Føringatíðindi - 15.12.1898, Blaðsíða 3
Legg til merki
Tað er forboðið at lata lækjurnar við
Havnar vatnsveiting standa opnar, tá íð
eingin er við lækjuna. Tí má ein og kvør,
sum ikki vil verða sektaður, skrúa væl til,
tá íð hann hevur fingið sær vatnið.
Havnarfólk bera við, at vatnið í vatns-
veitingini ikki er gott, tað sær við kvørt,
helst á morgni, dimt edla brúnt út, mein-
líkt tí vatni, sum rennur gjøgnum rustaða
takrennu. Hetta misstakið við vatninum
meinast at koma av, at tað enn er rustur í
rørinum; og fólk heldur, at tað vildi hjálpt
væl, um rørini enn eina tíð kundu skolast
við at postarnir stóðu opnir adlir samlir.
Tað er sannheit, at vatnið sær ljótt út
og at tað sær út sum rustvatn. Um hetta
altíð filgjur vatnsveitingsvatni, vita vit ikki.
Vit hava frætt frá fólki, sum í longri tíð
hevur havt vatnsveiting til Sítt hús, at tað
firi teimum bevur sínst at verið neyðugt at
lata vatnið renna eina løtu á kvørjum morgni
áðrenn tað hevur Verið tikið til brúks. Tá
ið so hevur verið gjørt, sær vatnið klárt
og reint út. At halda slíkt skil á við
vatnsveitingina f Havn er ikki so lætt.
Tað kann neyvan gerast uttan at teir, sum
eru settir til firistøðumenn við vatnsveitingina,
fáa til plikt at ansa ettir, at so verður gjørt.
í tí vit hava hettar uppá mál, skulu
vit leggja attrat, at fólk ivir høvur ikki
hevur loyvi til at lata vatnið renna, edla at
fara frá postinum og lata vatnið renna, um
tey halda, at tað ger vatnið betri, tí slíkt
er, sum frammanundan frá greitt, forboðið.
Ein spurningur.
Um eg ikki eri av klókastu fólkum,
so eri eg tó -ikki heilt bíttur alíkavæl, men
eitt kann eg ikki fáa inn í mítt fírkantaða
hødd, og tað er tað, kví hettar heimveitta
vatnið ikki má renna igjøgnum vatnpost-
arnar, uttan tá íð tað skal brúkast. Mangar
ferðir, íser um morgunin, er vatnið so
skitið, so fullt av rusti, at tað — sum mað-
urin segði nú ein dagin — er ongum líkari
enn súrt land, og tað kann ikki vera
annarsleiðis, tá íð tað ikki fær lov at renna,
í tað minsta, eitt sindur um morgunin.
Men tað má tað ikki, tað er forboðið, og
tó skal vera so nógv vatn til í beholdar-
inum úti undir fjadli, at tað rennur líka
nógv úr honum sum í hann; tí spirji eg:
Kvf má tað ikki renna ígjøgnum postarnar,
so vatnið kann blíva reint, tá tað tó rennur
til spidlis har úti?
Men tey, sum nú hava fingið vatnið
veitt inn f húsini, tey hava, so vítt eg veit,
einki forboð fingið; tey kunna lata renna
so nógv og so leingi, tey vilja. Kví tey
kunna hava lov til tað og hini ikki, tað
forstandi eg ikki; ein rættur skuldi tó
verið firi ødl, og vatnið skuldi verið eins
firi øđl, antin tey hava ráð til at fáa sær
tað inn í húsið edla ei. Eg havi nú grundað
ivir hettar einar tvær vikur, men einki
hjálpur, og eg havi ligið fleiri nætir í an-
vekri Og spekulerað uppá hettar. Tað sigur
tað sama. Hevði nú einkvør kunnað upp-
lfst mær um grunduna til hettar, — ein
ársaki má væl vera firi tf, og eingin vís-
dómur er so leysur, at hann finnur botn
onkumstaðnis, — so hevði eg sagt honum
takk firi tað, og so hevði eg kannske fingið
svøvnin attur.
Forvitin.
* *
*
1 tf vit upptaka omanfiri standandi
grein, og í tí vit vísa á tað, vit hava
skrivað um hettar málið aðra staðnis í
blaðnum, skulu vit greiða frá, at politiið
sjálvsagt nevur loyvi til at seta forboð firi
at firibirgja óskil uttanhísis í bínum, so
sum at lata vatn renna til spidlis og ivir
høvur til at firibirgja óskil við lækjurnar,
sum ikki var sjaldsamt í firstu tíðini, og
slfk forboð finnast ettir upplísningi, vit hava
fingið, imsar staðnis. kvar vatnsveiting er.
Innanhísis er tað ein onnur sak, har tikist
okkum, at politiið einki vald hevur.
Vit skulu leggja attrat, at tey edla
tann, sum vil royna at fáa hettar forboðið
loyst edla broytt — eit forboð, sum vit
attur her skulu biða fólk taka seg í vara
firi at bróta —, rættast vendir sær til
politimeistarin — fútan. — Er nú »For-
vitins fegin? Blaðst.
Putl i smáum.
í »Dúgvuni« hevur í seinri tíðini nú
og tá verið greinir at sæð, sum grein hevur
verið í. Merkið kjá skrivarinum hevur
verið »Satyr«. Sjaldsamt merki haldi eg,
»betegnandi« merki, sigur prestur. Kjá
hinum gamla Meyer havi eg hugt, kvat íð
merkið betíður, og Meyer sigur, at tað
kann útleggfast uppá gott dansk soleiðis:
en fabelagtig Mark- eller Skovgud, Skov-
trold: en Orang-Utang; et Billede af den
raa, sanselige Menneskenatur; et raat, for-
vildet, gejlt Menneske. Eg havi roynt at
útleggja hetta uppá Føroyskt firi meg
sjálvan, men komi onga leið, tí Meyer er
| so orðríkur. Nú, tað kemur júst ikki ann