Føringatíðindi - 20.10.1898, Qupperneq 3

Føringatíðindi - 20.10.1898, Qupperneq 3
mínum, og ivaleyst hava tev ødl sum eg staðið bilsin av ødlum tí stóra og sterka kærleika, sum okkum viðurfórst — móður- kærleikanum. Ar komu og ár runnu, sangurin var gloymdur og við honum so mangt annað gott, sum mamma hevði sungið inn í hjarta mitt. So kom ein tíð, tá íð hjartað tirsti ikki ettir móðurkærleika, men einum størri og munamiklari, ein torsti ettir kærleika Guds; og so kom eisini tann stund, tá fð Guds náði bleiv mær so sterk, og eg mátti á knæ firi tí kærleika. sum er sterkari enn móðurkærleikin nakrantíð kann verða. Tá mintist eg attur sangin, sum móður mín hevði lært meg, og nú bleiv hann sungin níggjari og heitari inn í hjartadjúpið. Sálmurin fekk nú nítt ljóð, og first nú forstóð eg hann rætt. Tann, sum tók noturnar firi sín part og gav mær rósuna, tað var ikki móður mín og ikki meint við móður mína, sum eg helt firr. Tað var sjálvur Jesus, freis- arin. A Gálgata heygnum tók hann notu- tissið, s>tornakrúnuna« á høvur sítt, tók alt burt frá mær, sum meg pindi og plágaði, adlar sindir mínar, firi at eg skuldi verða fríður og ósekur, og har vuksu rósurnar, sum hann gav mær í staðin, hansara rætt- ferðsrósur, fargaðar reyðar í hansara hjartablóði, sum hann har læt flóta. í somu stund, sum eg fataði hetta, varð sangurin kjá mammu níggjur í hjarta mínum, og, sannuliga, eingin kann við slíkum rætti sum Jesus siga: snoturnar tók eg til mín, blómuna gav eg til tín.« Góði lesari, kennir tú nú Richardts sang: »Sov, mit barn«, sangin kjá mammu, sangin kjá Jesusi um nóturnar og blómuna. (Frítt ettir >Kirkekl.« av A. S.) Sunnukvøldið, íð var, helt presturin Pedersen úr Sandoy talu í meinigheits- húsinum um tann avhildna og viðgitna háskúlamannin og badnauppalarin Kristen Kold, sum livdi firi at læra fólk at elska Harran og føðilandið. í sama viðfangi bleiv í fáum orðum greitt frá tí ómetuliga gagni, sum háskúl- arnir hava gjørt í Danmarki. Ettir er at siga, at presturin greiddi so væl frá hesum, at tað var ettir at inskt, at meira mátti hoyrst frá tílíkum. Ein, íð var til steðar. Eitt arkali, sum kadlar seg »Flere Skatteyđere«, hevur í seinastu »Dimma- lætting« skrivað eina grein um vatns- veitingina í Havn, skiparin á »J.auru« og sdampskibsekspeditiónina*:. Hesir kadlarnir sfnast at vera ógvuliga ringir um, at rør til vatnsveitingina, sum, um rætt var at- borið áttu at verið komin til Havnar firi fjórðingsár síðani, ikki kundu koma við »I .auru« seinastu ferð frá Leith. Kraftarnir vilja fegin skjóta skildina uppá skiparin á ^l^auru* og dampskibsekspeditiónina (tað ljóðar sum um einast dampskibsekspeditión var í Europa). Um skildin skal kunna kastast á »L.auru«, so má eg slutta mær, at kommunustfrið hevur bílagt pláss firi rørunum frammanundan, tí annars kann skildin »strengt tikið« ikki liggja har, men heldir vera at finna kjá kommunustírinum. Men var pláss bílagt frammanundan, so hopi eg, at kommunustírið sirgir firi, at »I.aura« edla »Det forenede Dampskibs- selskab« kemur at gjalda tað, sum kom- munan tapar við, at rørini ikki komu við. Eg havi grundað ivir, kvat hetta eru firi kraftar, sum kadla seg »Flere Skatteydere« og sum ætla sær at bera »Tabet« firi kommununa. men ikki kann eg gruna tað. Kanske tað ikki er at taka ettir bókstav- inum, men heldir at fata so, sum ein maður greiddi firi mær ígjár, at »Flere Skatte- ydere«, við at seta fótin inn um gátt »Dim.«s, straks vóru smittaðir av tí sjúkuni, sum har gongur, at vera missmæltur. Ein skattgjaldari. Harri blaðstýrari! Eg fari at minna tygum á at felags- blaðið eigur at upptaka greinur lfka væl við ongari broyting sum við broyting, ja, eftir seinastu avgerð á aðalfundi feigur broyting ikki at vera skrivað í »Føringat.« Tað er tó ikki ætlan mfn her at finnast at broyting ella ikki broyting yvirhøður í blaðnum, men einans siga frá at soleiðis sum eg fekk mína grein »Upp í røkur« umbroytta ynski eg ikki at fáa aðrar fyri eftirtfðina. Tygum hava roynt at gjørtt hana um til broyting, men er tað hvørkin til hálvt ella heilt. Tí hvat er tað fyri ein stavseting sum skrivar bæði tykki og flftur, fyrst og firi og mangt slíkt? So fara tygum eisini at gera so væl fyrst at læra tygum føroyskt sjálvur áðrenn tygum rætta tað hjá einum øðrum. At tygum venda rongum um til rætt, tað er gott og gleðilegt og tað er ofta tørvur á; men mær tykir tað ógvulega harmulegt tá íð tygum venda rætt til rangt soleiðis sum tygum fleiri staðni hava gjørtt í míni síðstu grein her í blaðnum. Tygum hava t. d. umskriva mítt: »á Skotlands fríðu høgum« til hettar ljóta nýmótans gorri: »á Skotlands fríðu hagum«. Tá tygum

x

Føringatíðindi

Direct Links

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.