Føringatíðindi - 15.09.1898, Síða 3
altfð kunna vita av og sjálvsagt geva
tf gætur, at einki órað varð tikið firi, (av
tí at handahógvslærarin ikki var fudlbúgvin
j »theori« og »praksis«). At eg skal hava
gramt meg um, at bøndir higartil ikki hava
latið meg vita av, tá íð teir hava biðið A.
Niclasen til at pløga, tað er eitt tanka-
skepilsi, sum Jóanis bóndi hevur smíðað
burtur úr og burtur frá mfnum orðum;
eg havi heldur ikki tonkt uppá edla talað
um at leggja A. N. lag á hansara pløging.
Kvussu bøndir stfla sítt jarðabrúk við edla
uttan pløging, viðkemur mær at hava um-
hugsan firi, og tað mátti eg kunna, uttan
at ganga A. N. edla nøkrum øðrum ov
nær, adl tann tíð eg í 25 ár við mínum
fátæku evnum havi strevast at fáa mær
skil á jarðabrúki bæði í »theori« og
>praksis«.
At fidla »Dim.« við greinum og
grundum viðvikjandi tí sokađlaðu Kirkju-
bøsakini, skjóti eg frá mær; lat tað vera
nóg mikið, at eg havi harmað bóndan við
tí, eg skrivaði f »Føringat.« um »gróðra-
vónir«.
R. C. Effersø.
í nr. 17 av »Føringat.« sæst, at eitt
neyðaradír, sum kadlar seg »Ein annar
grindamaður«, hevur verið í grindini Norði
í Vági, — um hann var við at drepa hana,
sæst ikki —, og skal hansara grein vísa,
at fólkið Inni í Bø var ógvuliga óblítt, av
tí at nógv hús sóust firi uttan ljós um
náttina. Hann spir, um enn tað er rætt
og lógligt, at fólk, sum tekur matarkval
og ikki hevur sjúk fólk f húsinum, skal
útihísa grindamonnum á náttartíð. Kvat
tí viðvikjur at brigsla fólki, at tað tekur
matarkval, so trúgvi eg ikki, at matar-
kvalurin, í einari bigd sum Norði í Vági,
nakrantíð slær upp móti tf útleggi, fólk
hevur av grindamonnunum, og minni enn
tað. Eg havi tó ikki enn hoyrt nakran
her í bygdini gramt seg um tað, og neyvan
skuldi hendan grein sæð ljósið, hevði ikki
»Ein annar grindamaður«, sum ein annar
spidliklútur kastað skadn á adla bigdini.
Vóru tað kannske 2 edla 3 hús firi uttan
ljós, so vóru tó 70 ettir, sum ljós var í, og
ikki ivist eg í, at »E. a. g.« í onkrum av
teimum fekk ein heitan munn og sess at
sita í, um hann vildi, og var tað sløkt í
ødlum teimum 70, so var tó eitt hús ettir,
sum ikki var sløkt f. Tað stendur mitt í
bigđini, er høgt og sæst úr kvørjum króki
innan firi bigdaringin. Har var ljós bæði
ovarlaga og niðarlaga, og har kundi »Ein
annar grindamaður« sloppið upp á gólvið
at dansa edla sloppið at seta seg niður,
líka sum hann sjálvur vildi, og tað firi
ongar pengar.
Eg hopi, »E. a. g.« er einans maður,
íð hevur nakað at klaga uppá fólki Inni í
Bø, og er hann ikki tað, so tori eg siga,
at tá hava grindamenninir sjálvir skildina,
tí vóru teir meira »turrir« edla gistu hand-
larnar minni, so var vist ikki sløkt í nøkrum
húsi. Grindadrápið í 1885 NorðifVági er
enn víða kvar í Førjum tiltikið firi tann
vakra atburð, fð grindamenninir høvdu.
S. M.
„— og „Dimmalætting“ er lidt slej i Stilenw.
Fyrstu ferð, eg minnist »Dimmalætting«
undir hesum stýrilsinum hava verið stutt-
liga — og sjálva vita av tí —, er í gátuni
• um kornið í Kirkjubø í nr. 36. Tað var
nokkso »vittugt«. At blaðið íðuliga stutt-
leikar lesarnum við tí, tey donsku nevna
»ufrivillig Komik«, er nakað, íð øll vita.
Her er t. d. eitt lftið petti, hentað burtur
úr nr. 34; tað ljóðar soleiðis:
»......at søge Fuglen i Bjærgene,
hvor đer har været Masser af Fugl; thi
paa Fugl har der i Aar ingen Mangel
været.«
Ein andríkur munnbiti! Fuglasmakkurin
J gongur strammur at.
Satyr.
Túnatos.
Per: »Kvar mann »torvluturin« nú
ferðast? man hann bæsa nøkrum trawlara
hesu ferðina?«
Pál: »Nei, teir siga, hann er í Vest-
manna og reinskar ketlar.«
Per: »Tað var løgið! Kunnu ikki
Vestmenningar reinska sínar ketlar og skava
sfnar pottar sjálvir?
Tíðindir úr Førjum. Veðurlagið hevur
verið frálíka ófriðaligt, og helst firi vestan
meiri vætusamt enn nakar veit frá at siga.
í Vágum eru fáar sátur uppkomnar, og
sumt av torvinum er ikki firibeint. Fræg-
ast er standurin í Norðoyggjum, har sum
vesturattin ikki plagar at føra so mikið
avfadl við sær. í Havn eru fleiri av træðar-
monnunum lidnir við hoyggjið. Ødl grøði
er seint á veg; tó eru vónirnar firi ymis-
ligar fruktir ikki av tí ringasta.
— Fiskiskapur er lftið verdur at nevna.
Nótaseiður fæst tó víða kvar í stórari nógd
og er frálíka feitur.
— Kvalaveiðumenninir høvdu seinast,
íð frættist: Michelsen 50 og Grøn 63 stór-
kvalir.