Føringatíðindi - 15.12.1898, Blaðsíða 2
Skattmeistari Føringafelags. Frúgvin
Marie Mikkelsen, sum varð vald til kassa-
meistara kja Føringafelag (firi felagið sjálvt
og blaðið »Føringatíðindi«), fór við »1 auru«
til Danmarkar at verða. Andras Sámals-
son er biðin at greiða kassameistararbeiðið
firi hana, til níggjur kassameistari er valdur.
Limagjald og peningur firi »Føringatíðindi«
biðast gott fólk um at senda til hansara
Firr og nú.
Á hesum døgum føla Føringar seg
trongdan av mongum, helst av hesum nógvu
trawlfiskarum, sum liggja um landið og
oyða ein av okkara bestu vinnuvegum firi
stitri edla longri tíð, meðan vit noyðast at
liggja í friði og higgja at. Undir slíkum
viðurskiftum kann tað kanske verá gott at
minnast, kvussu til stóð í Førjum firi eini
50 ár síðani. Einstakir minnast sjálvur, íð
kvussu til stóð, onnur hava hoyrt tey gomlu
greiða frá ti.
Monopolhandilin, »kongahandilin«, sum
hann varð kadlaður, stóð tá í sfni vælmakt.
Umframt tað, at Føringar, kvørja ferð teir
komu til handils, vóru hagreiddir so sum
so og við kvørt verri enn so, var tað ikki
sjalđsamt. at tað var neyð í krambúð, so
at um menn stóðu við peningi í hondini,
fingu teir einki, enn ikki tað allarneyturvu-
ligasta. Tí var ofta trongligt og svangligt
heima, inntil skipini koifiu um várið edla
út imótir sumri. í vikuvís mátti ofta báta-
fólk imsa staðnis frá liggja og bíða í Havn,
til teir kundu sleppa framat. Umníggjárs-
tíð stóð handilin stongdur í vikuvís, tí at
tá var ársroknskapið firi, beholdningur
skuldi takast o. s. fr. í hesi tíðini hjálpti
einki at koma til handils, íð kvat so gjørđist
á. At Føringar undir slíkum viðurskiftum
høvdu tað ringt, er eiviti, túsind ferðir verri
enn nú í mangar mátar.
Tað vilđi verið løgið kjá teimum Før-
ingutn, sum livdi einar tveir mannsaldrar
herfiri, at vita seg attur í Førjum. Kvat
mufidu t. d. menn hugsað, tá íð teir sóu
handil á kvørjum tanga. Kvat mundi teir
sagt, tá íð t. d. ein listi kom firi at fáa teir
at stidla fólkatingsmenn. Ja kvat mundu
teir sagt um hesar nógvu trawlarnar, íð nú
ferðast um oyggjarnar. Neyvan fór nakar
av teimum á flot, tí bangnir vóru teir firi
skipum, sum ikki var undarligt, tí teir gomlu
høvdtt manga tronga stundina av skipum.
Teir vistu mangar søgur um vold og ivir-
last av skipum og skipsfólki. Tað var
sanniliga eisini ein stór plága kjá Føringum
firr. Titt og ofta segðist, at skip tókti
bátat við bátsklpu, og slíkt kundi gera
lívið súrt kjá teimum, og slfkar søgur kundu
lbypa støkk í blóðið á teimum.
Ja, firr í tíðini høvdu Føringar tað
ringt, teir vóru so at siga bundnir bæði
um hendir og føtur, og vit, sum nú liva,
kunnu neyvan hava nakra meining um,
kvussu ringt teir høvdu tað. Hetta, sum
frantmanundan er sipað til, er ikki givið
firi eina tømandi grein um stanđin firr f
tíðini, men bara framsett firi at vit kunnu
síggja tann stóra munin, sum er ímidlum
firr og nú í imsar mátar. Eitt sannt bílæti
av forntíðini kann kuns gevast ettir greinu-
ligum granskningum. Men tað, fð vit nevndu,
er eisini nóg mikið til at sína okkum, at
hava vit tað ringt, okkara fornfedrar høvdu
tað ikki matari, og tó — tó standa vit í
fára firi at fáa tað verri, nógv verri enn
okkara fornfedrar.
Tá íð Føringar einki fingu frá hanđl-
inum firr, so royndu teir at liva sum teir
kunđu best. Teir vóru vanir við at hava
tað ringt, teir kendu so at siga ikki til
nakað annað. Vit harímóti hava notið tað
mesta av tí, teir saknaðu, kroppsliga lív-
inum viðvíkjandi, tað fólkið, sum nú livir,
er sanniliga ikki ment at liva undir vil-
korum, sunt Føringar firr. Vit eru vand
til nakað heilt annað. Lfvið firr gekk út
uppá at tola, við uppfostran av ungdóminum
| varð mest dent lagt uppá at fáa alt upp
ein treystan, tolnan og áhaldandi ungdóm.
Vit, sum nú liva, eru uppald firi ein stóran
part til at njóta tað góða, sum tíðin og út-
viklingurin hevur borið við sær. Vit standa
tí nærum hjálpasleys, tá fð nakað kemur
uppá, sum ikki var væntað. Tað er tó
ikki bara Føringar, sum eru so vorðnir,
nei! flest øll onnur fólkasløg meiri enn
Føringar; vit hava ikki notið fríheitina
annarsleiðis edla brúkt hana verri enn
fólkasløg ivir høvur, og er tað nakað fólk,
sum tolur anstreym, so er tað mestir Før-
ingar, tó at teirra førumunur er ringari
enn kjá fólki flest.
Tað er neyvan dólskheit at vænta,
at trawlarnir vilja volda landi og fólki slíkt
atturstig, at tað vil merkjast f stórum. Vit
hava tí gott av at venja tankan og kroppin
við hin gamla føroyska livumátan, og hann
er væl staddur, sum stitst er gingin burtur
frá honum. Mótið mugu vit tó ikki missa,
tí teir gomlu dagarnir sína okkum, at
neyðin aldrin hevur verið størri, end at
bót hevur verið firi henni, og tá íð hon
hevur verið størst, hevur hjálpin verið
næst. Og hjálpin nítist endiliga ikki at
koma frá ríkisdegi edla -stíri, einans er
hann, fð ivir ødlum ræður, og hann hevur
verið stuðul kjá okkara fornfedrum og
hann vil eisini verða tað kjá okkum.