Føringatíðindi - 15.12.1898, Blaðsíða 3

Føringatíðindi - 15.12.1898, Blaðsíða 3
Legg til merki Tað er forboðið at lata lækjurnar við Havnar vatnsveiting standa opnar, tá íð eingin er við lækjuna. Tí má ein og kvør, sum ikki vil verða sektaður, skrúa væl til, tá íð hann hevur fingið sær vatnið. Havnarfólk bera við, at vatnið í vatns- veitingini ikki er gott, tað sær við kvørt, helst á morgni, dimt edla brúnt út, mein- líkt tí vatni, sum rennur gjøgnum rustaða takrennu. Hetta misstakið við vatninum meinast at koma av, at tað enn er rustur í rørinum; og fólk heldur, at tað vildi hjálpt væl, um rørini enn eina tíð kundu skolast við at postarnir stóðu opnir adlir samlir. Tað er sannheit, at vatnið sær ljótt út og at tað sær út sum rustvatn. Um hetta altíð filgjur vatnsveitingsvatni, vita vit ikki. Vit hava frætt frá fólki, sum í longri tíð hevur havt vatnsveiting til Sítt hús, at tað firi teimum bevur sínst at verið neyðugt at lata vatnið renna eina løtu á kvørjum morgni áðrenn tað hevur Verið tikið til brúks. Tá ið so hevur verið gjørt, sær vatnið klárt og reint út. At halda slíkt skil á við vatnsveitingina f Havn er ikki so lætt. Tað kann neyvan gerast uttan at teir, sum eru settir til firistøðumenn við vatnsveitingina, fáa til plikt at ansa ettir, at so verður gjørt. í tí vit hava hettar uppá mál, skulu vit leggja attrat, at fólk ivir høvur ikki hevur loyvi til at lata vatnið renna, edla at fara frá postinum og lata vatnið renna, um tey halda, at tað ger vatnið betri, tí slíkt er, sum frammanundan frá greitt, forboðið. Ein spurningur. Um eg ikki eri av klókastu fólkum, so eri eg tó -ikki heilt bíttur alíkavæl, men eitt kann eg ikki fáa inn í mítt fírkantaða hødd, og tað er tað, kví hettar heimveitta vatnið ikki má renna igjøgnum vatnpost- arnar, uttan tá íð tað skal brúkast. Mangar ferðir, íser um morgunin, er vatnið so skitið, so fullt av rusti, at tað — sum mað- urin segði nú ein dagin — er ongum líkari enn súrt land, og tað kann ikki vera annarsleiðis, tá íð tað ikki fær lov at renna, í tað minsta, eitt sindur um morgunin. Men tað má tað ikki, tað er forboðið, og tó skal vera so nógv vatn til í beholdar- inum úti undir fjadli, at tað rennur líka nógv úr honum sum í hann; tí spirji eg: Kvf má tað ikki renna ígjøgnum postarnar, so vatnið kann blíva reint, tá tað tó rennur til spidlis har úti? Men tey, sum nú hava fingið vatnið veitt inn f húsini, tey hava, so vítt eg veit, einki forboð fingið; tey kunna lata renna so nógv og so leingi, tey vilja. Kví tey kunna hava lov til tað og hini ikki, tað forstandi eg ikki; ein rættur skuldi tó verið firi ødl, og vatnið skuldi verið eins firi øđl, antin tey hava ráð til at fáa sær tað inn í húsið edla ei. Eg havi nú grundað ivir hettar einar tvær vikur, men einki hjálpur, og eg havi ligið fleiri nætir í an- vekri Og spekulerað uppá hettar. Tað sigur tað sama. Hevði nú einkvør kunnað upp- lfst mær um grunduna til hettar, — ein ársaki má væl vera firi tf, og eingin vís- dómur er so leysur, at hann finnur botn onkumstaðnis, — so hevði eg sagt honum takk firi tað, og so hevði eg kannske fingið svøvnin attur. Forvitin. * * * 1 tf vit upptaka omanfiri standandi grein, og í tí vit vísa á tað, vit hava skrivað um hettar málið aðra staðnis í blaðnum, skulu vit greiða frá, at politiið sjálvsagt nevur loyvi til at seta forboð firi at firibirgja óskil uttanhísis í bínum, so sum at lata vatn renna til spidlis og ivir høvur til at firibirgja óskil við lækjurnar, sum ikki var sjaldsamt í firstu tíðini, og slfk forboð finnast ettir upplísningi, vit hava fingið, imsar staðnis. kvar vatnsveiting er. Innanhísis er tað ein onnur sak, har tikist okkum, at politiið einki vald hevur. Vit skulu leggja attrat, at tey edla tann, sum vil royna at fáa hettar forboðið loyst edla broytt — eit forboð, sum vit attur her skulu biða fólk taka seg í vara firi at bróta —, rættast vendir sær til politimeistarin — fútan. — Er nú »For- vitins fegin? Blaðst. Putl i smáum. í »Dúgvuni« hevur í seinri tíðini nú og tá verið greinir at sæð, sum grein hevur verið í. Merkið kjá skrivarinum hevur verið »Satyr«. Sjaldsamt merki haldi eg, »betegnandi« merki, sigur prestur. Kjá hinum gamla Meyer havi eg hugt, kvat íð merkið betíður, og Meyer sigur, at tað kann útleggfast uppá gott dansk soleiðis: en fabelagtig Mark- eller Skovgud, Skov- trold: en Orang-Utang; et Billede af den raa, sanselige Menneskenatur; et raat, for- vildet, gejlt Menneske. Eg havi roynt at útleggja hetta uppá Føroyskt firi meg sjálvan, men komi onga leið, tí Meyer er | so orðríkur. Nú, tað kemur júst ikki ann

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.