Føringatíðindi - 15.12.1898, Blaðsíða 1

Føringatíðindi - 15.12.1898, Blaðsíða 1
FØRINGATÍÐINDI Nr. 24. 15. DECEMBER 1898. Ár. Jólaheilsa frá »Føringatíðindi«. Gleðilig jól! er inskið várt til sistrar og brøðrur á landi. I.at jólastjødnuna lísa klárt, hægstu heilagur andi. Ber troyst til sorgarbundna sál, lætt 'nugin kjá teimum, sum stúra, lat jólasálmar pá einglamál ljóða til tey, sum kúra. Gleðilig jól, gleðilig jól, jólabadnið er várt sjól, vár jólagáva, vár níggjárssól. Løgtingið kom saman til ekstraordineran fund 3. Decbr. Firi varð havt eitt bønar- bræv . frá Førja skiparafelag til »Justits- j ministarin«, hartil undirskrivað av óføra nógvum Føringum, um við tað allarfirsta at fáa eitt skip upp higar til at verja oyggjarnar og teirra fiskiskap ímótir trawl- fiskiskipum, sum eru í ferð við at oyða landgrunnin um Førjar. Eisini gekk brævið út uppá at biðja ministarin um at gera, kvat hann kundi, firi at fáa markið (land- grunsmarkið) broytt soleiðis, at fremmanđir fiskarir herettir ikki skulu hava loyvi til at fiska innari enn 10 fjórðingar frá lanđi, meðan teir nú hava lov til at fiska 3 fjórð- ingar frá landi. Umframt tað, at løgtingið uppá tað besta »anbefallaði« hettar brævið, varð viðtikið at geva amtmanninum o. u. 12,500 kr. at ráða ivir til at leiga eitt guvu- skip, sum kundi ferðast um oyggjarnar, inn- til Danmark sendur eitt skip herupp. Løg- tingið var sjálvsagt á einum máli um, at nakað mátti gerast, og tað skjótt. Ettir tíðindum frá ríkisdegnum við »Egil« at døma, kundi ikki skip frá ríkisstírinum væntast í knappheit av tí, at ríkisdagurin first mátti játta firi at lata peningin til at smíða edla leiga eitt slíkt skip firi, og hetta neyvan kundi væntast at koma í lag firr enn í summar. Tingmenn meintu, at einki annað var at gera firi at fáa hjálp skjótt, enn at lata teir peningar rúka, sum Førja kassarnir (Amtsrepartitionsfonden og Amtsfattigkassen) nøvdu til avlops. Firi at alt kundi ganga so skjótt sum møguligt, bað tingið amtmannin um at reisa við »Lauru« til útlondini firi at tinga við skips- eigarar um at leiga eitt passaligt skip i 5 mánaðir (edla so leingi sum tann jottaði peningurin rakk til). Amtmaðurin tók sær tað uppá og fór við »J auru« seinasta sunnudag. Tað er at hopa, at tað, íð løgtingið hevur avrikað, má gera gagn. og fð kvussu er, vita vit, at tað hevur gjørt tað, sum gerast kann undir teimum viðurskiftum, sum nú eru. Vit hopa, at tað má eydnast amtmanninum skjótt, ongantíð ov skjótt, at fáa leigað eitt skip, sum kann halda trawlfiskarirnar burtur av landgrunni okkara. Tað er kannske ikki so lætt at fáa eitt skip so bíliga sum vit mugu krevja tað, fð kann væntast at fáa fatur i teimum skjótføru eingilski trawldamparinum; men plássið um Førjar er ikki stórt, og tá íð eitt guvu- skip er til at sigla runt við, so noyðast trawlarirnir at taka seg f vara, um teir vilja sleppa rámið forbí. Kann eitt slíkt uppsín ikki vinna nógvar bøtir frá teimum fremmandu fiskarunum (bøtirnar vildu firi tað firsta verið so lágur, at teir ikki føla tær, 600 kr. hægst), so hjálpur tað tó til at halđa okkara fiskigrunnar reinar, so at føroyskir útróðramenn og skipsmenn kunnu koma út, tá fð veður er. Tað hevur i seinastu tfðini verið nógv firi kjá bátunum at fara út á sjógvin, út midlum trawlarirnar við ótta firi ivurveldi, tí teir hava víst, at teir ikki smæðast at gera bátum ónáðir. Vit vilja leggja attrat, at tað er at hopa, at løgtingssamankomingin og løg- tingsviðtøkan um at ofra so nógvan pening, og reisan, íð amtmaðurin ger til Danmark, má geva »Fiskarísakini Føroya« eitt gott skump fram ettir í ríksdegnum. 1 øgtingið sínist at hava fatað standin rætt, og hevur ivaleyst eisini Føljafólk ivir høvur við sær í tí, tað hevur gjørt av og firitikið. Trawlarirnir síggjast alt fleiri og fleiri um oyggjarnar. Inni á Vestmanna hevur ein nógd verið av teimum. Til Havnar koma fáir. Rundan um alt landið munnu teir trawla, tó eina minst um Suðuroydna.

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.