Fróðskaparrit - 01.01.1985, Page 13

Fróðskaparrit - 01.01.1985, Page 13
SKURRING í FØROYSKUM 17 Og í tí tíðarskeiði, tá ið baktungu-R rættiliga rein við í Danmørk og so við og við vann á framtungu-r, vóru fólk úr ávísum donskum, norskum og týskum ættum, ið búsettust í Føroyum (Debes 1977: 31-37, 55-63). Her verður til dømis sipað til Djurhuusættina, ið kom úr Jútlandi og Sælandi um 1740, Rønn- ingættina úr Vesturnoregi um 1770 og Rei- nertættina úr Týsklandi um 1800. Og hesi fólk ferðaðust, sum vera man, dúgliga til skyldfólkini á meginlandinum, har tey stund- um dvaldust leingi. Eitt teirra var ein genta, ið hevði tænt í Keypmannahavn, m.a. hjá franska sendiharranum har, í sjey ár, tá ið hon í 1785 kom heim aftur og giftist við bóndanum á Oyrareingjum. Og tey orð, ið hendan kona skal hava sagt, og sum livdu á fólkamunni, tá ið H. M. Debes (f. 1888) festi tey á blað, vóru á donskum. Ein onnur genta av Djurhuusættini giftist í 1805 við einum týskara (Degn 1945), sum var og ferðaðist hjá skyldfólki í Føroyum. Við Á í Kaldbak var tá ein 12 marka garður, sum ongan festara hevði, og dømt varð, at garðurin skuldi verða býttur í tveir seks- markagarðar, og at nevndu hjún skuldu hava annan. H. M. Debes (bls. 61) tekur skemtiliga soleiðis til: »Hábærsligt hevði altíð verið í Kaldbak; men nú bar av, nú fór alt at tosa hálvdanskt.« — Kann hetta vera ein ábending um, at einstøk fólk í Kaldbak skurraðu? Skurringin úti í Koltri kom helst úr Kald- bak, hagar ein havnargenta giftist um 1820. Maðurin gekk burtur, men hon átti son, ið giftist út í Koltur, og tað vóru júst fólk í hesi ætt, ið skurraðu. Tey búðu í næstnorð- asta húsinum, Uttar í Stovu, seinni báta- smiðja hjá Niclasi í Koltri.9) Enn er lítið vitað um skurringina í Oyndar- firði. Men har var hesin r-framburður hildin at vera »móti« og »fínt«. Við hvørt søgdu oyndfirðingar eisini g í staðin fyri r. Ein heim- ildarmaður sigur, at tey skurraðu bæði í Eldu- vik og í Oyndarfirði til onkuntíð í 1920-ár- unum, og at tá hevði hetta verið gjørt í umleið 100 ár.io) Á Nesi í Suðuroy skurraðu tey eisini. Hagar kom maður av Djurhuusættini í 1820-árunum, og ein tann seinasti, ið skurraði í Suðuroy, var Mortan Djurhuus við Hvanndalsá, í Vági, ættaður av Nesi (1852-1938). Somuleiðis vóru fólk í Porkeri og í Vági, sum skurraðu. Dømi eru um, at summi teirra royndu at sleppa undan at nýta orð, sum byrjaðu við r. Tey søgdu t.d. »kýsakona« í staðin fyri »frúgv« í talvi og »tað er vátt« í staðin fyri »tað regn- ar«.u) Líkt er til, at skurringin í Føroyum er komin uttanífrá, helst úr Danmørk, um ta tíðina, tá ið skiftið frá framtungu-r til bak- tungu-R fór fram har, t.e. umleið 1800, og at hesin framburður hevur hildið sær ymsastaðni í landinum til umleið 1920-30. Men eingin ivi er um, at kanningar viðvíkjandi fólkaflyting og ættum kunnu geva eina gjølligari mynd av fyribrigdinum. Men evnið hevur higar til ikki verið serliga væl lýst ella viðgjørt — hvørki í Norðurlondum ella í Føroyum. Og heldur ikki er heilt greitt, hví, hvussu, hvar og nær baktungu-R tók seg upp, og hvussu tað breiddi seg í Europa. Vónandi verður høvi til at koma aftur til hetta áhugaverda evnið seinni, og heitt verður á fólk, ið vita eitthvørt at siga frá skurring í Føroyum, at venda sær til høvundin. Viðmerkingar 1) Her verður ikki hugsað um møguligt talubrek. 2) Fyrsta, undirritaði hoyrdi um »skurring«, var frá móður míni, Louisu Mohr, sálu, Fødd Vang í Kaldbak í 1911. Men tað var Dr. J. M. Y. Simp- son, lærari mín í ljóðfrøði á Glasgow University,
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.