Føringatíðindi - 09.08.1900, Blaðsíða 3
við hvítum hári segði, at hevði hon vitað,
hvør íð hevði yrkt »eitt róp«, so hevði hon
farið at kyst hann. Hendan yrkingin er
tað, Q fær senda frá góðum vini í ÍCeyp-
mannahavn, og sum tað helđur vera mein-
ingsleysa.
Dersum Q ikki fatar meiningina í
einari yrking betri enn háttin á henni, so
er tað ikki unđarligt, um meiningin krógvar
seg fyri Q í hesari nevndi yrkingini. Tann
seinasta helftin av henni hevur bæði bók-
stavrím og endarím. Og har hevur Q for-
andrað eitt orð, so at bókstavrímið er
brotið, og staðið gjørt meiningsleyst. Tað
er tann fyrsta reglan í næstseinasta ørindi.
Har stóð: sLeita eftir landi, íð fjart var
atfinnac. Men Q forandrar leita til søkja.
Eg slútti mær, at Q hevur hugsað sum
so: sSøkja er ikki verri enn leita« —
bókstavrimið 'nevur tað ikki sætt — »og
meiningin verður ikki verri enn hon er.«
Tí eg fái meg ikki til at trúgva, at Q
hevur verið so malisjøskt, at tað hevur
brotið bókstavrímið við vilja.
Men søkja gevur sum sagt onga meining
her. Tí orðið søkja brukast um tað, sum
ein bestemt veit, hvar íð tað er og hvussu
tað er. Sagt verður: »At søkja til dok-
tarinc — »at søkja inn undir land« —
»at søkja kalva« o. s. v. Men orðíð leita
brúkast um tað, sum ein ikki vist veit, hvar
íð tað er, ella ikki veit um tað er til. Og
hinir gomlu Normenninir vistu ikki vist,
hvar íð Førjar lógu, vistu kanske knapt at
tær vóru til.
Fyri at Q kann geva sær góða tíð til
at hugsa seg um, og fyri at tað kann deila
meg í vælvalđum orðum, skal eg ' fortelja
tí, at eg ikki ætli mær at svara tí aftur,
um tað so skrivar »Føringat.« fult, entin
tað skrivar fólkaligt ella ófólkaligt, líkt
ella ólíkt. Bæði av ti, at eg ikki vil ársaka
»Føringat.« til at oveta seg av vavgreyti
frá Q, og eisini av tí, at eg havi lovað mær
sjálvum ikki at skriva eitt orð til nakað
blað frá august íár til august næsta ár.
Esbjerg í juli igoo.
A. Jógvansson.
* *
*
Lesarirnir kunnu ivaleyst ætla, hvussu
ógrundaða meining brævskrivarin setur
fram, tá íð hann skyldar Q fyri at hava
broytt yrkingina »eitt róp«. Hví skuldi
Q gjørt sær ómak at skriva hana um,
ístaðinfyri at senda hana til prentusmiðjuna
soleiðis sum hon kom frá tí góða vininum
i Keypmannahavn?
Til brævskrivarin geva vit okkum loyvi
at senda tey góðu ráð: Ger ikki so nógv
út av øgnini í grannans eyga, at tú gloymir
tína egnu vomm! Blaðst.
Mangt og hvat
og
eitt og annað.
Nýliga er í Keypmannahavn íbirt eitt
felag, sum hevur til enđamál, at fremja
sam-arbeiðið og flætta sam-band millum
gronskøllingar í norðanlondum. Felagsins
lógir siga m. a., at hann, sum vil koma
inn í felagið, má frammanundan hava prógv
fyri, at hann aldrin hevur gjørt peningsverk
og aldrin hevur haft álvara í kroppinum.
Síðani má hann, ið meldar seg inn, útteinkja
eitt ella annað gatuđreingjabragd, áðrenn
hann verður innskrivaður. Nevndin dømar
um tað er so fávitskut, sum tað eigir at
vera. Felagið ber navnið »Gronskøllingur«,
hevur í Førjum eitt blað til at ganga
ørinđir sini. Felagsins skrivari til tað før-
oyska blaðið er »G 104«.
Tá íð »Smiril« fór úr Keypmannahavn
seinast, hevði felagið virkað nakrar dagar.
Tað sigist, at Føringar skullu vera limir
av felaginum, og at Føringar skullu renna
ørindir fyri tað í Førjum.
011 eru ivaleyst sam-sint um, at tað
leingi hevur verið trongd til eitt slíkt felag,
sum kann fremja sam-eining millum tey
nógvu, sum á okkara døgum spæla gron-
skøllingar. Eg kendi ein mann, hann hevur
verið kendur í »Føringat.« fyrr, men er nú
avsagdur, sum, áðrenn hann fór fyri bakkan,
spáðaði, at eitt slíkt felag hevði framtíð
fyri sær. Hevði hann nú vita seg aftur í
verðina. 1... q.
FRÁ ÚTI.ONDUM.
Kinaófriðurin tykist ikki at batna men
heldur at breiða seg til allar landspartar.
Eftir ætlan er nærum ein millión av Kina-
monnum útgjørdir til bardagar. Tað sam-
einda útlendska herliðið, íð komið var
saman i Tientsin, 70,000 í talið, hevur yvir-
vunnið tann staðin og hevur opnan veg
eystur eftir til sjós, men tykist ikki at vera
ment til at vinna fram til høvuðsstaðin
Pekin. Um teir útlendsku útsendingarnar
har og fólk teirra koma hvønn dag ymislig
tíðindi. Tað sanna er, at eingi álítandi
tíðindi eru framkomin í fleiri vikur.
Úr Suðurafrika frættist, at herhøvdingi
de Wet í Oranjeríkinum verjir seg manni-
liga. Hann hevur nýliga brotið gjøgnum
ringin, íð Eingilskmenninir høvdu girt uttan
um hann og riðið sær ein dystaleik vestur
at jarnbreytini, sum hann hevur oyðulagt í
stórum, og hevur fangað fyrst 100 og
síðan 200 av Fingilskmonnum, íð har vóru
settir til at verja.