Føringatíðindi - 15.12.1898, Side 1
FØRINGATÍÐINDI
Nr. 24.
15. DECEMBER 1898.
Ár.
Jólaheilsa
frá
»Føringatíðindi«.
Gleðilig jól! er inskið várt
til sistrar og brøðrur á landi.
I.at jólastjødnuna lísa klárt,
hægstu heilagur andi.
Ber troyst til sorgarbundna sál,
lætt 'nugin kjá teimum, sum stúra,
lat jólasálmar pá einglamál
ljóða til tey, sum kúra.
Gleðilig jól, gleðilig jól,
jólabadnið er várt sjól,
vár jólagáva, vár níggjárssól.
Løgtingið kom saman til ekstraordineran
fund 3. Decbr. Firi varð havt eitt bønar-
bræv . frá Førja skiparafelag til »Justits- j
ministarin«, hartil undirskrivað av óføra
nógvum Føringum, um við tað allarfirsta
at fáa eitt skip upp higar til at verja
oyggjarnar og teirra fiskiskap ímótir trawl-
fiskiskipum, sum eru í ferð við at oyða
landgrunnin um Førjar. Eisini gekk brævið
út uppá at biðja ministarin um at gera,
kvat hann kundi, firi at fáa markið (land-
grunsmarkið) broytt soleiðis, at fremmanđir
fiskarir herettir ikki skulu hava loyvi til
at fiska innari enn 10 fjórðingar frá lanđi,
meðan teir nú hava lov til at fiska 3 fjórð-
ingar frá landi. Umframt tað, at løgtingið
uppá tað besta »anbefallaði« hettar brævið,
varð viðtikið at geva amtmanninum o. u.
12,500 kr. at ráða ivir til at leiga eitt guvu-
skip, sum kundi ferðast um oyggjarnar, inn-
til Danmark sendur eitt skip herupp. Løg-
tingið var sjálvsagt á einum máli um, at
nakað mátti gerast, og tað skjótt. Ettir
tíðindum frá ríkisdegnum við »Egil« at
døma, kundi ikki skip frá ríkisstírinum
væntast í knappheit av tí, at ríkisdagurin
first mátti játta firi at lata peningin til at
smíða edla leiga eitt slíkt skip firi, og
hetta neyvan kundi væntast at koma í lag
firr enn í summar. Tingmenn meintu, at
einki annað var at gera firi at fáa hjálp
skjótt, enn at lata teir peningar rúka, sum
Førja kassarnir (Amtsrepartitionsfonden og
Amtsfattigkassen) nøvdu til avlops. Firi
at alt kundi ganga so skjótt sum møguligt,
bað tingið amtmannin um at reisa við
»Lauru« til útlondini firi at tinga við skips-
eigarar um at leiga eitt passaligt skip i 5
mánaðir (edla so leingi sum tann jottaði
peningurin rakk til). Amtmaðurin tók sær
tað uppá og fór við »J auru« seinasta
sunnudag.
Tað er at hopa, at tað, íð løgtingið
hevur avrikað, má gera gagn. og fð kvussu
er, vita vit, at tað hevur gjørt tað, sum
gerast kann undir teimum viðurskiftum,
sum nú eru. Vit hopa, at tað má eydnast
amtmanninum skjótt, ongantíð ov skjótt,
at fáa leigað eitt skip, sum kann halda
trawlfiskarirnar burtur av landgrunni okkara.
Tað er kannske ikki so lætt at fáa eitt
skip so bíliga sum vit mugu krevja tað, fð
kann væntast at fáa fatur i teimum skjótføru
eingilski trawldamparinum; men plássið
um Førjar er ikki stórt, og tá íð eitt guvu-
skip er til at sigla runt við, so noyðast
trawlarirnir at taka seg f vara, um teir
vilja sleppa rámið forbí. Kann eitt slíkt
uppsín ikki vinna nógvar bøtir frá teimum
fremmandu fiskarunum (bøtirnar vildu firi
tað firsta verið so lágur, at teir ikki føla
tær, 600 kr. hægst), so hjálpur tað tó til
at halđa okkara fiskigrunnar reinar, so at
føroyskir útróðramenn og skipsmenn kunnu
koma út, tá fð veður er. Tað hevur i
seinastu tfðini verið nógv firi kjá bátunum
at fara út á sjógvin, út midlum trawlarirnar
við ótta firi ivurveldi, tí teir hava víst, at
teir ikki smæðast at gera bátum ónáðir.
Vit vilja leggja attrat, at tað er at
hopa, at løgtingssamankomingin og løg-
tingsviðtøkan um at ofra so nógvan pening,
og reisan, íð amtmaðurin ger til Danmark,
má geva »Fiskarísakini Føroya« eitt gott
skump fram ettir í ríksdegnum.
1 øgtingið sínist at hava fatað standin
rætt, og hevur ivaleyst eisini Føljafólk ivir
høvur við sær í tí, tað hevur gjørt av og
firitikið.
Trawlarirnir síggjast alt fleiri og fleiri
um oyggjarnar. Inni á Vestmanna hevur
ein nógd verið av teimum. Til Havnar
koma fáir. Rundan um alt landið munnu
teir trawla, tó eina minst um Suðuroydna.