Føringatíðindi - 19.07.1900, Blaðsíða 1
FØRINGATÍÐINDI
Nr. 14.
19. JULI 1900.
IX. Ár.
S t a k k a I i n.
(Yrking av A.)
Tung so er mín leið,
long mín ævuskeið,
sorg og sút mær terur merg úr beini!
Onga sól eg sá,
myrk mær leiðin lá,
ferðin mín hon verður mær at meini;
— hugsi eg við mær —
endin mín er nær,
ger teg til at andast nú av øllum —
aftur gekk long tíð,
aftur kom nógv stríð,
Ijósir dreymar manast burt av trøllum,
hvør ein vón er đeyð,
einans sorg og neyð
er tann stjørna, sum mær vísur vegin.
Tey, eg trúið á,
rýmdu mær ifrá,
slitin eri eg og úti megin,
mistrúgvin eg var
bæði her og har,
gleðileyst so er mítt lív á foldum.
Hvørt eitt ting, sum ger
lívið vakurt her,
hava mínir lukkuligu grannar,
troyttur slíti eg,
einans bara meg
vanskepnan vil fella brátt til jarðar;
alla mína tíð
livi eg í strið,
alt mítt verk mær óhap ber til handa.
Verðin fær tað rós,
hon er fríð og ljós,
alđrin vendi hon mær ljósar síður,
eingin er sum eg
trongdur av fortreð,
skal tað vara við til allar tíðir?
í barmi mínum, hvar fyrr var kvirt,
har hevur ein neisti sær fjalt,
hann tóktist mær deyður og alt sýntist stirt
av frosti og kulda kvalt.
Ein kærleiksneisti glitrar enn,
ein arvur frá ljósari tið,
um onkur guds vinur birti hann upp,
um Harrin vil tala sítt almaktsorð
og rópa: kikna og brenn.............
Gloym ikki
at keypa tær bíbilsøguna, sum Joen Poulsen,
lærari á Strondum, hevur skrivað í føroyskum
máli. Hon kostar bara eina krónu, fæst í
bókahandlinum í Havn og er størri enn
aðrar bíbilsøgur og er fyrsta bíbilsøga
uppá okkara móðurmál. Tit, sum vaksin
eru, mugu keypa hana fyri at hon kann
vera í húsinum. Ein mannsaldur hereftir
vilja øll fegin eiga hesa bók, og børn vilja tá
kennast inn á foreldir síni fyri, at tey ikki
hava keypt hana. *Dimmalætting« og
»Fuglaframi«, bæði hesi heilt forskelligi
bløðini. rósa bókini,
keypið hana tí.
A. S.
Eru Føringar óbliðir.
Tað hevur ikki verið ofta, at útlenđ-
ingar hava komið til Førjar og stansað
nakað her. Einstakir hava tó gjørt tað og
einstakir hava eisini skrivað um síni inn-
tryk fráFørjum. Vit hava ímillum at sæð
slíkar skriftir, danskar og eingilskar, og
har hevur altíð verið framhildið, at blíð-
skapur er ein høvuðs»egenskapur« hjá
Føringum. Nú generalstabsmenninir endaðu
starv sítt við uppmáling av Førjum, hava
teir sent Føringum takk fyri bliðskap.
Eftir øllum hesum skuldi ein trú, at Før-
ingar høvdu goymt tann fyri tey gomlu
norðanfólkini eygkenda blíðskapin.
Tí má ein undrast yvir eitt bræv frá
Keypmannahavn, sum stendur í blaðnum
»Fuglaframa« nr. 7 íár. Tað sær út sum
skuldi tað verið Føringur, íð skrivar —
merkíð er »J. H.« — Sum fyrr nevnt í
blaðnum skulu danskir studentar leggja at
i Trongisvági og Havn á veg til íslands í
begynningini av avgust mánaða. í umtalu
síni av hesi studentarreisini skrivar »J. H.«:
. . . »Ein íslenđskur lærdur maður í Keyp-
mannahavn, dr. Finnur Jónsson, fór tvær vikur
síðani til Islands at virka fyri at hesir 200
danskarir fingu eina festliga og prýðiliga
mótitøku. Hvat gera Føroyingar?? Ja, tað
man ikki bæta at uppfordra teir at taka
væl og virðingasamt móti stammubrøðrum
sinum; so vitt eru teir ikki komnir enn,
at teir duga á at skyna sítt egna besta i