Føringatíðindi - 19.07.1900, Page 4
arnum. Nú fyri kortum hava Boarir tikið
fleiri hundrað Eingilskmenn til fangar og
hartil kanónir og annan krígsreiðskap.
Gamli Krúger er ikki til sins at geva uppat.
Hevði tann niðanfyri umtalaði Kinaófriðurin
verið vorðin so herviligur í vetur sum hann
er nú, mundi Eingilskmaðurin sætt seg í
nevan fyri at sent so nógv fólk suður til
Afrika, og so hevði staðið betri til hjá
Boarnum. Transvaalsbardagin hevur tó
gjørt tað, at Eingilskmenn ikki kunnu taka
so harðliga til i Kina sum teir ynskja tað,
og hvør veit um teir ikki seinri koma at
angra, at teir hava hondtert Boarnar sum
teir hava gjørt, um teir so fáa trakkað teir
unđir. Eingland vil ivaleyst sum onnur
lond fáa ,sær gloypubitar av Kina, um tað
skal bítast sundur.
Kinaófriðurin. Alt samt hoyrist
verri og verri tíðindir frá Kina. Umframt
tann týska gesantin í Peking fortelja bløðini
frá, at allir hinir evropeisku gesantarnir
skulu vera myrðaðir, men um hetta er
sannheit, er ikki gott at ætla. í alt fall
veit Evropa, at tað stendir um lívið hjá
Evropearum í Kina, og tað sigist millum
annað, at ein donsk Missiónsstatión skal
vera hart trongd. Tær evropeisku stór-
maktirnar senda hópin av fólki til Kina.
Russland gongur sjálvsagt á odda. Týsk-
land er sum rímiligt eina argast, av tí at
gesanturin er dripin, og keisarin hevur
boðað frá, at hann vil hava hevn og sjálv-
sagt eisini mannabót fyri útsending sín —
ein mannabót, sum sikkurt skal standa í
landspørtum.
Frá Danmarki. í býnum Esbjerg
hevur nýliga verið stór høgtíð av tí at ein
>statua« av kongi okkara, sum skal standa
har, er latin til sjónar. Krónprinsurin
hevur verið til stevis. í Odense er »land-
mannsforsamling«, og Krónprinsurin hevur
eisini verið har. í báðum støðum hevur
hann hildið talur, sum vekja uppsigt rundan
um landið. Vinstrablaðið »Politiken« hevur
tó vilja til at finnast at hesum talum, hvar
av ein gekk út pá at uppfordra danska
fólkið til at íforsvarssakin* skuldi fremjast
sum størsta landasak.
LÝSINGAR.
Partafelagið »Vestmanua sleipustøð (0g
kjølhálingslag við jarn- og træsmíðing« stevn-
ist til aðalfund 26. júli í Vestmanna.
Føringafelag
stevnist til aðalfund Olavsøkudag kl. 3
gomlu fútahúsum.
Forja tøtingafelag.
Aðalfund i Havn mánadagin 30. juli
Tið og stað greidligari at kunngera við
uppfestum lýsingum.
Fínasta skandinavisk
Eksportkaffi Surrugat
er besti og bíligasti kaffitilsetningur, sum
nú um stund er at fáa við handlarnar.
Fæst kjá keypmonnunum.
F. Hjorth & Co.
København K.
Bilar
magin
so drekk
E«;ta
O
Islandsk
Bitter.
Túsund skoðsmál,
m^ngar gullmedaljur
og doktara-attestir.
Hjálpir alt fyri eitt.
Tíðindir úr Førjum. Veðurlagið hevur
verið gott; tó hevur javnur óterri verið
ymsa staðnis, helst av mjørka. Aðra staðnis
hevur terrin verið av tí besta.
— Trawlarir eru tveir førdir til Havnar
av »Guldborgsund« og sektaðir her fyri at
teir hava ferðast á okkara landgrunni við
trawlreiðski til reiðar at brúkast.
Lýsingar upptakast í Føringa-
tíðindi av smæstu skrift (petit) fyri 1 oyra
kvørt orðið. Av størri Skrift (corpus) 2 orð
3 oyrur. Enn størri skriftir kosta 80 oyrur
firi 1 tumma í hædd.
»Føringatíðindi« fæst bíliga á ødlum
posthúsum í Danmarki og Førjum, um
blaðið er bílagt framman undan.
Prentað hjá „Fær® Amtstidendes Bogtrykkeri“. — Andsvarhavandi: R. Efferse.