Føringatíðindi - 09.08.1900, Síða 3

Føringatíðindi - 09.08.1900, Síða 3
við hvítum hári segði, at hevði hon vitað, hvør íð hevði yrkt »eitt róp«, so hevði hon farið at kyst hann. Hendan yrkingin er tað, Q fær senda frá góðum vini í ÍCeyp- mannahavn, og sum tað helđur vera mein- ingsleysa. Dersum Q ikki fatar meiningina í einari yrking betri enn háttin á henni, so er tað ikki unđarligt, um meiningin krógvar seg fyri Q í hesari nevndi yrkingini. Tann seinasta helftin av henni hevur bæði bók- stavrím og endarím. Og har hevur Q for- andrað eitt orð, so at bókstavrímið er brotið, og staðið gjørt meiningsleyst. Tað er tann fyrsta reglan í næstseinasta ørindi. Har stóð: sLeita eftir landi, íð fjart var atfinnac. Men Q forandrar leita til søkja. Eg slútti mær, at Q hevur hugsað sum so: sSøkja er ikki verri enn leita« — bókstavrimið 'nevur tað ikki sætt — »og meiningin verður ikki verri enn hon er.« Tí eg fái meg ikki til at trúgva, at Q hevur verið so malisjøskt, at tað hevur brotið bókstavrímið við vilja. Men søkja gevur sum sagt onga meining her. Tí orðið søkja brukast um tað, sum ein bestemt veit, hvar íð tað er og hvussu tað er. Sagt verður: »At søkja til dok- tarinc — »at søkja inn undir land« — »at søkja kalva« o. s. v. Men orðíð leita brúkast um tað, sum ein ikki vist veit, hvar íð tað er, ella ikki veit um tað er til. Og hinir gomlu Normenninir vistu ikki vist, hvar íð Førjar lógu, vistu kanske knapt at tær vóru til. Fyri at Q kann geva sær góða tíð til at hugsa seg um, og fyri at tað kann deila meg í vælvalđum orðum, skal eg ' fortelja tí, at eg ikki ætli mær at svara tí aftur, um tað so skrivar »Føringat.« fult, entin tað skrivar fólkaligt ella ófólkaligt, líkt ella ólíkt. Bæði av ti, at eg ikki vil ársaka »Føringat.« til at oveta seg av vavgreyti frá Q, og eisini av tí, at eg havi lovað mær sjálvum ikki at skriva eitt orð til nakað blað frá august íár til august næsta ár. Esbjerg í juli igoo. A. Jógvansson. * * * Lesarirnir kunnu ivaleyst ætla, hvussu ógrundaða meining brævskrivarin setur fram, tá íð hann skyldar Q fyri at hava broytt yrkingina »eitt róp«. Hví skuldi Q gjørt sær ómak at skriva hana um, ístaðinfyri at senda hana til prentusmiðjuna soleiðis sum hon kom frá tí góða vininum i Keypmannahavn? Til brævskrivarin geva vit okkum loyvi at senda tey góðu ráð: Ger ikki so nógv út av øgnini í grannans eyga, at tú gloymir tína egnu vomm! Blaðst. Mangt og hvat og eitt og annað. Nýliga er í Keypmannahavn íbirt eitt felag, sum hevur til enđamál, at fremja sam-arbeiðið og flætta sam-band millum gronskøllingar í norðanlondum. Felagsins lógir siga m. a., at hann, sum vil koma inn í felagið, má frammanundan hava prógv fyri, at hann aldrin hevur gjørt peningsverk og aldrin hevur haft álvara í kroppinum. Síðani má hann, ið meldar seg inn, útteinkja eitt ella annað gatuđreingjabragd, áðrenn hann verður innskrivaður. Nevndin dømar um tað er so fávitskut, sum tað eigir at vera. Felagið ber navnið »Gronskøllingur«, hevur í Førjum eitt blað til at ganga ørinđir sini. Felagsins skrivari til tað før- oyska blaðið er »G 104«. Tá íð »Smiril« fór úr Keypmannahavn seinast, hevði felagið virkað nakrar dagar. Tað sigist, at Føringar skullu vera limir av felaginum, og at Føringar skullu renna ørindir fyri tað í Førjum. 011 eru ivaleyst sam-sint um, at tað leingi hevur verið trongd til eitt slíkt felag, sum kann fremja sam-eining millum tey nógvu, sum á okkara døgum spæla gron- skøllingar. Eg kendi ein mann, hann hevur verið kendur í »Føringat.« fyrr, men er nú avsagdur, sum, áðrenn hann fór fyri bakkan, spáðaði, at eitt slíkt felag hevði framtíð fyri sær. Hevði hann nú vita seg aftur í verðina. 1... q. FRÁ ÚTI.ONDUM. Kinaófriðurin tykist ikki at batna men heldur at breiða seg til allar landspartar. Eftir ætlan er nærum ein millión av Kina- monnum útgjørdir til bardagar. Tað sam- einda útlendska herliðið, íð komið var saman i Tientsin, 70,000 í talið, hevur yvir- vunnið tann staðin og hevur opnan veg eystur eftir til sjós, men tykist ikki at vera ment til at vinna fram til høvuðsstaðin Pekin. Um teir útlendsku útsendingarnar har og fólk teirra koma hvønn dag ymislig tíðindi. Tað sanna er, at eingi álítandi tíðindi eru framkomin í fleiri vikur. Úr Suðurafrika frættist, at herhøvdingi de Wet í Oranjeríkinum verjir seg manni- liga. Hann hevur nýliga brotið gjøgnum ringin, íð Eingilskmenninir høvdu girt uttan um hann og riðið sær ein dystaleik vestur at jarnbreytini, sum hann hevur oyðulagt í stórum, og hevur fangað fyrst 100 og síðan 200 av Fingilskmonnum, íð har vóru settir til at verja.

x

Føringatíðindi

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.