Føringatíðindi - 15.07.1900, Side 4

Føringatíðindi - 15.07.1900, Side 4
Eingilskmenn, at hetta verður ivaleyst teir síðstu, sum nýtast at fara. Nú hevur eingilski herurin mist úti við hálvt hundrað túsund av barđøgum og sjúku síðan kríggjið birtist í. Um hálvt- fimta túsund var deytt fyri hvítusunnu og hálvtnítjanda heimsent fyri sjúkligheit um- framt tað, íð sært er í bardøgum. í Kinalandi er ófriðurin versnandi. Eingilski admiralurin Seymur, sum var á veg til høvuðsstaðin Peking til at hjálpa útsendingum, er komin nakkalangur aftur til Tientsin, sum hann fór út frá við sinum kanónum og sínum valda liði, hvarav nú stórur partur er dripin ella særdur. Hevði Russarnir ikki hjálpt honum, høvdu flokks- menninir longu dripið bæði hann og alt liðið. Um hvussu standurin er í Peking er einki frætt nýliga. Menn hava illgruna á, at har er illa vorðið og at ríkisstýrilsið heldur við flokksmonnunum og studlar teir til at útrudda allar útlendingar. Við tað at einki prógv liggur fyri, siga tær útlendsku maktirnar seg ikki enn at hava byrja kríggj við Kina. Tó sendur hvør sum sterkast skip og kríggsfólk hartil. so at tað tykist at verða eitt sant ravnariv. Russmaðurin sigist at hava o. u. 40,000 har um vegir. Japansmenn hava sett mein enn 3000 á land j og brynja út 20 túsund aftrat. Amerika- menn senda meginpartin av herinum, á Filipsoyggjunum var. Fransmenninir hava longu sent nøkur túsund frá næstu nýlendum og Eingilskmenn senda u. gooo úr India- landi umframt nógd av skipum heimanfrá. Kinamenn tyícjast at vera djarvari og betri útgjørdir enn nakar hevði grunað, og landið er so fólkaríkt (har eru meir enn 400 miljónir av fólki), at øll hini ríkini tilsaman ikki kunnu avmanna teir. Tíðindir úr Førjum. Um mesta partin av iandinum hevur torvterrin verið skikki- liga góður, í støðum av tí besta, so at menn hava longst eftir vætu. Hesar seinastu dagarnar hevur verið av besta gróðravegri mitt um landið, so at feitur bøur er skikki- liga loðin. í Havn er sláttur byrjaður. — Til próvst er 18. júni útnevndur Eysturoya prestur Fr. Petersen. — Settur skrivari, meðan Bang er á uttanlandsferð, er fútin Engelstoft. — Norskt lærlingaskip, korvet »Ellida« var á Havnini um Jóansøku og gildi var gjørt fyri lærlingum og yvirmonnunum í klubbanum. Tað sigast at vera 25 ár síðan norskt krígsskip var á Havnini. — Hvalaveiðuskipini hjá Grøn høvdu, seinast íð frættist, fingið 30 hvalir og Mikkelsen 26. LÝSINGAR. Partafelagið »Vestmanua sleipustøð og kjølhálingslag við jarn- og træsmíðing* stevn- ist til aðalfund 26. júli í Vestmanna. Foringafelag stevnist til aðalfund Olavsøkudag kl. 3 gomlu fútahúsum. Forja totingafelag. Aðalfunđ í Havn mánadagin 30. juli Tíð og stað greidligari at kunngera við uppfestum lýsingum. Fínasta skandinavisk Eksportkafíi Surrugat er besti og bíligasti kaffitilsetningur, sum nú um stund er at fáa við handlarnar. Fæst kjá keypmonnunum. F. Hjorth & Co. Kíbenhavn K. magin so dvekk Egta Islandsk Bitter. Túsund skoðsmál, mangar gullmedaljur og doktara-attestir. Hjálpir alt fyri eitt. Lýsingar upptakast í Føringa tíðindi av smæstu skrift (petit) fyri 1 oyra kvørt orðið. Av størri Skrift (corpus) 2 orð 3 oyrur. Enn størri skriftir kosta 80 oyrur firi 1 tumma í hædđ. »Føringatíðindi« fæst bíliga á ødlum posthúsum í Danmarki og Førjum, um blaðið er bílagt framman undan. Prentað hjá „Fære Amtstidendes Bogtrykkeri". — Andsvarhavanđi: R. Effersø.

x

Føringatíðindi

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.