Fuglaframi - 12.04.1898, Page 3

Fuglaframi - 12.04.1898, Page 3
Undarliga tíðir, vit liva í—; fólkatings- valgið stendur fyri hond, tilætlandi ting- menn hava ferðast um, men lítið, sum einkið hevur komið upp millum manna, sum kann geva skil á, hvat hesir menn vilja. Og bløðini! tey hava so at siga ikki tikið valgið uppá tunguna. Tá íð Føringar eiga ein sess í fólka- tinginum, so er sanniliga hesin sessur so mikið verdur, at eingin annar í landinum kemur honum nær. A hesi brík mugu tíFøringar hava sin besta mann. Eg streingi tí á teir menn, sum at hesum palli søkja, at teir í okkara bløðum greina fólki kunniliga frá, hvat treysti og lyndi teir hava til at bera stvrinum boð frá okkum og hvat hugsan t:;ir hava um, hvat til Føroyars framgongu á landi og sjógv er tørvur á. * * * Oftum hoyrist grenzl um, at so og so nógv má staturin lata til royndargarðin. og tað hevur tó einans verið snøggar 15 —1600 kr. árliga í 5 ár. Hetta sprettur av fákunnu um, hvat studđningur ið krevjist fyri at gera nakað við lít og gera tað til muns. Ein landbrúksskúli millum teir 20, Noreg hevur, er i Bodø í Norðlandi. Har norðuri hava vit tá altíð hildu fiskiskapin at hava eins nógv og meiri at tvða enn her, og jarðabrúkið at vera nógv minni í úrtøku enn hjá okkum, men — nú skulu vit síggja munin ímillum, hvat Norðlendingar og Finnur meta sær til, aftur ímóti hvat vit halda vera nóg nógv og meir enn nógv hjá okkum: At útgera Bodøgarð í Norð- landi til landbrúksskúla kost- aði statinum.............. 140,000 kr. árliga kostar skúlin......... 15,000 — Og nú okkara skúlagarður afturímóti: At útgera Kirkjubøgarð í Før- oyum til landbrúksskúla kostaði statinum ....................... 00 kr. árliga kostar skúlin.............. 1500 — Er hetta nú ikki at smæðast við? Og sum við hesum, so í so mongum øðrum. Og tó tyggja og martla enntá kosnir fólka- menn upp í røkur um tað nógva, íð jarða- brúkið í Førjum kostar statinum ! J. Patursson. Tað tykist vera siður, at maður, fyrst hann tekur við eitt blað, skrivar ein inn- leidning, sum hann setur fremst í blaðið. Tað er endiliga einki ilt at siga um hetta. »Innleiđningarc kunnu vera bæði góðir og hartil neyðugir. Men títt og ofta er ein tílíkur so fullur av hálvgrátanđi rørilsi, shjartaligum ynskjum« og munnfullum lyftum, at eingin kann lesa nakað ódám- ligari, og verri verður, tá blað aftaná blað stýrist beint tvørtur ímóti hesum lyftum, sum í seg sjálvt eru ómøgulig at halda. »Fuglaframi« ætlar ikki at gera nógv lyftir framman undan. Ynskir og vónir — tað íð er av tí slagnum — fer at koma seinni, so við og við, tá íð tilber. Her skal bara sigast, at stórur hugur er til at virka fyri góðum framburði í Føroyum, og at ikki tykist mær, heilsusom framgongd fer at verða, uttan bygt verður uppá land- sins egna grunn. Fyri innsenđum greinum og tíðindum stendur blaðið óstongt. Sendarir mugu — til kunnuleika fyri blaðstýrarin — lata navn og útskrift fylgja við. Tað, sum blaðstýrarin ikki heldur seg til at seta í blaðið. verður burturtveitt, um ikki senđarin — tá hann sendur tað — biðjur um at fáa tað afturflutt. Bergensframsýningin. Fundir og stevnir. Avgjørt er at hava kappróður (outrigger- regatte) og turnstevni 12.—13. juni, musik- fest 27. juni — 3. juli, landbúnaðarfundin 1.—4. juli, teknikerfund 7.—g., landakapp- róður 12., fund unglingafeløgsins ig., mál- mannastevni 27., kappleik 28., kvinnufundin 6.—8. august, landafundin hjá kennarinum 9.—13., siðuligheitsfundin 15.—18. august. Her fyri uttan: Skandinavisk idræts- stevni, høvuðsfunđ hjá handilsmonnunum og høvuðsfund hjá handaverksmonnunum, landaskjótustevni og blaðmannastevni høgra og vinstra. Tíðin fyri hesum fundunum er enn ikki avgjørd. Tann 25. mars doyði Andrias Restorff, keypmaður í Havn. Hann var vidgita makaleysur maður at hava við at gera —- friðsælur, fólkaligur og beinasamur móti øllum. Hansara hugur stóð nógv til at virka fyri síni bygd og fyri landinum. >Dimm.« nevnur soleiðis, at hann var ein av oddamonninum til at stovna trygginga- felagið (forsikringsforeningen) og var hann eisini vi at fáa skipstryggingafelagið í lag. Honum dámti lítið, at Føroyingar bara skuldu standa og hyggja at, hvussu útlend- ingar drassaðu gullið burt. Flonum tykti tað vera spell, at t. d. hvalaveiðan —: ein vinnuvegur, sum mátti hóska so væl fyri- Føroyingar — skuldi vera í útlenđskum hondum. Tær royndir, hann gjørdi fyri at bøta uppá hetta, lukkaðust — tí verri — ikki. Hann var ein av teimum fáu, sum

x

Fuglaframi

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fuglaframi
https://timarit.is/publication/11

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.