Føringatíðindi - 19.07.1900, Blaðsíða 2
slíkum; men fylgjan verður eisini, at meðan
akademikarnir koma heim aftur við livandi
interessu fyri íslandi, so bera teir eing,i
inntryk aftur úr Føroyum. Men eg
rópi: Hava vit ráð til at vera Danmarks
interessu fyri Føroyum fyri utan!!«
Hvussu J. H. hevur íingið grund til at
seta hetta petti soleiðis saman, sýnist óklárt,
og ein má koma til at hugsa um tað danska
orðatakið: »Frænde er Frænde værst«, tí
sum frammanundan sagt plaga utlendingar
at rósa Føringum fyri blíðskap. Leggja
vit nakra vegt uppá tað, sum J. H. sigir,
so sýnist meiningin um tann føroyska blíð-
skapin ikki at vera okkum góð í Keypí-
mannahavn. Ella er hetta bara eitt nýtt
dømi uppá, hvussu lítið okkara lands.menn
í Danmarki virða okkum ? Ein kann jú
eisini trúgva, at grundin hjá J. H. er tann,
at hann vil sleppa »at rópa«. Tað er ein
sjúka nú á døgum, at hvør vil sleppa at
rópa harðári enn annar.
Tað er óđámligt at fara at rósa sær
sjálvum, men tá íð slíkt kemur fram frá
Føringum, var tað ikki løgið, um ein ella
annar kom við góðum bevísum og sendi
J. H., um at Føringar kunnu mála seg við
aðrar í blíðskapi. Hvat serliga tí viðvíkir,
at teir ikki skuldi forstaði sítt egið gagn
og besta — so má ein annar taka sær av
tí; eg ráði ikki »Føringatíðindi« til at
leggja eitt orð til tess. — Tað er gott at
fata, at Føringar i Keypmannahavn, sum
eg antaki hava interessu fyri hesum
gestum, sum talan er um, vilja, at vit skulu
vísa gestunum blíðskap. Eg kann eisini
til neyð fata, at J. H. uppá sín máta vil
»uppfordra« Føringar til at vera blíðar.
Men mátin líkist akkurat tí máta, sum J. H,
kannske sum smábarn hevur kent, tá íð
tann stóri, klóki drongurin vil hava hin
yngra at gera eitt elia annað vitleyst, t. d.
leypa tvørtur um eina á. hvar hin yngri er
vissur í at detta í vatnið, »Ikki torur tú«,
»Ikki torur tú«. Hesin mátin kann so virka
at tann ungi óforsiktigi springur og tað
beint í ánna. — 011 vita tó, at slíkt ikki
er fyri vaksin fólk at brúka, og harav fær
ein eisini tað inntryk, at J. H.s grein, so
gomulklók hon enn sær út, er samansett
av ungleika . . . tonkt og skrivað eina nátt
og burtur alt fyri eitt, tí stutt er ímillum
látur og grát hjá tí unga. Mangt orð
verður sagt, sum ikki er soleiðis meint ■—
sagt í tankaloysi.
Tann komite — nevnd —■- sum sigist
at vera samansett til at standa fyri tí høgtíð,
íð gerast skal fyri studentunum, er tí neyvan
bangin fyri, at ikki alt Førjafólk er við til
at taka væl imóti teimum donsku student-
unum. Sakin er jú ein ærusak hjá okkum
øllum. Eg eri eisini vissur í, at fólk
rundanum frá Førjum kemur til Havnar at
taka ímóti og síggja hesar menn, tí ikki
er tað bara ungir studentar* men so at siga
Danmarks bestu menn eru væntanđi eisini.
Vit hopa eisini at Danskarnir mugu
siga, tá íð teir fara úr Førjum, tað sama
sum teir norsku kadettarnir søgdu tvær
vikur síðani: sAldrin hava vit verið ímillum
bliðari fólk end »vore færøske frænder«.
Andr. S.
Eitt hundahol.
Tað, sum fyri kortum stóð í Føringat.«
um ein hest, sum sá visasligur og armur
út, er eingin staksøga men slíkt hendir
heríFørjum nógv ov ofta. Hvussu er ella
ikki, so má tað sigast, at umsorgan fyri
kríatúrinum ikki er tilstrekkilig her hjá
okkum. í bý og á bygd vera đjórini um-
farin so, at tað mest er synd og skom
fyri eigarin. Seyðurin, sum skal takast av
um heystið, stendur ofta og svøltar fleiri
dagar og nætir, áðrenn hann verður dripin,
av tí at hann skal flytast langar leiðir til
eigarmannin og óveður kemur. Síðani
verður hann á báti fluttur, liggur bundin
fleiri tímar í einum trongum skuti — seyður
omaná øðrum —, hvør torur nokta fyri, at
slíkt er verri enn ringur behandlingur av
livandi skapningum.
Hann, sum skrivaði í »Føringat.« um
hestin, hevur givið eitt bílæti av, hvussu
tað slagi ofta verður umfarið. Tað bílætið
er, sum áður sagt, ikki einstakt. Hesturin
trælar ofta dag eftir dag; eingip spyr um
hann er sjúkligur ella ikki. Úti má hann
strevast vetur sum summar. Ofta svangur
og móður má hann undir byrðuna og gongur
hann ikki so skjótt sum antin húsbóndin
ella ein annar lønaður følisleysur rossa-
drongur vil, skal hann hava bank. Arbeiði,
bank og einki at liva av dag eftir dag —
tað eru ofta lívsvilkorini hjá arbeiðshestum
okkara.
Soleiðis kann ein blíva við at rokna
upp um øll húsdjórini. Tey vera ofta
samvitskuleyst viðfarin. Tó kann hetta
ikki galda fyri øll og allar, nei, tey eru
heldur ikki fá, sum í đjórinum síggja ein
skapning, sum skal vælast um so sum
viðurskiftini eru.
Tað, sum eg mest vildi við hesari
grein, er at tosa um teir nógvu hundarnar
í Havn. Tá ið ein fer út um đurin er hann
næstanvissur at hava ein hund í beininum
á sær. Hesir hundar (í alt fall nógvir av
teimum) leika í sum vildu teir svølt einum
livandi. Antin tað nú er av svongd ella
av óvana, veit eg ikki, men rangt er tað
við hunđunum og ódámligt er fyri fólk at
fáa slíkar at hanga uppi í beininum á sær.
Ikki hevur tað verið frítt fyri, at hunđarnir
hava biti. Er tað av svongd, so er tað