Føringatíðindi - 09.08.1900, Síða 4
Lord Roberts hevur rikið út úr
Prætoria 600 Boarakvinnur við teirra børn-
um, harímillum húsfólkið hjá Kriiger og
Botha. Eingilski høvuðsherurin er á veg
eystur eftir og var um Olavsøku komin 15
míl eystur um Prætoria til staðin Middel-
burg. Har er komið til skarpskering við
Boarherin, tó er enn einki frætt um út-
fallið.
Tíðindir úr Førjum. Veðurlagið hevur
yvirhøvur verið toluligt fyri hoynað. Bæði
í Hávn og fleiri bygdum er bjargað væl
av góðum hoyggji.
— Frá hvalaveiðumonnunum frættist
at Mikkelsen hevði fingið 60 og Grøn 82
hvalir.
— Løgtingið byrjaði starv sítt 30. juli,
sum var mánadagur.
— Til tingmann í Vágum er valdur
óðalsbóndin Daniel Pauli Mikkelsen (á
Ryggji) úr Miðvági.
— Studentarnir komu til Havnar tann
dagin, íð ætlað var, tó ikki fyrr enn fólk
var niðurfarið. Dagin eftir steðgaðu teir
her og vóru fagnaðir eftir vónum væl, so
at teimum tyktist at finna gott hjartalag
hjá Føringum.
Fallin í berginum »Yngjarstað« í Saksum
er handilsmaður í Tjørnuvík Ole Jacob
Magnussen.
Óhappið hendi hann, meðan hann skuldi
binda fugl uppá línu, sum skuldi dragast
upp um eggina. Helst man hann hava
fingið stein úr berginum í høvdið og er so-
leiðis deyður. Líkið varð borið til Saksunar
og er grivið har.
Óla Jákup í Tjørnuvík var kendur
nógva staðnis sum álitismaður, frálíkur
fuglamaður og hartil sum menniskja sera
trúfastur. Hann var so at siga besti fugla-
maður, íð finnast kann, djarvur sum fáur,
men intonktur og forsiktugur. Nú var hann
komin at gamalsaldri, menn var tó raskur.
í Tjørnuvík verður hann nógv saknaður, tí
hann var altíð maður, sum visti ráð, tá ið
eitt ella annað kom í vegin í bjørginum
ella, tá íð brim gjørdi leiðina aftur í bátin
vandafulla. Sera blíður sum hann var, vóru
øll tey, sum komu til Tjørnuvíkar, skjótt
vinfólk hansara.
LÝSINGAR.
Begrundet paa de iUdlandetmeget nedad-
gaaende Klipfiskepriser er det i et Møde,
som i Dag er afholdt af Købmænd fra
forskellige Steder af Øerne, bestemt at
nedsætte Raafiske- og Saltfiskepriserne fra
i5deAugust at regne og indtil iode Marts
næste Aar som følger:
Raafiskepris:
Stor Torsk & Langer ufl. 4 0. pr. Pd,
Smaafisk......... — 3 — - -
Brosmer & Kuller ... — 2x/2 — -
Sej (Upser)...... — 2 — -
Saltfiskepris:
Stor Torsk & Langer 7 0. pr. Pd.
Smaafisk......... 5 — -
Brosmer & Kuller ... 4 — -
Thorshavn, den 30te Juli 1900.
Fínasta skandinavisk
Eksportkaffi Surrugat
er besti og bíligasti kaffitilsetningur, sum
nú um stund er at fáa við handlarnar.
Fæst kjá keypmonnunum.
F. Hjorth & Co.
København K.
Bilar
magin
so drekk
Egta
Islandsk
Bitter.
Túsund skoðsmál,
mangar gullmedaljur
og doktara-attestir.
Hjálpir alt fyri eitt.
Lýsingar upptakast í Føringa-
tíðindi av smæstu skrift (petit) fyri 1 oyra
kvørt orðið. Av størri Skrift (corpus) 2 orð
3 oyrur. Enn størri skriftir kosta 80 oyrur
firi 1 tumma í hædđ.
Prentað hjá „Færa Amtstidendes Bogtrykkeri“. — Andsvarhavandi: R. Efferso.