Føringatíðindi - 19.07.1900, Síða 1

Føringatíðindi - 19.07.1900, Síða 1
FØRINGATÍÐINDI Nr. 14. 19. JULI 1900. IX. Ár. S t a k k a I i n. (Yrking av A.) Tung so er mín leið, long mín ævuskeið, sorg og sút mær terur merg úr beini! Onga sól eg sá, myrk mær leiðin lá, ferðin mín hon verður mær at meini; — hugsi eg við mær — endin mín er nær, ger teg til at andast nú av øllum — aftur gekk long tíð, aftur kom nógv stríð, Ijósir dreymar manast burt av trøllum, hvør ein vón er đeyð, einans sorg og neyð er tann stjørna, sum mær vísur vegin. Tey, eg trúið á, rýmdu mær ifrá, slitin eri eg og úti megin, mistrúgvin eg var bæði her og har, gleðileyst so er mítt lív á foldum. Hvørt eitt ting, sum ger lívið vakurt her, hava mínir lukkuligu grannar, troyttur slíti eg, einans bara meg vanskepnan vil fella brátt til jarðar; alla mína tíð livi eg í strið, alt mítt verk mær óhap ber til handa. Verðin fær tað rós, hon er fríð og ljós, alđrin vendi hon mær ljósar síður, eingin er sum eg trongdur av fortreð, skal tað vara við til allar tíðir? í barmi mínum, hvar fyrr var kvirt, har hevur ein neisti sær fjalt, hann tóktist mær deyður og alt sýntist stirt av frosti og kulda kvalt. Ein kærleiksneisti glitrar enn, ein arvur frá ljósari tið, um onkur guds vinur birti hann upp, um Harrin vil tala sítt almaktsorð og rópa: kikna og brenn............. Gloym ikki at keypa tær bíbilsøguna, sum Joen Poulsen, lærari á Strondum, hevur skrivað í føroyskum máli. Hon kostar bara eina krónu, fæst í bókahandlinum í Havn og er størri enn aðrar bíbilsøgur og er fyrsta bíbilsøga uppá okkara móðurmál. Tit, sum vaksin eru, mugu keypa hana fyri at hon kann vera í húsinum. Ein mannsaldur hereftir vilja øll fegin eiga hesa bók, og børn vilja tá kennast inn á foreldir síni fyri, at tey ikki hava keypt hana. *Dimmalætting« og »Fuglaframi«, bæði hesi heilt forskelligi bløðini. rósa bókini, keypið hana tí. A. S. Eru Føringar óbliðir. Tað hevur ikki verið ofta, at útlenđ- ingar hava komið til Førjar og stansað nakað her. Einstakir hava tó gjørt tað og einstakir hava eisini skrivað um síni inn- tryk fráFørjum. Vit hava ímillum at sæð slíkar skriftir, danskar og eingilskar, og har hevur altíð verið framhildið, at blíð- skapur er ein høvuðs»egenskapur« hjá Føringum. Nú generalstabsmenninir endaðu starv sítt við uppmáling av Førjum, hava teir sent Føringum takk fyri bliðskap. Eftir øllum hesum skuldi ein trú, at Før- ingar høvdu goymt tann fyri tey gomlu norðanfólkini eygkenda blíðskapin. Tí má ein undrast yvir eitt bræv frá Keypmannahavn, sum stendur í blaðnum »Fuglaframa« nr. 7 íár. Tað sær út sum skuldi tað verið Føringur, íð skrivar — merkíð er »J. H.« — Sum fyrr nevnt í blaðnum skulu danskir studentar leggja at i Trongisvági og Havn á veg til íslands í begynningini av avgust mánaða. í umtalu síni av hesi studentarreisini skrivar »J. H.«: . . . »Ein íslenđskur lærdur maður í Keyp- mannahavn, dr. Finnur Jónsson, fór tvær vikur síðani til Islands at virka fyri at hesir 200 danskarir fingu eina festliga og prýðiliga mótitøku. Hvat gera Føroyingar?? Ja, tað man ikki bæta at uppfordra teir at taka væl og virðingasamt móti stammubrøðrum sinum; so vitt eru teir ikki komnir enn, at teir duga á at skyna sítt egna besta i

x

Føringatíðindi

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.