Føringatíðindi - 09.08.1900, Page 4

Føringatíðindi - 09.08.1900, Page 4
Lord Roberts hevur rikið út úr Prætoria 600 Boarakvinnur við teirra børn- um, harímillum húsfólkið hjá Kriiger og Botha. Eingilski høvuðsherurin er á veg eystur eftir og var um Olavsøku komin 15 míl eystur um Prætoria til staðin Middel- burg. Har er komið til skarpskering við Boarherin, tó er enn einki frætt um út- fallið. Tíðindir úr Førjum. Veðurlagið hevur yvirhøvur verið toluligt fyri hoynað. Bæði í Hávn og fleiri bygdum er bjargað væl av góðum hoyggji. — Frá hvalaveiðumonnunum frættist at Mikkelsen hevði fingið 60 og Grøn 82 hvalir. — Løgtingið byrjaði starv sítt 30. juli, sum var mánadagur. — Til tingmann í Vágum er valdur óðalsbóndin Daniel Pauli Mikkelsen (á Ryggji) úr Miðvági. — Studentarnir komu til Havnar tann dagin, íð ætlað var, tó ikki fyrr enn fólk var niðurfarið. Dagin eftir steðgaðu teir her og vóru fagnaðir eftir vónum væl, so at teimum tyktist at finna gott hjartalag hjá Føringum. Fallin í berginum »Yngjarstað« í Saksum er handilsmaður í Tjørnuvík Ole Jacob Magnussen. Óhappið hendi hann, meðan hann skuldi binda fugl uppá línu, sum skuldi dragast upp um eggina. Helst man hann hava fingið stein úr berginum í høvdið og er so- leiðis deyður. Líkið varð borið til Saksunar og er grivið har. Óla Jákup í Tjørnuvík var kendur nógva staðnis sum álitismaður, frálíkur fuglamaður og hartil sum menniskja sera trúfastur. Hann var so at siga besti fugla- maður, íð finnast kann, djarvur sum fáur, men intonktur og forsiktugur. Nú var hann komin at gamalsaldri, menn var tó raskur. í Tjørnuvík verður hann nógv saknaður, tí hann var altíð maður, sum visti ráð, tá ið eitt ella annað kom í vegin í bjørginum ella, tá íð brim gjørdi leiðina aftur í bátin vandafulla. Sera blíður sum hann var, vóru øll tey, sum komu til Tjørnuvíkar, skjótt vinfólk hansara. LÝSINGAR. Begrundet paa de iUdlandetmeget nedad- gaaende Klipfiskepriser er det i et Møde, som i Dag er afholdt af Købmænd fra forskellige Steder af Øerne, bestemt at nedsætte Raafiske- og Saltfiskepriserne fra i5deAugust at regne og indtil iode Marts næste Aar som følger: Raafiskepris: Stor Torsk & Langer ufl. 4 0. pr. Pd, Smaafisk......... — 3 — - - Brosmer & Kuller ... — 2x/2 — - Sej (Upser)...... — 2 — - Saltfiskepris: Stor Torsk & Langer 7 0. pr. Pd. Smaafisk......... 5 — - Brosmer & Kuller ... 4 — - Thorshavn, den 30te Juli 1900. Fínasta skandinavisk Eksportkaffi Surrugat er besti og bíligasti kaffitilsetningur, sum nú um stund er at fáa við handlarnar. Fæst kjá keypmonnunum. F. Hjorth & Co. København K. Bilar magin so drekk Egta Islandsk Bitter. Túsund skoðsmál, mangar gullmedaljur og doktara-attestir. Hjálpir alt fyri eitt. Lýsingar upptakast í Føringa- tíðindi av smæstu skrift (petit) fyri 1 oyra kvørt orðið. Av størri Skrift (corpus) 2 orð 3 oyrur. Enn størri skriftir kosta 80 oyrur firi 1 tumma í hædđ. Prentað hjá „Færa Amtstidendes Bogtrykkeri“. — Andsvarhavandi: R. Efferso.

x

Føringatíðindi

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.