Føringatíðindi - 19.07.1900, Blaðsíða 4

Føringatíðindi - 19.07.1900, Blaðsíða 4
arnum. Nú fyri kortum hava Boarir tikið fleiri hundrað Eingilskmenn til fangar og hartil kanónir og annan krígsreiðskap. Gamli Krúger er ikki til sins at geva uppat. Hevði tann niðanfyri umtalaði Kinaófriðurin verið vorðin so herviligur í vetur sum hann er nú, mundi Eingilskmaðurin sætt seg í nevan fyri at sent so nógv fólk suður til Afrika, og so hevði staðið betri til hjá Boarnum. Transvaalsbardagin hevur tó gjørt tað, at Eingilskmenn ikki kunnu taka so harðliga til i Kina sum teir ynskja tað, og hvør veit um teir ikki seinri koma at angra, at teir hava hondtert Boarnar sum teir hava gjørt, um teir so fáa trakkað teir unđir. Eingland vil ivaleyst sum onnur lond fáa ,sær gloypubitar av Kina, um tað skal bítast sundur. Kinaófriðurin. Alt samt hoyrist verri og verri tíðindir frá Kina. Umframt tann týska gesantin í Peking fortelja bløðini frá, at allir hinir evropeisku gesantarnir skulu vera myrðaðir, men um hetta er sannheit, er ikki gott at ætla. í alt fall veit Evropa, at tað stendir um lívið hjá Evropearum í Kina, og tað sigist millum annað, at ein donsk Missiónsstatión skal vera hart trongd. Tær evropeisku stór- maktirnar senda hópin av fólki til Kina. Russland gongur sjálvsagt á odda. Týsk- land er sum rímiligt eina argast, av tí at gesanturin er dripin, og keisarin hevur boðað frá, at hann vil hava hevn og sjálv- sagt eisini mannabót fyri útsending sín — ein mannabót, sum sikkurt skal standa í landspørtum. Frá Danmarki. í býnum Esbjerg hevur nýliga verið stór høgtíð av tí at ein >statua« av kongi okkara, sum skal standa har, er latin til sjónar. Krónprinsurin hevur verið til stevis. í Odense er »land- mannsforsamling«, og Krónprinsurin hevur eisini verið har. í báðum støðum hevur hann hildið talur, sum vekja uppsigt rundan um landið. Vinstrablaðið »Politiken« hevur tó vilja til at finnast at hesum talum, hvar av ein gekk út pá at uppfordra danska fólkið til at íforsvarssakin* skuldi fremjast sum størsta landasak. LÝSINGAR. Partafelagið »Vestmanua sleipustøð (0g kjølhálingslag við jarn- og træsmíðing« stevn- ist til aðalfund 26. júli í Vestmanna. Føringafelag stevnist til aðalfund Olavsøkudag kl. 3 gomlu fútahúsum. Forja tøtingafelag. Aðalfund i Havn mánadagin 30. juli Tið og stað greidligari at kunngera við uppfestum lýsingum. Fínasta skandinavisk Eksportkaffi Surrugat er besti og bíligasti kaffitilsetningur, sum nú um stund er at fáa við handlarnar. Fæst kjá keypmonnunum. F. Hjorth & Co. København K. Bilar magin so drekk E«;ta O Islandsk Bitter. Túsund skoðsmál, m^ngar gullmedaljur og doktara-attestir. Hjálpir alt fyri eitt. Tíðindir úr Førjum. Veðurlagið hevur verið gott; tó hevur javnur óterri verið ymsa staðnis, helst av mjørka. Aðra staðnis hevur terrin verið av tí besta. — Trawlarir eru tveir førdir til Havnar av »Guldborgsund« og sektaðir her fyri at teir hava ferðast á okkara landgrunni við trawlreiðski til reiðar at brúkast. Lýsingar upptakast í Føringa- tíðindi av smæstu skrift (petit) fyri 1 oyra kvørt orðið. Av størri Skrift (corpus) 2 orð 3 oyrur. Enn størri skriftir kosta 80 oyrur firi 1 tumma í hædd. »Føringatíðindi« fæst bíliga á ødlum posthúsum í Danmarki og Førjum, um blaðið er bílagt framman undan. Prentað hjá „Fær® Amtstidendes Bogtrykkeri“. — Andsvarhavandi: R. Efferse.

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.