Fróðskaparrit - 01.01.1985, Side 6
10
FØROYSKA BÓKMENTAALMENNIÐ 1 19. ØLD
Fyrivami eigur helst at verða tikið í sam-
bandi við, um tann einstaki veruliga fekk
»størri møguleikar«. Hetta er bert satt fyri tey,
sum áttu nakað, meðan tey, sum bert høvdu
hendur sínar, høvdu líka nógvar ella rættari
líka fáar møguleikar sum fyrr, bert vóru teir
øðrvísi. Tey ognarleysu máttu ikki longur
vera húskallar og arbeiðsgentur hjá bóndun-
um, tey kundu fara burtur at fiska og til stór-
plássini at arbeiða í fiski.
í 1877 vóm fyrstu sluppimar komnar —
sum vanliga verða roknaðar sum tekin um,
at nýggja tíðin er komin — og handilsvirk-
semi var allastaðni. Tá ið hetta búskaparliga
grundarlagið var í lagi, varð skipað fyri rætti-
ligum fomm fyri politiskum almenni. »Amts-
tidende for Færøerne« fingu keypmenn og
bøndur, føroyskir og danskir, í lag, og sam-
svarandi nýggju tíðini var tað skipað sum
partafelag. Endamálið við blaðnum var at
taka samfelagsmál upp til umrøðu. í royndar-
blaðnum orða Enok Bærentsen, keypmaður,
Høst, sorinskrivari, og Madsen, landkirurg-
ur, hetta soleiðis:
... fremfor Alt har — som det kunde ventes —
den almindelige Deltagelse i Styrelsen af Øernes
offentlige Anliggender avlet Ønsket om at skabe en
bedre Lejlighed end hid til til offentlig Drøftelse og
alsidig Belysning at saadanne Spørgsmaal, som i
politisk og social Henseende ere af indgribende
lokal Betydning, hvilket Ønske efter Haanden er
trængt mere og mere gjennem alle Befolkningens
Lag.
Amtstidende for Færøerne. 8.12.1877 - Prøvenummer.
Samanborið við Færingetidende er almenna
kjakið ikki longur ein skylda, men eitt ynski,
tey flestu í samfelagnum hava. At døma eftir
listanum við partaeigarunum í royndarblað-
num vóru tey, sum ynsktu hendan miðil,
føroyskir og danskir keypmenn, embætis-
menn, óðals- og kongsbøndur, nakrir fáir
handverkarar, lærarar og einstakir skipsfør-
arar.
Blaðið var tískil fyrst av øllum blað hjá
teimum, sum ráddu vinnuliga og í umsiting-
ini. Tað gjørdist eisini amboð hjá statsvald-
inum eitt ár eftir, at tað var farið at koma út
regluliga. »Amstidende for Færøerne« gjørd-
ist alment lýsingablað í 1879. Soleiðis var
tað bæði miðil hjá teimum, ið ráddu, og hjá
statinum. Av tí at blaðið tey fyrstu góðu
tíggju árini var einasta blað í landinum, talaði
tað ikki bert fyri sjónarmiðunum hjá stovnar-
unum. Aðrar hugsanir sluppu framat, og t.d.
tjóðskaparliga kjakið byrjaði í »Amtstiden-
de«. Tað var soleiðis pallur fyri fríum kjaki.
Bókmentir og fjølmiðlar
Sambandið við føgru bókmentirnar varð
varðveitt. Ikki soleiðis at greinirnar vóru í
sama bókmentaliga stíli sum í »Færingetid-
ende«, men longu frá fyrsta blaði í 1878 er
framhaldssøga fastur partur í blaðnum. Hetta
ber til at skilja sum, at blaðskrivingin er
vorðin skriviháttur fyri seg, loystur frá bók-
mentaliga upphavi sínum.
Tað nýggja við »Amtstidendefor Færøerne«
var, at alment kjak varð møguligt. Tólv ár
seinni rakti tað tjóðskaparliga rákið, sum
var byrjað millum føroyingar í Keypmanna-
havn, við í Føroyum. Tað elvdi til, at fleiri
bløð komu afturat, »Føringatíðindi« og
»Fuglaframi«.
»Føringatíðindi« vóru blað Føringafelags
og miðil fyri endamálum tess. í sambandi við
borgaraliga almennið gjørdust Føringatíð-
indi karmur um kjak um støðu landsins á
føroyskum. Kjakið hevði sum nevnt longu
verið í tólv ár, men spurningurin um málið
gjørdist nú aðaltátturin. Verða Føringatíð-
indi kannað nærri, so skilst, at ónøgdin við
»Amtstidende« og tað, tey umboðaðu, snúði
seg ikki um, at kjakið fór fram á tann hátt,