at bogna niður ájørðmidlum høvuðsstólparnar krevjast klænar rimar, gamlir áraleggir o. tíl. Sum áður er nevnt og sum Føringar hava sæð á Bergensferðini í ár, verður hesin turkingamáti nógv brúktur á Vestur- ' landinum í Nøríki. Vinningurin av lionum er, at gras í vánaligum terra verður til gott óspilt hoyggj við einahanda ómak, og at tað kann ristast og heingjast upp í vát- vegri og at rúmligari verður á hónum, tá ið ein partur av tí síða grasinum verður upphongt. Tá íð rætt er atborið fíkur tað upp- hongda hoyggið ikki burtur av stormi. Tankaskepilsið og verkið. (Xheori og praksis.) Tað, íð Jóanes bóndi í ferðabrævi sínum skrivaði um kjøtátið kjá Føringum, tók eg tað firi at sifta til viðurskiftir, sum eru her á jørðini, og eg havi andøvt ímóti, tí eg sá, tað hóskaði ikki. Av seinasta »Fuglafr.« síggji eg, at útrokningin, íð fram var sett í hesum ofta umnevnda ferða- brævi úr Leith, var ætlað til at vera bert eitt tankaskepilsi. Tó at bóndin biður geva uppat við hesum, skal eg enn framhalda, at tanka- skepilsir eru óhent, tá íð tey ikki kunnu útinnast í verki. Tankaskepilsið um kjøt- virðið hevði glopp í grundalagnum. Bræv- skrivarin átti at borið fram í hesu gloppini: i) Førjar ætlast at vera ein partur av bretska ríkinum. (Eingilskmonnum dámar ikki útlendskt kjøt.) 2) Okkara fluttnings- og handilsvónir skipast so, at bøndir fáa hægsta krambúðsvirði firi kjøtið, og slagt- arir og aðrir, sum hava tað í hondum, fáa onga løn. 3) Førja bøndir ætlast at vera komnir fram bæði í vilja og verki ájavnt Eingilskmenninar í at hava nógvan seyð við nógvum og góðum kjøti. Hesar tveir firstu partarnar rokni eg til óhent tankaskepilsi, sum eg ikki bjóði til at seta í verk. Hin triðja lutin havi eg roynt at starvast firi ettir førumuni; men har fái eg í mínum tankaskepilsi onnur tøl, enn tey bóndin bar fram næst seinast hann mældi um hetta í »Fuglafr.«. Førjar kunnu við góðum atburði geva 100,000 í avskurði og seyðurin kann við sama atburð batna so, at meðal vegtin verður 40 pund; pundatalið verður tá 4 milliónir um árið. At fáa slíkan framburð í lag, er ikki einsmannsføri, nei, tað tarv- ast at seta »øksl móti akslurm, og tað j kemur ikki í lag við »ósemju og útlenđsk- um keipum«. Tað krevur bindindi og nógv av verki, áðrenn tað hugnaliga tankaskepilsi kann standa prógv og føra til sítt rætta endamál. »J. P.« gevur mær og øðrum ting- monnum skilđ firi at hava sagt, at »theori« hava Føringar ikki brúk firi. Um nakrir av tingmonnunum eru sekir i hesum, tað viti teir. íð kvussu er, høskar »J. P.«s vitnisburður ikki væl saman við tí, løg- tingið í ár hevur viðtikið, og eg veit meg frían firi at hava hugsað edla talað, at okkum nítist ikki »lærdóm um jarðabrúk«. Jóanes bóndi hevði sagt seg ikki at vilja taka attur við slíkum treytum, sum hann hevur haft hesu seinastu 5 árini við royndarbrúkinum; hann hevði lagt fram uppskot um »theoretiskan« skúla við tveim- um lærarum, og tá ið ein tingmannanevnd, sum samrádđist við honum, framdróg, at tað enn eru ov fáir Føringar, sum hava hug til at søkja lærdóm á slíkum skúla (ikki hava fleir enn 3 verið fudl 2 ár á skúlanum í Kirkjubø), so helt bóndin tó, | at hansara meining var »tann einasta og tann beinasta«. Lærusveinar í »praktisk- um« jarðabrúki vildi nevndin hava bóndan at taka til sín, men hann segðist at hava so miklan ampa og so mikið tap av slíkum lærusveinum, at har kom einki til sættis. Tí framkomu frá nevnđini og øðrum ting- monnum fleirihanda uppskot til at fremja okkara jarðabrúk. Harí komu ødl uppskotini á samt, at biðja rikisstírilsið senda okkum ein mann, sum er kønur í »theoretiskum« og »prak- tiskumt jarðabrúki og sum stírilsi og ríksdagur hava gott álit á, at hann kann leggja okkum lag á, kvussu vit best kunnu greiða okkara fløktu viðurskiftir. Eisini var framsett uppskot um til bráðfongis hjálp firi jarðabrúkið at søkja um 750 kr. av rikiskassanum og at lata 250 kr. av »Amtsrepartitiónsfondinum« og brúka ein part av hesum peningi til løn firi handahógvslærara, sum bøndir kunnu inska til at gera seg kunnugan við pløging og onnur tílík arbeiðir, sum teir ikki firr hava fingist við, og so- brúka hin partin til smáar premiur at bíta út til undangongu- menn í imsum bigdum. Hesu uppskot vóru júst ein dagin til umrøðu í tinginum, og tað var frá fleiru síðum framhildið, at tað var órímuligt, um tingið vildi ráða til at lata ein ólærdan mann út til at vera læru- meistari kjá bønđrinum. (Attan á hetta kom Jóanes bóndi til steðar sum ketta upp úr høvdatróg og visti einki um, kvat firr var sagt.) Tá framhelt eg, at ettir firi- liggjandi uppskoti mátti »konsulenturin«

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.