Føringatíðindi - 03.11.1898, Blaðsíða 2

Føringatíðindi - 03.11.1898, Blaðsíða 2
fiski, tó at ársins tíðin nú skuldi verið góð; Skildin verður løgd á trawlarnar, og tað er ivaleyst, at teir hava stóra skild. Av ti, sum her er nevnt, og av tí, sum firr er skrivað í »Føringat.«, kunnu tó útróðra- menn síggja, at fútin ger sær stóran ómak firi at hjalpa uppá hetta óskilið, og í tí vit eiga at veita og veita honum tøkk og mikla virðing firi tað, mugu vit hopa, at ríkisstírið eisini vil gera so væl at senđa eitt skip upp til landaverju, tí annars mugu vit vænta, at okkara fiskigrunnar til kvørja ársins tíð verða lagdir oyði, og at tað er næstan tað sama sum at siga, atFørjar og Førjafólk verður lagt oyði, tað er kunnugt firi ødlum, bæði hægri og lægri’ Singjanđi situr mamman við vøggu, tædnar hon kreppur, tær vøgguna dríva, so at hon kastast til imsar liðir; badnið við blómi á báðum kinnum smílandi liggur í fasta svøvni; vakrir dreymar spáka fram firi pilti, sum ferðast í dreymaríki. Ivaleyst ferðast bađnið víða; smílið um munnin boðar frá frøði, boðar frá sólar- glitrandi gøtum, lættar at ferðast, har einki forar, boðar frá vøkrum filgisveinum, blíðir í orðum so væl sum í verki. Skjótt rennur tíðin í vinarlagi. Mamman vaggar, singjur og rurar, badnið er vaknað, vaknað við gráti, grætir so sárliga; móður hjartað, — eymt man tað vera, — er ikki langt frá at bløða við. Móðurin vendir varliga badni til imsar liðir, roynir at fáa tað attur at sova. Singjandi, ruranđi sitir hon leingi, endin man vera at bađnið sovnar; ófriðasvøvnur er tað tó. — Eygurni renna við miklum ótta, støkkar títt fara kroppin ígjøgnum, sjónlig ræðsla, sjónlig angist málað stendur í eygum og faktum. — Kvar man tað ferðast? kvør kann tað gita? — Sjálvsagt tað gongur somu gøtu, á sama vegnum, sum firr var so vakur, sum firr var so slættur, sum firr var fudlur av ferðafólki við sjaldsama blíðum einglaeygum. — Nú har ímóti møtast og filgjast á sama vegnum fólkahamar við andliti frekum, eygum ónđum, sum eitur goysa til adlar síður, og sínast vilja skaða gera. Ei er at undrast, um slíkt voldur ótta, um badnahjartað av ræðsla klappar. Kvørja ferð badnið i dreymi ferðast fram um ein slíkan ham á vegnum, støkkur tað grátandi upp úr svøvni, troystar sær neyvan at sovna attur. Vakrir nótar, vakrir sálmar, móðurmálið fjálgar tó hjartað, so badnið blundar og fedlur attur í triggan svøvn. Lívið er vakurt, tó ikki bara gamansleikur — meinlíkt dreymi — sorg og frøði skiftast um ræðið, sælur er hann, sum seinast er fróður.

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.