Føringatíðindi - 20.10.1898, Síða 3
mínum, og ivaleyst hava tev ødl sum eg
staðið bilsin av ødlum tí stóra og sterka
kærleika, sum okkum viðurfórst — móður-
kærleikanum.
Ar komu og ár runnu, sangurin var
gloymdur og við honum so mangt annað
gott, sum mamma hevði sungið inn í hjarta
mitt. So kom ein tíð, tá íð hjartað tirsti
ikki ettir móðurkærleika, men einum størri
og munamiklari, ein torsti ettir kærleika
Guds; og so kom eisini tann stund, tá fð
Guds náði bleiv mær so sterk, og eg mátti
á knæ firi tí kærleika. sum er sterkari enn
móðurkærleikin nakrantíð kann verða. Tá
mintist eg attur sangin, sum móður mín
hevði lært meg, og nú bleiv hann sungin
níggjari og heitari inn í hjartadjúpið.
Sálmurin fekk nú nítt ljóð, og first nú
forstóð eg hann rætt.
Tann, sum tók noturnar firi sín part
og gav mær rósuna, tað var ikki móður
mín og ikki meint við móður mína, sum
eg helt firr. Tað var sjálvur Jesus, freis-
arin. A Gálgata heygnum tók hann notu-
tissið, s>tornakrúnuna« á høvur sítt, tók alt
burt frá mær, sum meg pindi og plágaði,
adlar sindir mínar, firi at eg skuldi verða
fríður og ósekur, og har vuksu rósurnar,
sum hann gav mær í staðin, hansara rætt-
ferðsrósur, fargaðar reyðar í hansara
hjartablóði, sum hann har læt flóta. í somu
stund, sum eg fataði hetta, varð sangurin
kjá mammu níggjur í hjarta mínum, og,
sannuliga, eingin kann við slíkum rætti
sum Jesus siga:
snoturnar tók eg til mín,
blómuna gav eg til tín.«
Góði lesari, kennir tú nú Richardts
sang: »Sov, mit barn«, sangin kjá mammu,
sangin kjá Jesusi um nóturnar og blómuna.
(Frítt ettir >Kirkekl.« av A. S.)
Sunnukvøldið, íð var, helt presturin
Pedersen úr Sandoy talu í meinigheits-
húsinum um tann avhildna og viðgitna
háskúlamannin og badnauppalarin Kristen
Kold, sum livdi firi at læra fólk at elska
Harran og føðilandið.
í sama viðfangi bleiv í fáum orðum
greitt frá tí ómetuliga gagni, sum háskúl-
arnir hava gjørt í Danmarki. Ettir er at
siga, at presturin greiddi so væl frá hesum,
at tað var ettir at inskt, at meira mátti
hoyrst frá tílíkum.
Ein, íð var til steðar.
Eitt arkali, sum kadlar seg »Flere
Skatteyđere«, hevur í seinastu »Dimma-
lætting« skrivað eina grein um vatns-
veitingina í Havn, skiparin á »J.auru« og
sdampskibsekspeditiónina*:. Hesir kadlarnir
sfnast at vera ógvuliga ringir um, at rør
til vatnsveitingina, sum, um rætt var at-
borið áttu at verið komin til Havnar firi
fjórðingsár síðani, ikki kundu koma við
»I .auru« seinastu ferð frá Leith. Kraftarnir
vilja fegin skjóta skildina uppá skiparin á
^l^auru* og dampskibsekspeditiónina (tað
ljóðar sum um einast dampskibsekspeditión
var í Europa). Um skildin skal kunna
kastast á »L.auru«, so má eg slutta mær,
at kommunustfrið hevur bílagt pláss firi
rørunum frammanundan, tí annars kann
skildin »strengt tikið« ikki liggja har, men
heldir vera at finna kjá kommunustírinum.
Men var pláss bílagt frammanundan, so
hopi eg, at kommunustírið sirgir firi, at
»I.aura« edla »Det forenede Dampskibs-
selskab« kemur at gjalda tað, sum kom-
munan tapar við, at rørini ikki komu við.
Eg havi grundað ivir, kvat hetta eru firi
kraftar, sum kadla seg »Flere Skatteydere«
og sum ætla sær at bera »Tabet« firi
kommununa. men ikki kann eg gruna tað.
Kanske tað ikki er at taka ettir bókstav-
inum, men heldir at fata so, sum ein maður
greiddi firi mær ígjár, at »Flere Skatte-
ydere«, við at seta fótin inn um gátt
»Dim.«s, straks vóru smittaðir av tí sjúkuni,
sum har gongur, at vera missmæltur.
Ein skattgjaldari.
Harri blaðstýrari!
Eg fari at minna tygum á at felags-
blaðið eigur at upptaka greinur lfka væl
við ongari broyting sum við broyting, ja,
eftir seinastu avgerð á aðalfundi feigur
broyting ikki at vera skrivað í »Føringat.«
Tað er tó ikki ætlan mfn her at finnast
at broyting ella ikki broyting yvirhøður í
blaðnum, men einans siga frá at soleiðis
sum eg fekk mína grein »Upp í røkur«
umbroytta ynski eg ikki at fáa aðrar fyri
eftirtfðina. Tygum hava roynt at gjørtt
hana um til broyting, men er tað hvørkin
til hálvt ella heilt. Tí hvat er tað fyri ein
stavseting sum skrivar bæði tykki og flftur,
fyrst og firi og mangt slíkt?
So fara tygum eisini at gera so væl
fyrst at læra tygum føroyskt sjálvur áðrenn
tygum rætta tað hjá einum øðrum. At
tygum venda rongum um til rætt, tað er
gott og gleðilegt og tað er ofta tørvur á;
men mær tykir tað ógvulega harmulegt tá
íð tygum venda rætt til rangt soleiðis sum
tygum fleiri staðni hava gjørtt í míni
síðstu grein her í blaðnum. Tygum hava
t. d. umskriva mítt: »á Skotlands fríðu
høgum« til hettar ljóta nýmótans gorri:
»á Skotlands fríðu hagum«. Tá tygum