Føringatíðindi - 03.11.1898, Blaðsíða 4

Føringatíðindi - 03.11.1898, Blaðsíða 4
í meinigheitshúsinum í Havn er nú kvønn gerandimorgun kl. 7 hildin andagt við bøn og sangi. Presturin i Suðurstreymoy, Rohde, hevur birjað. Tað er eitt gott mál, sum her verður siktað ettir, og tað er hugnaligt og ger gott at síggja arbeiðsfólk kl. ivir 7 koma úr meinigheitshúsinum í arbeiðs- klæðum; tað er eitt gott dømi kjá teimum, sum ikki kunnu koma til felagsandagtina, til at gera tað sama heima. Havnar avhaldsfelag hevur nú filt 20 ár. Tað er ivaleyst elsta felag í Førjum av tí slaginum. At felagið ikki hevur gjørt so lítið f Havn firi avhaldi og mátahaldi, er teimum fiestu kunnigt. Tey nógvu avhalds- feløgini runt um oyggjarnar vísa eisini, at nógv hava tikið ettir, sum Havnarfelagið birjaði. »Føringat.«, sum arbeiðir firi fram- gongd í Førjum, inskjur tí, at avhaldsfelagið má trívast væl og aldrin vikast frá tí beinu leiðini, men ganga treystliga fram ettir av- haldsveginum. Felagið helt adlahalgunadag 2oda árs- gildið. Væl 300 fólk vóru til steðar. Mat- skaffing var sum vant er at vera. Vísur, irktar firi dagin, vóru sungnar og talur vóru hildnar og síðan varð dansað til á morgun- stundina. Tveir Fámjiningar sjólatnir av einari flundru. Nú ein dagin var Erlindur við Toftir (í Kvalba) »suður í bergi« við tveimum hálvvaksnum đreingjum. Teir vóru varur við nakað sjaldsamt á sjónum, og Erlindur, sum altíð hevur kikara við, tá íð hann fer burtur í haga, sá, at har var ein sokkin bátur. Hann og báðir dreingirnir skundaðu sær upp á lívið norð á eiðið, — drógu bát og spentu suður ettir, so at teir komu í góðari tíð til at bjarga tveimum av báts- monnunum, sum sótu niðri í sjónum, kvør f sínum skuti, og stiðjaðu bátin við at halda eina hond á stokkin í kvørjum borð- inum. So var farið attur til Kvalbíar við hesum báðum sjóriknu dreingjúnum, sum vóru sinir Símun bónđa á Teigum í Fámjin. Teir greiddu soleiðis frá sínum viðurskiftum. Teir vóru fíra úti við snøri, og hann, fð frammi sat, đróg eina stóra flundru. Tveir fóru so í skutin at søkja hana og taka hana inn, men í tí at hon vegaði á Stokkinum, gjørdi hon ein brest, so teir duttu út á hitt borðið og flundran ivir um bátin og báturin hálvdist í sama viðfangi. Annar maðurin sást ikki meir enn eina ferð attur, men hin var heldur leingi við bátin. Annar drongurin, sum kønur var í at svimja, hjálpti honum og bróður sínum sum best, men við tað, at báturin íðuliga kvølv- đist. vóru til endan báðir brøðurnir tveir- einir ettir. Báturin fleyt nú opin við friði, og firi betri at siggjast, fingu teir sett eina ár við einari oljutroyggju á upp í loft. Annar maðurin, sum druknaði, letur ettir sær 30-ára gamla einkju og bæði bødn og stj'úkbødn. Veðurlagið hevur verið lítt men vætu- samt. Fiskiskapur hevur verið imisligur. Mangir klaga uppá trawlarnar, sum sópa lanđgrunnin víða kvar. Teir koma ikki bert úr imsum støðum f Einglandi og Skot- landi, nei eisini Tfskarir eru lagstir at sópa okkara gomlu veiðugrunnar. LlSINGAR. - Fínasta skandinavisk Eksportkaffl Surrugat er besti og bíligasti kaffitilsetningur, sum nú um stund er at fáa við handlarnar. Fæst kjá keypmonnunum. F. Hjorth & Co. København K. Bindumaskinur. Góðar bindumaskinur seljast. Ein og kvør keypari kann framman unđan sjálvur síggja, kvussu hesar maskinur binda og kvussu tær skullu hagreiðast. Keyparir vendið sær til Jens Olsen. er betri Ófalskur »islandsk Bi11er« er nervastirkjandi og frálíkt medicin kjá teimum, sum hava ringan maga. Róstur runđan um heimin í bløðunum og hevur vunnið fleiri gudlmeđaljur. Einasta útseljing í Førjum av islandsk Bitter frá Fabriken Island, København, kjá Aktieselskabet Thorshavns Handelsforening. Prentað kjá „Færo Amtstidendes Bogtrykkeriw. — Blaðstírari: R. Efferso.

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.