Fróðskaparrit - 01.01.1985, Page 4

Fróðskaparrit - 01.01.1985, Page 4
8 FØROYSKA BÓKMENTAALMENNIÐ í 19. ØLD oyar. Hendan stýrisskipan kravdi alment kjak fyri at virka eftir ætlan. Samfeløgini skuldu stýrast av fólkavaldum umboðum, fremstu pallarnir í politiska almenninum vórðu lands- ting og ríkisdagur og løgting. Men miðilin til at knýta sambandið milium fólkið og tey fólkavaldu og til at hýsa almenna kjakinum var ikki enn. Leingi vardi tað tó ikki, til roynt varð at bøta um hetta. Niels Winther var løgfrøðingur og sak- førari í Havn eina tíð. Hann var fólkatings- maður 1851-56, keypti sær eina handpressu og gav fyrsta blaðið út í Føroyum. Hann var kendur fyri ikki at óttast at finnast at emb- ætismonnum, og hetta sæst í blaðnum, tá ið hann hevur at handilsviðurskiftunum — enn var monopolhandil. »Færingetidende« komu út níggju ferðir frá 14. mai til 27. juli 1852. Ætlanin við blað- num var, at tað skuldi vera millumliður mill- um veljararnar og tingið — danska og før- oyska: Folket er dog baade berettiget og forpligtet til med Opmærksomhed at se til, hvorledes dets udvalgte Mænd te sig, og man trænger derfor til et Organ eller Mellemled, hvorigjennem de forskjellige An- skuelser offentlig kunne træde frem og møde hin anden indtil Sandheden sejrende bliver paa Val- pladsen. Fceringetidende nr. 1, 13.5.1852. Her verða høvuðseyðkennini í stýrisskip- anini roknað upp. Fólkið, sum talan er um, eru tey, sum hava valrætt, og tað var bert ein partur av fólkinum tá. Valrættur var treyt- aður av ávísari inntøku, ogn, aldri (30 ár) og kyni (menn). Hetta fólkið hevur rættindi og ábyrgdir í mun til stýrislagið, og blaðið ger seg til amboð hjá tí. Blaðið skal vera tann vígvøllur, har sjónarmiðini dystast. Tað sjón- armiðið, sum at enda vinnur, er sannleikin, tí at tað samanfatar áhugamál borgaranna. Undir hesum býr hugsanin um fría og frælsa kjakið millum fólk á jøvnum føti, tað er mill- um borgararnar. Harafturat skuldu »Færingetidende« eisini virka sum uppalari: Nu, da Folket efterhaanden kommer til Bevidsthed om dets Delagtighed i Styrelsen af de offentlige Anliggender, begynder man ogsaa at gjøre disse til Gjenstand for Omtale. Sama rit. Blaðið vildi venja fólk til at taka ábyrgdina av fólkaræðinum. Niels Winther grundaði soleiðis politiska almennið í Føroyum. Meginparturin av teimum níggju bløðunum, ið komu, er ein long frágreiðing um »For- handlinger om Færøerne paa den sidste Rigs- dag«. Greinin er sett saman sum eitt kinesisk eskja við fleiri inngangum og frásøgufólkum. Innganginum til frágreiðingina stendurNiels Winther sum blaðstjóri sjálvur fyri. Har verður greitt frá, hví tað er rímiligt at prenta hesa frágreiðing úr ríkisdegnum. Tað er sjálv- sagt, tí at valt umboð (Niels Winther) er har úr Føroyum, og nevnda endamálsorðing blaðsins er eisini havd í huga. Síðan byrjar frágreiðingin, sum er løgd í munnin á einum blaðfólki, sum er í ríkisdegnum. Frágreið- ingin er í brævlíki, har brævskrivarin vendir sær til blaðið og greiðir frá vantandi og bein- leiðis vánaliga førleika sínum til at endurgeva slíkt orðaskifti. Eftir hetta kemur sjálv frá- søgnin úr ríkisdegnum, og har er aftur ein eg-persónur — politikarin. Niels Winther hevur soleiðis tríggjar leik- lutir í greinini: blaðánarin, blaðmaðurin, fjaldur sum brævskrivari, ogpolitikarin. Hesir leiklutir samsvara við leiklutirnar hjá borg- aranum sambært borgaraliga almenninum. Á sosiala økinum er Niels Winther hann, sum eigur framleiðslutólið, prentsmiðjuna. I politiska almenninum er hann politikarin
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.