Fróðskaparrit - 01.01.1985, Síða 43

Fróðskaparrit - 01.01.1985, Síða 43
Teldað røntgenflísing av heilum í Føroyum (Computerized Tomography, CT) í tíðarskeiðinum 1.3.83-29.2.84. Anders Harboe Ree, Magnus Johan Djurhuus, Emma Winther og Tove Jagt. Frá røntgendeildini á Landssjúkrahúsinum, Tórshavn. í sambandi við 50-ára stovningardag Sjó- vinnubankans á heysti 1982 gav bankin Lands- sjúkrahúsinum eitt teldustýrt røntgenkann- ingartól liðixgt uppsett og klárt til nýtslu. Keypt varð eitt Siemens Siretom 2000 E kanningartól, ið varð sett upp í táverandi røntgenmyndaskjalasavni. Tólið varð tikið í nýtslu 1.3.83. Útreiðslur bankans vóru, tá ið kanningarnar byrjaðu, 2 mill. kr. Her skal greiðast frá tóli, kanningarhátti, tilfari og úrslitum, ið fram eru komin fyrsta árið, tólið hevur verið í nýtslu. Tól og kanningarhættir. Siretom 2000 E kanningartól er eitt teldu- stýrt (computerized) røntgentól, ið bert kann nýtast til kanningar av høvdi og í vissum før- um ovara parti av hálsi. Sjúklingurin verður lagdur á eitt borð við høvdinum spentum føstum í einari vøggu. Borðið verður síðani flutt soleiðis, at høvdið kemur inn í eitt hol, og kanningin kann nú byrja. Høvdið og har- við heilin verða nú støddfrøðiliga skorin í flísar. Hvør flís hevur eina tjúkt upp á 10 (5) mm. Mátingin varir 1 min. Samstundis sum mátingin er liðug, eru útrokningarnar lidnar og verða vistar sum svart/hvít mynd á sjón- varpstólinum, sum ein kann taka vanliga ljósmynd av til røntgenmyndasavnið. Av hvørjum sjúklingi verða tiknar 8-10 flísar byrjandi við skallabotniniim (basis cranii), og síðani verður hildið áfram, til allur skallin er kannaður. í vissum førum verður kann- ingin endurtikin, eftir at innsprænd eru 75 ml 76 % urografin, sum skuggaevni (kontrast- evni). Kanningin varir 25-45 min., sum kann- ingarumstøðurnar annars eru til. Tøkniliga hevur gingið væl í hond, soleiðis at teir tøkni- ligu byrjanartrupulleikarnir eru vorðnir rætt- aðir av ravmagnsmanninum á deildini. Tilfar. í umrødda tíðarskeiði eru kanningar gjørdar á innløgdum sjúklingum ella eftir ávísing frá serlækna. Tað eru gjørdar 339 kanningar á 322 sjúklingum. 17 sjúklingar eru kannaðir Fróðskaparrit 32. bók (1985): 47-50.
Síða 1
Síða 2
Síða 3
Síða 4
Síða 5
Síða 6
Síða 7
Síða 8
Síða 9
Síða 10
Síða 11
Síða 12
Síða 13
Síða 14
Síða 15
Síða 16
Síða 17
Síða 18
Síða 19
Síða 20
Síða 21
Síða 22
Síða 23
Síða 24
Síða 25
Síða 26
Síða 27
Síða 28
Síða 29
Síða 30
Síða 31
Síða 32
Síða 33
Síða 34
Síða 35
Síða 36
Síða 37
Síða 38
Síða 39
Síða 40
Síða 41
Síða 42
Síða 43
Síða 44
Síða 45
Síða 46
Síða 47
Síða 48
Síða 49
Síða 50
Síða 51
Síða 52
Síða 53
Síða 54
Síða 55
Síða 56
Síða 57
Síða 58
Síða 59
Síða 60
Síða 61
Síða 62
Síða 63
Síða 64
Síða 65
Síða 66
Síða 67
Síða 68
Síða 69
Síða 70
Síða 71
Síða 72
Síða 73
Síða 74
Síða 75
Síða 76
Síða 77
Síða 78
Síða 79
Síða 80
Síða 81
Síða 82
Síða 83
Síða 84
Síða 85
Síða 86
Síða 87
Síða 88
Síða 89
Síða 90
Síða 91
Síða 92
Síða 93
Síða 94
Síða 95
Síða 96
Síða 97
Síða 98
Síða 99
Síða 100
Síða 101
Síða 102
Síða 103
Síða 104
Síða 105
Síða 106
Síða 107
Síða 108
Síða 109
Síða 110
Síða 111
Síða 112
Síða 113
Síða 114
Síða 115
Síða 116

x

Fróðskaparrit

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.