Fróðskaparrit - 01.01.1985, Page 16

Fróðskaparrit - 01.01.1985, Page 16
20 VINDMÁTINGAR í TÓRSHAVN 1974-78 neyvan nógv frá ávikavist 2.74 m/s og 3.63 m/s. Skiftið í mánaðarligu miðaleffektini í vindinum við árstíðunum og áranna millum fylgir væl skiftinum í mánaðarligu miðalvindferðini (6. mynd og2. talva). Skiftis- breiddin er størst í 1975 (617.2 W/m2) og minst í 1977 (350.1 W/m2). f miðal fyri tíðarskeiðið 1974-78 er skiftið í mánaðarligu vindferðini skeiðbundið (5. mynd og 2. talva). Miðalvindferðin minkar frá januar til mai, og frá juli til desember er hon vaksandi. f juni er hon størri enn í mai og juli (tó grundað á 4 ár.). Skiftisbreiddin er 2.97 m/s. Spreiðingin í vindferðini skiftir eisini við árstíðini, og hon er minni um summ- arið enn um veturin. Hetta tíðarskeiðið er miðaleffektin pr. m2 í vindinum í miðal eisini skeiðbundin við árstiðini (7. mynd og 2. talva). Hon er minst um summarið og størst um veturin, og skiftis- breiddin er 356.5 W/m2. Spreiðingin í effektini er størri um veturin enn um summarið. Vindbýtið í ættum og árum í tíðarskeiðinum 1974-78 var árliga vindbýtið innan fyri einstøku ættirnar í miðal sum á 8. mynd. Vindferðirnar eru bólkaðar í rám við longdini 1.00 m/s, og tíðleikin er í prosent- um. Stilli er ikki tikið við her. Fyri land- synning, eystan og landnyrðing er toppurin í býtinum í tveimum (við 2-4 m/s og 6-7 m/s). Hetta fyribrigdi sæst ikki á hinum ættunum. Fyri eystanættirnar er tíðleikin størstur mill- um 2 og 4 m/s; annars er hann størstur mill- um 4 og 5 m/s, undantikið á útsynningi, har tíðleikin er størstur millum 6 og 7 m/s. Størstu miðalvindferðirnar eru á útsynn- ingi, vestri og suðri, og tær minstu eru á eyst- anættunum. Verður sæð burtur frá stilli og skiftandi vindi, eru tíðleikarnir av ættunum sum í 3. talva. Tað sæst, at útsynningur, vestan og sunnan eru tær vanligastu ættir- nar, og at tíðleikin fyri eystanættirnar er minstur. Tá allar ættirnar verða tiknar undir einum, er vindbýtið einstøku árini og í miðal í tíðar- skeiðinum 1974-78 sum í 9. mynd. Tíðleikin er størstur í ráminum 4-5 m/s í 1974 (13.5 %), 1977 (12.3 %), 1978 (11.1 %) og í miðal fyri 1974-78 (12.0 %). f 1975 er hann størstur og eins í 4-5 m/s og 6-7 m/s (12.2 %). Árliga miðalvindferðin skiftir frá ári til árs. Árini 1974-78 var hon ávikavist 5.72 m/s, 6.08 m/s, 6.06 m/s, 5.68 m/s og 5.66 m/s, og í miðal hesi árini var hon 5.84 m/s (4. talva). »Summkurvan« fyri vindferðina í tiðarskeið- inum 1974-78 er víst fyri eystan, útsynning og sum heild á 10. mynd. Kanningav »summ- kurvunum« fyri hinar ættirnar gevur, at fyri sunnan og vestan eru tær millum miðal- kurvuna og kurvuna fyri útsynning; annars liggja tær millum miðalkurvuna og kurvuna fyri eystan. Tað sæst, at vindferðin hevur verið meir enn 10 m/s í uml. 4 % og uml. 19 % av tíðini fyri ávikavist eystan og útsynning, og at hetta sum heild ger seg gald- andi í uml. 11 % av tíðini. Eisini sæst, at medi- anurin fyri eystan, útsynning og sum heild er ávikavist 3.8 m/s, 6.0 m/s og 4.8 m/s. Orkan í vindinum Árliga orkan fyri ein m2 í vindinum er roknað eftir sambandinum: >/2 9 T v3> har $ er evnisvektin av luft, T er árliga tímatalið og v er vindferðin. Hetta er roknað fyri hvørja
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.