Føringatíðindi - 03.11.1898, Blaðsíða 3

Føringatíðindi - 03.11.1898, Blaðsíða 3
Føringafelag. »Kvussu er nú við Førjamáli vorið«, soleiðis beginnir irkjarin eina av okkara bestu føroysku rímun. Eg vil broyta hetta beginnilsið til: »kvussu er nú við Føringa- felag vorið«. Vit fáa felagsblaðið at lesa tvær reisur um mánaðin, og vit, sum eru eldri, minnast, at Føringafelag eigur »Føringatíðindi«. So leingi sum »Føringatíðinđi« kemur út, ætla vit, at Føringafelag er á lívi, annað merki havi eg ikki sætt nú í næstum. Er tað ikki skomm, at felagið so skuldi nærum sjálvđoyggja; eitt felag, sum var sett saman av teimum frægastu Førjasinum, av teimum, sum rokna seg í ætt við teir đjarvu, áhaldandi norsku garparnar, íð festu fót her. Doyr felagið burt, kvar eru so adlar tær góðu vónir, sum vit kníttu atturat tí, kvar er so tann kraftin, sum vit funnu kjá okkara viðgitnu fornfedrum? Er nú ikki stundin komin til at lata fólk vita, lata fólk hoyra og síggja (ikki bara ætla), at eitt Føringafelag er til. A, eg minnist, tá íð Føringafelag birtist í á firsta sinni, tá íð menn bjoðaðu inn til fundar, tosaðu og kvóðu so, at ein og kvør Føringur, sum nakar eitil var í, vaknaði og føldi hjartað banka firi Førjum, fosturland- inum. Menn siga, at Føringafelag líkist einum deyðum kroppi. Er tað so, so er ikki bøtt firi tí. Men nei! deytt er tað ikki, tað svevur, nær skal tað vakna? Er nú ikki tíð at taka sjógv á bakið sum first á sinni? Um tveir mánaðir, so er tann tið í honđum, tá íð vit eru vanir at halda árs- gildi; skulu vit ikki áðrenn tann tíð kemur gera klárt, at Føringafelag livir, skulu vit ikki nakað skjótt avgera, um vit skulu halda Føringafelags ársgildi firstu trettandi, edla vit skulu drekka »gravøl«? Eg sendi hesa grein til »Føringefelags- núverandi og firrveranđi oddarmenn first og fremst, og til felagsmenn ivir høvur. Ein halakleppur. Eina merkta flundru hevur ein skips- maður á slup »Cyclone«, sonur Sámal Jákup í Sevlendi, veitt í summar sunnanvert við Breiðafjørð í íslandi. Tað var hálvstórur kalvi. Á kvítu síðu stóð stavirnir J. L. Th. Niður úr luftini tóktist eitt veðurlamb at vera komið, sum ein dagin í heyst fannst í bønum á Húsum í Kalsoy. Tað stóð har og vísti seg at hava máttloysi. Tá íð ettir var hugt, sást ein skora í øðrum hodninum. Hon var komin djúpt inn í slóðina og bløddi idla. Ettir ødlum at døma má lambið vera komið o. u. 200 favnar gjøgnum luftina ettir einum tráði, sum er uppsettur til at lata torv renna ettir úr haganum heim til hús. Tráðurin var slakaður so mikið, at seyður rakk at honum uppi á brekkuni, og so hevur hetta lambið fanglast við hann og runnið oman ettir við hodninum uppi á honum inntil tað var á lofti. Nitt verk. Ikki bert siglingamenn og aðrir skips- menn, nei so at siga kvørt móðursbadn í Førjum, hevur lært at kenna tann sokadlaða dósamatin, sum er at selja í krambúðum i vikum og á útnesum. Mangur hevur smakkað av hesum imisliga góðgætinum, sum er kókað í langt fráliggjandi londum og verður goymt í mánaðir og ár óspilt; — men fáur hevur hugsað um, at slíkt kundi gerast i Førjum. Tó hevur so vorðin dósamatur verið gjørdur her i mong ár, men altíð í smáum, tá íð nakrar stak at- løgur í Østrøms tíð verða frároknaðar. Nú starvast Havnarkeypmaðurin J. I.iitzen við at fáa đósakóking í lag í fabriks- húsunum i Rættará (sum hann eigur), og sonur hansara Valdemar er atturkomin úr Nøríki, har hann hevur lært at dríva hetta verkið í stórum. Vatnsveitingin. Vatnsveitingin í Havn er nú so langt komin á veg, at fólk fær vatn runt um í Havnini. Tá íð vatnið fekk lop i rørini, seinasta leygardag, s'kræđnaði eitt eđla tvey, men annars gekk alt sum tað skuldi. Vatnsveiting sum henđan hevði neyvan verið havd uppá mál aðra staðnis enn i Førjum, men her verður hon við røttum gjørd til eitt stórverk. Hópur av peningi er innkomin við gávum frá imsum Havnar- fólki. Tað harmiligasta er, at kommunan, sum hevur latið verkið gjørt og skal gjalda restina, noyðist at krevja peningin inn í skatti, kannske mest frá teimum, sum mest góvu. Tey hava soleiðis givið nógvar pe- ningar firi at fáa nógv hægri skatt. Tey, sum einki hava givið frívilliga, smílast nú, vatnsveitingin er komin, og tey so væl sum hini kunnu fara til lækjurnar at taka vatn, tey meina at hava spælt síni kort væl, og tey hava tað eisini uppá ein máta. Tó er hopandi, at kommunustírið hevur tey í minni og letur tey skatta av tí peningi, tey soleiðis hava spart.

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.