Føringatíðindi - 19.07.1900, Page 2

Føringatíðindi - 19.07.1900, Page 2
slíkum; men fylgjan verður eisini, at meðan akademikarnir koma heim aftur við livandi interessu fyri íslandi, so bera teir eing,i inntryk aftur úr Føroyum. Men eg rópi: Hava vit ráð til at vera Danmarks interessu fyri Føroyum fyri utan!!« Hvussu J. H. hevur íingið grund til at seta hetta petti soleiðis saman, sýnist óklárt, og ein má koma til at hugsa um tað danska orðatakið: »Frænde er Frænde værst«, tí sum frammanundan sagt plaga utlendingar at rósa Føringum fyri blíðskap. Leggja vit nakra vegt uppá tað, sum J. H. sigir, so sýnist meiningin um tann føroyska blíð- skapin ikki at vera okkum góð í Keypí- mannahavn. Ella er hetta bara eitt nýtt dømi uppá, hvussu lítið okkara lands.menn í Danmarki virða okkum ? Ein kann jú eisini trúgva, at grundin hjá J. H. er tann, at hann vil sleppa »at rópa«. Tað er ein sjúka nú á døgum, at hvør vil sleppa at rópa harðári enn annar. Tað er óđámligt at fara at rósa sær sjálvum, men tá íð slíkt kemur fram frá Føringum, var tað ikki løgið, um ein ella annar kom við góðum bevísum og sendi J. H., um at Føringar kunnu mála seg við aðrar í blíðskapi. Hvat serliga tí viðvíkir, at teir ikki skuldi forstaði sítt egið gagn og besta — so má ein annar taka sær av tí; eg ráði ikki »Føringatíðindi« til at leggja eitt orð til tess. — Tað er gott at fata, at Føringar i Keypmannahavn, sum eg antaki hava interessu fyri hesum gestum, sum talan er um, vilja, at vit skulu vísa gestunum blíðskap. Eg kann eisini til neyð fata, at J. H. uppá sín máta vil »uppfordra« Føringar til at vera blíðar. Men mátin líkist akkurat tí máta, sum J. H, kannske sum smábarn hevur kent, tá íð tann stóri, klóki drongurin vil hava hin yngra at gera eitt elia annað vitleyst, t. d. leypa tvørtur um eina á. hvar hin yngri er vissur í at detta í vatnið, »Ikki torur tú«, »Ikki torur tú«. Hesin mátin kann so virka at tann ungi óforsiktigi springur og tað beint í ánna. — 011 vita tó, at slíkt ikki er fyri vaksin fólk at brúka, og harav fær ein eisini tað inntryk, at J. H.s grein, so gomulklók hon enn sær út, er samansett av ungleika . . . tonkt og skrivað eina nátt og burtur alt fyri eitt, tí stutt er ímillum látur og grát hjá tí unga. Mangt orð verður sagt, sum ikki er soleiðis meint ■— sagt í tankaloysi. Tann komite — nevnd —■- sum sigist at vera samansett til at standa fyri tí høgtíð, íð gerast skal fyri studentunum, er tí neyvan bangin fyri, at ikki alt Førjafólk er við til at taka væl imóti teimum donsku student- unum. Sakin er jú ein ærusak hjá okkum øllum. Eg eri eisini vissur í, at fólk rundanum frá Førjum kemur til Havnar at taka ímóti og síggja hesar menn, tí ikki er tað bara ungir studentar* men so at siga Danmarks bestu menn eru væntanđi eisini. Vit hopa eisini at Danskarnir mugu siga, tá íð teir fara úr Førjum, tað sama sum teir norsku kadettarnir søgdu tvær vikur síðani: sAldrin hava vit verið ímillum bliðari fólk end »vore færøske frænder«. Andr. S. Eitt hundahol. Tað, sum fyri kortum stóð í Føringat.« um ein hest, sum sá visasligur og armur út, er eingin staksøga men slíkt hendir heríFørjum nógv ov ofta. Hvussu er ella ikki, so má tað sigast, at umsorgan fyri kríatúrinum ikki er tilstrekkilig her hjá okkum. í bý og á bygd vera đjórini um- farin so, at tað mest er synd og skom fyri eigarin. Seyðurin, sum skal takast av um heystið, stendur ofta og svøltar fleiri dagar og nætir, áðrenn hann verður dripin, av tí at hann skal flytast langar leiðir til eigarmannin og óveður kemur. Síðani verður hann á báti fluttur, liggur bundin fleiri tímar í einum trongum skuti — seyður omaná øðrum —, hvør torur nokta fyri, at slíkt er verri enn ringur behandlingur av livandi skapningum. Hann, sum skrivaði í »Føringat.« um hestin, hevur givið eitt bílæti av, hvussu tað slagi ofta verður umfarið. Tað bílætið er, sum áður sagt, ikki einstakt. Hesturin trælar ofta dag eftir dag; eingip spyr um hann er sjúkligur ella ikki. Úti má hann strevast vetur sum summar. Ofta svangur og móður má hann undir byrðuna og gongur hann ikki so skjótt sum antin húsbóndin ella ein annar lønaður følisleysur rossa- drongur vil, skal hann hava bank. Arbeiði, bank og einki at liva av dag eftir dag — tað eru ofta lívsvilkorini hjá arbeiðshestum okkara. Soleiðis kann ein blíva við at rokna upp um øll húsdjórini. Tey vera ofta samvitskuleyst viðfarin. Tó kann hetta ikki galda fyri øll og allar, nei, tey eru heldur ikki fá, sum í đjórinum síggja ein skapning, sum skal vælast um so sum viðurskiftini eru. Tað, sum eg mest vildi við hesari grein, er at tosa um teir nógvu hundarnar í Havn. Tá ið ein fer út um đurin er hann næstanvissur at hava ein hund í beininum á sær. Hesir hundar (í alt fall nógvir av teimum) leika í sum vildu teir svølt einum livandi. Antin tað nú er av svongd ella av óvana, veit eg ikki, men rangt er tað við hunđunum og ódámligt er fyri fólk at fáa slíkar at hanga uppi í beininum á sær. Ikki hevur tað verið frítt fyri, at hunđarnir hava biti. Er tað av svongd, so er tað

x

Føringatíðindi

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.