Føringatíðindi - 03.11.1898, Blaðsíða 1
FØRINGATÍÐINDI
Nr. 2 1.
3. NOVEMBER 1898.
g. Ár.
Tuberkelsjúkan kjá Førja neytum.
Tá íð tuberkulin-inpotingin varð upp-
funnin og brúkt niðri í Danmark, fannst
nógv meiri tuberkelsjúka kjá neytunum enn
díralekjarir og bøndir ivir 'nøvur grunaðu.
Við tað, at neyt, sum hava í sær einans
sjúkan eitil til størdar sum eitt hálvpróna-
høvd, tá íð tey verða inpotað við tuberkulin,
fáa febur, meðan tey tuberkel-fríðu ongan
febur fáa, so er henđan inpoting frálíka
gott ráð til at finna sjúkuna kjá treystum
neytum, sum annars kunna ganga mong ár,
firi uttan at nakar kann hava illgruna til
teirra. Nú verður av danska ríkiskassanum
givið 100,000 kr.árliga til tuberkulin-inpoting,
og góður framburður tikist harav at vera
komin í heilsuvóninar kjá neytunum. Tey
neytini, sum av tuberkulinprøvanum vísa
seg at vera fongd, verða skild frá hinum
(tey, sum sjúkan er langt framkomin kjá,
verða helst dripin við tað sama) og so
verður fjósið gjørt reint (đesinficerað).
Sum áður er nevnt her í blaðnum var
tuberkulin-inpoting firitikin kjá Andrias
Rejnert í Norðađali ífjør summar. Hann
hevði 7 tilkomin neyt, sum ødl vístu seg at
vera fongd. Tey drap hann tá so við og
við um heystið, gjørdi fjósið væl reint og
fekk sær onnur neyt í staðin firi hini. Við
tuberkulin-inpoting, sum níliga er firitikin,
royndist ødl tey níggju neytini at vera frísk;
sama var vorðið við teimum kálvunum,
hann hevði frá ífjør og sum tá ikki vísti
seg at hava sjúkuna, sum væntandi var,
tí teir høvdu ikki staðið saman við hinum
neytunum.
Høvdu adlir teir, íð hava fingið at vita
av tuberkelsjúku kjá neytum sínum, borið
seg so væl at sum A. Rejnert, so var væl
vunnið til at køva hesa skaðiligu sjúku í
okkara landi.
Tí verri hevur hegartil verið gjørt ov
lítið til at verja neytini móti útbreiðing av
sjúkuni. Neyt eru førd frá útlonđum, stðan
tuberkulinið varð uppfunnið, og fleiri av
teimum, sum ikki hava verið potaði, áðrenn
tey vóru førd á land her.
Heldur ikki hava fólk varað seg firi at
føra sjúk neyt úr einum fjósi attur í annað
og úr einari bigd attur í aðra.
Tað sigist eisini, at fólk, sum níliga
hava latið pota síni neyt, og hava fingið
at vita, at tey eru frísk, lata ung neyt
burtur til fóðurs í fjós, kvar íð ikki hevur
verið ransakað, og kvarí soleiðis vandi
kann vera firi at tey verða fongd.
(Niðurlagt.)
Firi ríkiskassans rokning havi eg her
í Førjum í summar í 3 mánaðir prøvað neyt
við tuberkulin.
Av tí, at hetta var nakað nítt og ókent,
firnaðust fólk í summum støðum firi at lata
síni neyt prøva. Ivaleyst vóru summu eisini
trek til at taka sær firi taiin ómak og ampa,
sum stenđst av at taka neytini úr haganum
og hava tey inni í einar tveir dagar.
Veðurlagið var avlagi vánaligt og
tarnaði ferðunuin so mikið, at eg kvørki
kom til Vágar edla Sandoyar sum til-
ætlað var.
Eg havi prøvað 875 neyt, harav 34
4 % vístu seg at vera fongd. Talið av
fongdum neytum roknað ettir kvørjum hun-
drað, íð prøvað varð, er mikið ójavnt. í
Nólsoy vóru o %, í Norðoyggjum % %> í
Eysturoy 1 %, í Streymoy 5 % og í Suðroy
14 %. í stakbigdum hevði tuberkelsjúkan
breitt seg hervuliga.
Høvdu tuberkulinprøvar verið gjørdir
fleiri ferðir og í ødlum fjósum, mátti ikki
verið vandi við at fingið útruddað tuberkel-
sjúkuna kjá neýtunum í Førjum.
Z. Djurhuus.
Trawlarnir.
Enn sum firr trawla skipini runt um
oyggjarnar. Tað er sagt, at teir um dagin
halda seg úti í havinum, men um náttina
koma inn á landgrunnin at trawla. Leygar-
dagin fór ti tann setti fútin, skrivarin Bang,
við »Smirli« um kl. 10 her frá havnini út
at higgja ettir trawlarum og sjálvsagt taka
teir, um nakar sást ov innarlaga. »Smiril«
ferðaðist ađla náttina, men einki skip sást
at trawla so innarlaga, at tað var ólógligt.
Nógvir trawlarir sigast at hava verið inni
á Vestmanna, fleiri inni í Suðroy, so ikki
tritur av teimum við oyggjarnar.
Tað kemur frá imsum kantum av
Førjum klaga ivir, at einki er at fáa av