Føringatíðindi - 03.11.1898, Blaðsíða 1

Føringatíðindi - 03.11.1898, Blaðsíða 1
FØRINGATÍÐINDI Nr. 2 1. 3. NOVEMBER 1898. g. Ár. Tuberkelsjúkan kjá Førja neytum. Tá íð tuberkulin-inpotingin varð upp- funnin og brúkt niðri í Danmark, fannst nógv meiri tuberkelsjúka kjá neytunum enn díralekjarir og bøndir ivir 'nøvur grunaðu. Við tað, at neyt, sum hava í sær einans sjúkan eitil til størdar sum eitt hálvpróna- høvd, tá íð tey verða inpotað við tuberkulin, fáa febur, meðan tey tuberkel-fríðu ongan febur fáa, so er henđan inpoting frálíka gott ráð til at finna sjúkuna kjá treystum neytum, sum annars kunna ganga mong ár, firi uttan at nakar kann hava illgruna til teirra. Nú verður av danska ríkiskassanum givið 100,000 kr.árliga til tuberkulin-inpoting, og góður framburður tikist harav at vera komin í heilsuvóninar kjá neytunum. Tey neytini, sum av tuberkulinprøvanum vísa seg at vera fongd, verða skild frá hinum (tey, sum sjúkan er langt framkomin kjá, verða helst dripin við tað sama) og so verður fjósið gjørt reint (đesinficerað). Sum áður er nevnt her í blaðnum var tuberkulin-inpoting firitikin kjá Andrias Rejnert í Norðađali ífjør summar. Hann hevði 7 tilkomin neyt, sum ødl vístu seg at vera fongd. Tey drap hann tá so við og við um heystið, gjørdi fjósið væl reint og fekk sær onnur neyt í staðin firi hini. Við tuberkulin-inpoting, sum níliga er firitikin, royndist ødl tey níggju neytini at vera frísk; sama var vorðið við teimum kálvunum, hann hevði frá ífjør og sum tá ikki vísti seg at hava sjúkuna, sum væntandi var, tí teir høvdu ikki staðið saman við hinum neytunum. Høvdu adlir teir, íð hava fingið at vita av tuberkelsjúku kjá neytum sínum, borið seg so væl at sum A. Rejnert, so var væl vunnið til at køva hesa skaðiligu sjúku í okkara landi. Tí verri hevur hegartil verið gjørt ov lítið til at verja neytini móti útbreiðing av sjúkuni. Neyt eru førd frá útlonđum, stðan tuberkulinið varð uppfunnið, og fleiri av teimum, sum ikki hava verið potaði, áðrenn tey vóru førd á land her. Heldur ikki hava fólk varað seg firi at føra sjúk neyt úr einum fjósi attur í annað og úr einari bigd attur í aðra. Tað sigist eisini, at fólk, sum níliga hava latið pota síni neyt, og hava fingið at vita, at tey eru frísk, lata ung neyt burtur til fóðurs í fjós, kvar íð ikki hevur verið ransakað, og kvarí soleiðis vandi kann vera firi at tey verða fongd. (Niðurlagt.) Firi ríkiskassans rokning havi eg her í Førjum í summar í 3 mánaðir prøvað neyt við tuberkulin. Av tí, at hetta var nakað nítt og ókent, firnaðust fólk í summum støðum firi at lata síni neyt prøva. Ivaleyst vóru summu eisini trek til at taka sær firi taiin ómak og ampa, sum stenđst av at taka neytini úr haganum og hava tey inni í einar tveir dagar. Veðurlagið var avlagi vánaligt og tarnaði ferðunuin so mikið, at eg kvørki kom til Vágar edla Sandoyar sum til- ætlað var. Eg havi prøvað 875 neyt, harav 34 4 % vístu seg at vera fongd. Talið av fongdum neytum roknað ettir kvørjum hun- drað, íð prøvað varð, er mikið ójavnt. í Nólsoy vóru o %, í Norðoyggjum % %> í Eysturoy 1 %, í Streymoy 5 % og í Suðroy 14 %. í stakbigdum hevði tuberkelsjúkan breitt seg hervuliga. Høvdu tuberkulinprøvar verið gjørdir fleiri ferðir og í ødlum fjósum, mátti ikki verið vandi við at fingið útruddað tuberkel- sjúkuna kjá neýtunum í Førjum. Z. Djurhuus. Trawlarnir. Enn sum firr trawla skipini runt um oyggjarnar. Tað er sagt, at teir um dagin halda seg úti í havinum, men um náttina koma inn á landgrunnin at trawla. Leygar- dagin fór ti tann setti fútin, skrivarin Bang, við »Smirli« um kl. 10 her frá havnini út at higgja ettir trawlarum og sjálvsagt taka teir, um nakar sást ov innarlaga. »Smiril« ferðaðist ađla náttina, men einki skip sást at trawla so innarlaga, at tað var ólógligt. Nógvir trawlarir sigast at hava verið inni á Vestmanna, fleiri inni í Suðroy, so ikki tritur av teimum við oyggjarnar. Tað kemur frá imsum kantum av Førjum klaga ivir, at einki er at fáa av

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.