Føringatíðindi - 15.09.1898, Blaðsíða 3

Føringatíðindi - 15.09.1898, Blaðsíða 3
altfð kunna vita av og sjálvsagt geva tf gætur, at einki órað varð tikið firi, (av tí at handahógvslærarin ikki var fudlbúgvin j »theori« og »praksis«). At eg skal hava gramt meg um, at bøndir higartil ikki hava latið meg vita av, tá íð teir hava biðið A. Niclasen til at pløga, tað er eitt tanka- skepilsi, sum Jóanis bóndi hevur smíðað burtur úr og burtur frá mfnum orðum; eg havi heldur ikki tonkt uppá edla talað um at leggja A. N. lag á hansara pløging. Kvussu bøndir stfla sítt jarðabrúk við edla uttan pløging, viðkemur mær at hava um- hugsan firi, og tað mátti eg kunna, uttan at ganga A. N. edla nøkrum øðrum ov nær, adl tann tíð eg í 25 ár við mínum fátæku evnum havi strevast at fáa mær skil á jarðabrúki bæði í »theori« og >praksis«. At fidla »Dim.« við greinum og grundum viðvikjandi tí sokađlaðu Kirkju- bøsakini, skjóti eg frá mær; lat tað vera nóg mikið, at eg havi harmað bóndan við tí, eg skrivaði f »Føringat.« um »gróðra- vónir«. R. C. Effersø. í nr. 17 av »Føringat.« sæst, at eitt neyðaradír, sum kadlar seg »Ein annar grindamaður«, hevur verið í grindini Norði í Vági, — um hann var við at drepa hana, sæst ikki —, og skal hansara grein vísa, at fólkið Inni í Bø var ógvuliga óblítt, av tí at nógv hús sóust firi uttan ljós um náttina. Hann spir, um enn tað er rætt og lógligt, at fólk, sum tekur matarkval og ikki hevur sjúk fólk f húsinum, skal útihísa grindamonnum á náttartíð. Kvat tí viðvikjur at brigsla fólki, at tað tekur matarkval, so trúgvi eg ikki, at matar- kvalurin, í einari bigd sum Norði í Vági, nakrantíð slær upp móti tf útleggi, fólk hevur av grindamonnunum, og minni enn tað. Eg havi tó ikki enn hoyrt nakran her í bygdini gramt seg um tað, og neyvan skuldi hendan grein sæð ljósið, hevði ikki »Ein annar grindamaður«, sum ein annar spidliklútur kastað skadn á adla bigdini. Vóru tað kannske 2 edla 3 hús firi uttan ljós, so vóru tó 70 ettir, sum ljós var í, og ikki ivist eg í, at »E. a. g.« í onkrum av teimum fekk ein heitan munn og sess at sita í, um hann vildi, og var tað sløkt í ødlum teimum 70, so var tó eitt hús ettir, sum ikki var sløkt f. Tað stendur mitt í bigđini, er høgt og sæst úr kvørjum króki innan firi bigdaringin. Har var ljós bæði ovarlaga og niðarlaga, og har kundi »Ein annar grindamaður« sloppið upp á gólvið at dansa edla sloppið at seta seg niður, líka sum hann sjálvur vildi, og tað firi ongar pengar. Eg hopi, »E. a. g.« er einans maður, íð hevur nakað at klaga uppá fólki Inni í Bø, og er hann ikki tað, so tori eg siga, at tá hava grindamenninir sjálvir skildina, tí vóru teir meira »turrir« edla gistu hand- larnar minni, so var vist ikki sløkt í nøkrum húsi. Grindadrápið í 1885 NorðifVági er enn víða kvar í Førjum tiltikið firi tann vakra atburð, fð grindamenninir høvdu. S. M. „— og „Dimmalætting“ er lidt slej i Stilenw. Fyrstu ferð, eg minnist »Dimmalætting« undir hesum stýrilsinum hava verið stutt- liga — og sjálva vita av tí —, er í gátuni • um kornið í Kirkjubø í nr. 36. Tað var nokkso »vittugt«. At blaðið íðuliga stutt- leikar lesarnum við tí, tey donsku nevna »ufrivillig Komik«, er nakað, íð øll vita. Her er t. d. eitt lftið petti, hentað burtur úr nr. 34; tað ljóðar soleiðis: »......at søge Fuglen i Bjærgene, hvor đer har været Masser af Fugl; thi paa Fugl har der i Aar ingen Mangel været.« Ein andríkur munnbiti! Fuglasmakkurin J gongur strammur at. Satyr. Túnatos. Per: »Kvar mann »torvluturin« nú ferðast? man hann bæsa nøkrum trawlara hesu ferðina?« Pál: »Nei, teir siga, hann er í Vest- manna og reinskar ketlar.« Per: »Tað var løgið! Kunnu ikki Vestmenningar reinska sínar ketlar og skava sfnar pottar sjálvir? Tíðindir úr Førjum. Veðurlagið hevur verið frálíka ófriðaligt, og helst firi vestan meiri vætusamt enn nakar veit frá at siga. í Vágum eru fáar sátur uppkomnar, og sumt av torvinum er ikki firibeint. Fræg- ast er standurin í Norðoyggjum, har sum vesturattin ikki plagar at føra so mikið avfadl við sær. í Havn eru fleiri av træðar- monnunum lidnir við hoyggjið. Ødl grøði er seint á veg; tó eru vónirnar firi ymis- ligar fruktir ikki av tí ringasta. — Fiskiskapur er lftið verdur at nevna. Nótaseiður fæst tó víða kvar í stórari nógd og er frálíka feitur. — Kvalaveiðumenninir høvdu seinast, íð frættist: Michelsen 50 og Grøn 63 stór- kvalir.

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.