Fróðskaparrit - 01.01.1985, Page 35

Fróðskaparrit - 01.01.1985, Page 35
BURÐARVEKTIR í FØROYUM 1969-81 39 til næsta margfald av 50 g (1420 til 1400, 4840 til 4850 o.s.fr.). Ein avleiðing av hesum er, at um burðarvektir verða uppgjørdar eftir B-999, so verður útroknaða miðaltalið 50 g hægri enn tað, sum kann verða útroknað, um somu burðarvektir verða uppgjørdar eftir B-1000; tær útroknaðu spjaðingarnar verða tær somu í báðum førum. Miðaltalið kann sostatt rættast við at draga 25 g frá, tá ið vektirnar eru uppgjørdar eftir B-999, og við at leggja 25 g afturat, tá ið tær eru uppgjørdar eftir B-1000; henda rætting verður gjørd í summum førum. Annars verða burðarvekt- irnar í hesi grein bert sammettar, tá ið tær eru uppgjørdar eftir somu bólking. Ein tílík rætting av miðaltalinum er ikki gjørlig fyri onnur lond, tí tað er óvist (ikki kannað), hvussu tey runda burðarvektirnar av har. Burðarvektirnar verða viðgjørdar hagfrøð- iliga, sum vóru tær normalbýttar. At hetta er rímiligt, vísir mynd 1. Har verða upprúgvaðir tíðleikar fyri burðarvektir í Føroyum og í Danmørk avmyndaðir á einum sannlíkinda- pappíri, sum er soleiðis háttað, at ein og hvør bein linja har umboðar eitt normalbýti. Sum tað sæst, liggja tey mittastu 85-90 % í báðum londum eftir eini beinari linju og kunnu so- statt sigast at vera normalbýtt. Sum signifik- anshædd varð vald p=0,05. Úrslit Talva I vísir, at árliga miðalburðarvektin í Føroyum í tíðarskeiðinum 1969-81 hevur ligið úr 3585 g upp í 3643 g (miðaltølini eru rættað, sí Kanningarhættir). Hagfrøðiliga kunnu hesi frávik vísast at vera tilvildarlig (variansgreining, p > 0,1), og burðarvektin kann tí sigast at hava ligið javnt hetta skeiðið. Vit kunnu sostatt loyva okkum at rokna út eitt felags miðaltal og eina felags spjaðing fyri alt skeiðið, sum fevna um 10132 livandi fødd: 3610 og 603 g (miðaltalið rættað). Talva II vísir burðarvektir í teimum lond- um, sum millum tey 33 kannaðu hava hægstu miðalvektirnar. Orsøkin til, at talvan er í tveimum, er, at tað fyri summi lond bert var gjørligt at fáa tøl til vegar uppgjørd eftir aðr- ari bólkingini, og fyri summi bert eftir hini. Føroyar hava ta hægstu miðalburðarvektina, hareftir kemur ísland og so Noreg. Munurin millum Føroyar og fsland er umleið 50 g og signifikantur (Student-t test, p < 0,001). Talva III vísir burðarvektabýtið í Føroy- um og er eisini í tveimum, tí at fyrra skeiðið er uppgjørt eftir B-999 og seinna eftir B-1000. Til sammetingar er lutfalsliga burðarvekta- býtið bæði í Føroyum og í Danmørk víst. Ein x2-test vísir, at burðarvektabýtini í Føroy- um og Danmørk eru ymisk (p < 0.001). Á mynd 1 eru upprúgvaðir tíðleikar fyri burðarvektir í Føroyum og Danmørk av- myndaðir á sannlíkindapappíri. 011 prosent- mørk fyri Føroyar síggjast í minsta lagi at vera 225 g hægri enn tey donsku. Myndin vísir eisini, at tað eru fleiri tung børn upp á seg í Føroyum, við tað at munurin millum prosentmørkini veksur í stórum oman fyri 75-prosentmørkini. Tíðleikin fyri børn lættari enn 2001 g er hetta tíðarskeiðið 1,9 ferð størri í Danmørk enn í Føroyum (18,4 og 9,8 %0), og fyri børnundir2501 gerhann 1,7 ferð størri í Danmørk (59,3 og 34,5 %0). Tíðleikin fyri børn tyngri enn 4500 g er 3 ferðir størri í Før- oyum enn í Danmørk (48,4 og 16,5 %0), og fyri børn yvir 5000 g er hann 6,6 ferðir størri í Føroyum (10,4 og 1,57 %0). Talva IV a lýsir sambandið millum burðar- vekt og móðuraldur í Føroyum og Danmørk. Bæði støðini er burðarvektin hagfrøðiliga
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.