Fróðskaparrit - 01.01.1985, Blaðsíða 12
16
SKURRING í FØROYSKUM
økjum, har sama mál og sami framburður
annars verða nýtt.
Eisini er kunnugt, at ljóðini broytast, sum
tíðin líður. Framburðurin av ymsu Ijóðunum
er ikki hin sami í dag, sum hann var fyri nøkr-
um øidum síðani. Og her er r-ljóðið einki
undantak. Mangt bendir á, at í øllum euro-
piskum málum varð r framborið sum fram-
tungu-r í hvussu so er til móti endanum av
16. øld (Trudgill 1979: 160ff, 1983: 56-59).
Og hildið verður, at hetta var eitt rullað ella
flappað r-ljóð, soleiðis sum tað enn verður
framborið í ávísum sløgum av skotsk-ensk-
um og italskum.
Men einaferð, kanska í 17. øld ella umleið
1700, tók ein nýggjur r-framburður seg upp,
og R-ljóðið varð gjørt aftantil í munninum
við forðing millum tungurót og úlv ella aft-
asta partin av bleyta gómanum. Summi halda,
at hetta nýggja R byrjaði sum móti í yvir-
stættini í París og síðani breiddi seg til onnur
lond og mál í Europa. Og í dag er baktungu-
R vanligi framburðurin á fronskum, týskum
og donskum og lutvíst á hollendskum, norsk-
um og svenskum. Hetta baktungu-R hevði
tveir framburðir: rullaðan og órullaðan.
Rullaði framburðurin — skurrað R — hoyr-
ist framvegis, men hin órullaði er nógv van-
ligari.5)
Ikki er heilt greitt, nær hetta nýggja R kom
til Norðurlond, men einstakir málfrøðingar
hava viðgjørt spurningin. Líkt er til, at í
flestum bygdamálum í Danmørk og í Suður-
svøríki var framtungu-r framvegis ráðandi
fyrstu tíggjuárini í 1800-talinum (Nielsen
1951: 58), men umleið 1830-50 verður bak-
tungu-R vanligt ymsastaðni í Hallandi, á
Sælandi, Bomholm, á Lálandi og eystara part-
inum á Fjóni, meðan tað helst er eldri á Møn,
Falstri, Langalandi og Vesturfjóni. Og hildið
verður, at t.d. á Ærø og í pørtum av Jútlandi
hendi skiftið ikki fyrr enn móti endanum av
19. øld (Sjostedt 1936).
Tvørligt er at fáa vissu fyri, nær skiftið frá
framtungu-r til baktungu-R fór fram, tí ljóð-
upptøkutól vóru eingi, og heimildirnar eru
yvirhøvur munnligar frásagnir frá eldrifólki.
Men tó ber til at finna onkrar samtíðarhøv-
undar, ið greiða frá r/R-framburðinum (Dahl
1823, Rask 1826, Birch 1833, Jespersen 1897),
og alt tykist benda á, at í Norðurlondum byrj-
aði skiftið um aldamótið 1800 og fyrstu
tíggjuárini aftaná.ð)
At skurra verður eisini meira beinleiðis um-
røtt hjá onkrum høvundum í 19. øld. Ein
teirra (Sander 1808: 25) nevnir eitt hart og
langt rullandi R afturi í barkanum, og somu-
leiðis nevna aðrir danskir og norskir (Larsen
1922: 4, 62f) málfrøðingar eitt R, sum óivað
er tað Ijóðið, vit kalla at skurra ella skarra.7)
Men hvussu, hvaðan og nær kom so hesin
R-framburður til Føroya ? Og var hetta byrj-
anin til eitt r>R skifti, sum ongantíð festi
rót her á landi? — Her mugu vit snúgva okk-
um til søgu og ættargransking, tí ongar hald-
góðar skrivaðar heimildir eru enn funnar
hesum viðvíkjandi.8)
Føroyar hava neyvan nakrantíð verið so
avbyrgdar, sum vanliga hevur verið hildið,
og serliga frá seinnu helvt 18. aldar er sam-
bandið økt munandi (Joensen 1980: 21 lff).
Eisini vóru fleiri útlendingar, ið búsettust í
Føroyum, mest danir, men eisini norðmenn,
bretar og týskarar. Og at ein munandi inn-
flyting av fremmandum fólki hevur ávirkað
siðvenju, mál og framburð, eru mong dømi
um. Men torført er at siga nakað ítøkiligt
um hesi viðurskifti, tí enn er so ómetaliga
lítið gjørt til at fáa greiði á spurninginum.
Allarflestu prestarnir aftan á trúbótina
komu úr Danmørk, og eftirkomarar teirra
komu ofta væl fyri í føroyska samfelagnum.