Føringatíðindi - 15.12.1898, Side 2

Føringatíðindi - 15.12.1898, Side 2
Skattmeistari Føringafelags. Frúgvin Marie Mikkelsen, sum varð vald til kassa- meistara kja Føringafelag (firi felagið sjálvt og blaðið »Føringatíðindi«), fór við »1 auru« til Danmarkar at verða. Andras Sámals- son er biðin at greiða kassameistararbeiðið firi hana, til níggjur kassameistari er valdur. Limagjald og peningur firi »Føringatíðindi« biðast gott fólk um at senda til hansara Firr og nú. Á hesum døgum føla Føringar seg trongdan av mongum, helst av hesum nógvu trawlfiskarum, sum liggja um landið og oyða ein av okkara bestu vinnuvegum firi stitri edla longri tíð, meðan vit noyðast at liggja í friði og higgja at. Undir slíkum viðurskiftum kann tað kanske verá gott at minnast, kvussu til stóð í Førjum firi eini 50 ár síðani. Einstakir minnast sjálvur, íð kvussu til stóð, onnur hava hoyrt tey gomlu greiða frá ti. Monopolhandilin, »kongahandilin«, sum hann varð kadlaður, stóð tá í sfni vælmakt. Umframt tað, at Føringar, kvørja ferð teir komu til handils, vóru hagreiddir so sum so og við kvørt verri enn so, var tað ikki sjalđsamt. at tað var neyð í krambúð, so at um menn stóðu við peningi í hondini, fingu teir einki, enn ikki tað allarneyturvu- ligasta. Tí var ofta trongligt og svangligt heima, inntil skipini koifiu um várið edla út imótir sumri. í vikuvís mátti ofta báta- fólk imsa staðnis frá liggja og bíða í Havn, til teir kundu sleppa framat. Umníggjárs- tíð stóð handilin stongdur í vikuvís, tí at tá var ársroknskapið firi, beholdningur skuldi takast o. s. fr. í hesi tíðini hjálpti einki at koma til handils, íð kvat so gjørđist á. At Føringar undir slíkum viðurskiftum høvdu tað ringt, er eiviti, túsind ferðir verri enn nú í mangar mátar. Tað vilđi verið løgið kjá teimum Før- ingutn, sum livdi einar tveir mannsaldrar herfiri, at vita seg attur í Førjum. Kvat mufidu t. d. menn hugsað, tá íð teir sóu handil á kvørjum tanga. Kvat mundi teir sagt, tá íð t. d. ein listi kom firi at fáa teir at stidla fólkatingsmenn. Ja kvat mundu teir sagt um hesar nógvu trawlarnar, íð nú ferðast um oyggjarnar. Neyvan fór nakar av teimum á flot, tí bangnir vóru teir firi skipum, sum ikki var undarligt, tí teir gomlu høvdtt manga tronga stundina av skipum. Teir vistu mangar søgur um vold og ivir- last av skipum og skipsfólki. Tað var sanniliga eisini ein stór plága kjá Føringum firr. Titt og ofta segðist, at skip tókti bátat við bátsklpu, og slíkt kundi gera lívið súrt kjá teimum, og slfkar søgur kundu lbypa støkk í blóðið á teimum. Ja, firr í tíðini høvdu Føringar tað ringt, teir vóru so at siga bundnir bæði um hendir og føtur, og vit, sum nú liva, kunnu neyvan hava nakra meining um, kvussu ringt teir høvdu tað. Hetta, sum frantmanundan er sipað til, er ikki givið firi eina tømandi grein um stanđin firr f tíðini, men bara framsett firi at vit kunnu síggja tann stóra munin, sum er ímidlum firr og nú í imsar mátar. Eitt sannt bílæti av forntíðini kann kuns gevast ettir greinu- ligum granskningum. Men tað, fð vit nevndu, er eisini nóg mikið til at sína okkum, at hava vit tað ringt, okkara fornfedrar høvdu tað ikki matari, og tó — tó standa vit í fára firi at fáa tað verri, nógv verri enn okkara fornfedrar. Tá íð Føringar einki fingu frá hanđl- inum firr, so royndu teir at liva sum teir kunđu best. Teir vóru vanir við at hava tað ringt, teir kendu so at siga ikki til nakað annað. Vit harímóti hava notið tað mesta av tí, teir saknaðu, kroppsliga lív- inum viðvíkjandi, tað fólkið, sum nú livir, er sanniliga ikki ment at liva undir vil- korum, sunt Føringar firr. Vit eru vand til nakað heilt annað. Lfvið firr gekk út uppá at tola, við uppfostran av ungdóminum | varð mest dent lagt uppá at fáa alt upp ein treystan, tolnan og áhaldandi ungdóm. Vit, sum nú liva, eru uppald firi ein stóran part til at njóta tað góða, sum tíðin og út- viklingurin hevur borið við sær. Vit standa tí nærum hjálpasleys, tá fð nakað kemur uppá, sum ikki var væntað. Tað er tó ikki bara Føringar, sum eru so vorðnir, nei! flest øll onnur fólkasløg meiri enn Føringar; vit hava ikki notið fríheitina annarsleiðis edla brúkt hana verri enn fólkasløg ivir høvur, og er tað nakað fólk, sum tolur anstreym, so er tað mestir Før- ingar, tó at teirra førumunur er ringari enn kjá fólki flest. Tað er neyvan dólskheit at vænta, at trawlarnir vilja volda landi og fólki slíkt atturstig, at tað vil merkjast f stórum. Vit hava tí gott av at venja tankan og kroppin við hin gamla føroyska livumátan, og hann er væl staddur, sum stitst er gingin burtur frá honum. Mótið mugu vit tó ikki missa, tí teir gomlu dagarnir sína okkum, at neyðin aldrin hevur verið størri, end at bót hevur verið firi henni, og tá íð hon hevur verið størst, hevur hjálpin verið næst. Og hjálpin nítist endiliga ikki at koma frá ríkisdegi edla -stíri, einans er hann, fð ivir ødlum ræður, og hann hevur verið stuðul kjá okkara fornfedrum og hann vil eisini verða tað kjá okkum.

x

Føringatíðindi

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.