Fuglaframi - 12.04.1898, Qupperneq 3
Undarliga tíðir, vit liva í—; fólkatings-
valgið stendur fyri hond, tilætlandi ting-
menn hava ferðast um, men lítið, sum einkið
hevur komið upp millum manna, sum kann
geva skil á, hvat hesir menn vilja. Og
bløðini! tey hava so at siga ikki tikið
valgið uppá tunguna.
Tá íð Føringar eiga ein sess í fólka-
tinginum, so er sanniliga hesin sessur so
mikið verdur, at eingin annar í landinum
kemur honum nær. A hesi brík mugu
tíFøringar hava sin besta mann. Eg
streingi tí á teir menn, sum at hesum palli
søkja, at teir í okkara bløðum greina fólki
kunniliga frá, hvat treysti og lyndi teir
hava til at bera stvrinum boð frá okkum
og hvat hugsan t:;ir hava um, hvat til
Føroyars framgongu á landi og sjógv er
tørvur á.
* *
*
Oftum hoyrist grenzl um, at so og so
nógv má staturin lata til royndargarðin. og
tað hevur tó einans verið snøggar 15 —1600
kr. árliga í 5 ár.
Hetta sprettur av fákunnu um, hvat
studđningur ið krevjist fyri at gera nakað
við lít og gera tað til muns.
Ein landbrúksskúli millum teir 20,
Noreg hevur, er i Bodø í Norðlandi. Har
norðuri hava vit tá altíð hildu fiskiskapin
at hava eins nógv og meiri at tvða enn
her, og jarðabrúkið at vera nógv minni í
úrtøku enn hjá okkum, men — nú skulu
vit síggja munin ímillum, hvat Norðlendingar
og Finnur meta sær til, aftur ímóti hvat
vit halda vera nóg nógv og meir enn nógv
hjá okkum:
At útgera Bodøgarð í Norð-
landi til landbrúksskúla kost-
aði statinum.............. 140,000 kr.
árliga kostar skúlin......... 15,000 —
Og nú okkara skúlagarður afturímóti:
At útgera Kirkjubøgarð í Før-
oyum til landbrúksskúla kostaði
statinum ....................... 00 kr.
árliga kostar skúlin.............. 1500 —
Er hetta nú ikki at smæðast við? Og
sum við hesum, so í so mongum øðrum.
Og tó tyggja og martla enntá kosnir fólka-
menn upp í røkur um tað nógva, íð jarða-
brúkið í Førjum kostar statinum !
J. Patursson.
Tað tykist vera siður, at maður, fyrst
hann tekur við eitt blað, skrivar ein inn-
leidning, sum hann setur fremst í blaðið.
Tað er endiliga einki ilt at siga um hetta.
»Innleiđningarc kunnu vera bæði góðir og
hartil neyðugir. Men títt og ofta er ein
tílíkur so fullur av hálvgrátanđi rørilsi,
shjartaligum ynskjum« og munnfullum
lyftum, at eingin kann lesa nakað ódám-
ligari, og verri verður, tá blað aftaná blað
stýrist beint tvørtur ímóti hesum lyftum,
sum í seg sjálvt eru ómøgulig at halda.
»Fuglaframi« ætlar ikki at gera nógv
lyftir framman undan. Ynskir og vónir —
tað íð er av tí slagnum — fer at koma
seinni, so við og við, tá íð tilber. Her
skal bara sigast, at stórur hugur er til at
virka fyri góðum framburði í Føroyum, og
at ikki tykist mær, heilsusom framgongd
fer at verða, uttan bygt verður uppá land-
sins egna grunn.
Fyri innsenđum greinum og tíðindum
stendur blaðið óstongt. Sendarir mugu —
til kunnuleika fyri blaðstýrarin — lata
navn og útskrift fylgja við. Tað, sum
blaðstýrarin ikki heldur seg til at seta í
blaðið. verður burturtveitt, um ikki senđarin
— tá hann sendur tað — biðjur um at fáa
tað afturflutt.
Bergensframsýningin.
Fundir og stevnir.
Avgjørt er at hava kappróður (outrigger-
regatte) og turnstevni 12.—13. juni, musik-
fest 27. juni — 3. juli, landbúnaðarfundin
1.—4. juli, teknikerfund 7.—g., landakapp-
róður 12., fund unglingafeløgsins ig., mál-
mannastevni 27., kappleik 28., kvinnufundin
6.—8. august, landafundin hjá kennarinum
9.—13., siðuligheitsfundin 15.—18. august.
Her fyri uttan: Skandinavisk idræts-
stevni, høvuðsfunđ hjá handilsmonnunum
og høvuðsfund hjá handaverksmonnunum,
landaskjótustevni og blaðmannastevni høgra
og vinstra. Tíðin fyri hesum fundunum er
enn ikki avgjørd.
Tann 25. mars doyði Andrias Restorff,
keypmaður í Havn. Hann var vidgita
makaleysur maður at hava við at gera —-
friðsælur, fólkaligur og beinasamur móti
øllum. Hansara hugur stóð nógv til at
virka fyri síni bygd og fyri landinum.
>Dimm.« nevnur soleiðis, at hann var ein
av oddamonninum til at stovna trygginga-
felagið (forsikringsforeningen) og var hann
eisini vi at fáa skipstryggingafelagið í lag.
Honum dámti lítið, at Føroyingar bara
skuldu standa og hyggja at, hvussu útlend-
ingar drassaðu gullið burt. Flonum tykti
tað vera spell, at t. d. hvalaveiðan —: ein
vinnuvegur, sum mátti hóska so væl fyri-
Føroyingar — skuldi vera í útlenđskum
hondum. Tær royndir, hann gjørdi fyri at
bøta uppá hetta, lukkaðust — tí verri —
ikki. Hann var ein av teimum fáu, sum