Fróðskaparrit - 01.01.1985, Page 91

Fróðskaparrit - 01.01.1985, Page 91
PLANTUFRØÐILIGAR BÓKMENTIR FØROYUM VIÐVÍKJANDI 95 ingur. Var í august 1956 í Føroyum fyri at vegleiða føroysk áhugað í urtagarðsrøkt. Rasmussen, Jóannes (f. 1912 íTórshavn). Mag. scient. (jarðfrøði) 1950. Jarðfrøðiligur medarbeiðari við Danmarks geologiske Undersøgelse. 1954 Afdelingsgeolog og 1971 Statsgeolog við DGU. Stovnaði Før- oya Náttúrugripasavn 1955 og var fyri- støðumaður tess til 1980. Heiðursdoktari (dr. scient. h.c.) við Keypmannahavnar universitet 1979. Var við til at stovna Før- oya Fróðskaparfelag og Fróðskaparsetur Føroya. Rasmussen, Lennart (f. 1947). Danskur plantufrøðingur. Cand. scient. (plantu- frøði) 1974. Var í Føroyum í sambandi við ferð hjá Nordisk Bryologisk Forening. Rasmussen, Rasmus (f. 1871 í Miðvági, d. í Tórshavn 1962). í 1892 fór Rasmus á hand- verkaradeildina á Vallekilde Háskúla, har hann var i tveir vetrar. 1896/98 á Askov háskúla. 1 1898 áDanmarks Lærerhøjskole, har hann las náttúrufrøði. Stovnaði saman við Símuni av Skarði Føroya Fólkaháskúla í 1899 í Klaksvík. 1900-1909 var háskúlin í Føgrulíð og síðan 1910 í Tórshavn. Skrivari Føroya Fiskimannafelags 1911-1947. Ting- maður fyri sjálvstýrisflokkin 1914-27. R. R. byrjaði plantufrøðiligu kanningar sínar, meðan hann var lærari í Føgrulíð. Ostenfeld gjørdi nógv brúk av hansara kanningum í Norðuroyggjum. Hann hevur givið út 29 plantufrøðiligar ritgerðir, harímillum fleiri bøkur. Plantulæru (1910) skrivaði R. R. á føroyskum, »hann festi landsins gróður á blað«. í Føroya Floru 1936 við 2. øktari útgávu 1952 er føroyska frøðimálið enn meira framkomið. Møguligt var nú fyri før- oyingar at navngreina allar plantur einans við at nýta føroyskt mál. The Flora of Ice- land and the Færoes eftir Grøntved og Ostenfeld, sum kom út í 1934 var jú á enskum. í »Føroyskum plantunøvnum I og 11« roynir R. R. at kanna eftir merkingini av teimum føroysku plantunøvnunum. Hetta var í evstu stund, meðan enn eldri fólk vóru til, sum kendu plantur. Seinasta ritgerð hansara er alment yvirlit yvir gróðurin í Føroyum. Rasmussen, Rasmus Kristen (1886-1961 f. í Malling í Himmerland). Cand. med. 1915. Starvaðist sum lækni á ymsum sjúkra- húsum í Danmark. Kommunulækni á Eiði 1920-1952. Búsettist í Tórshavn, tá hann fór frá. Skrivaði nógvar vísindaligar greinir, m.a. í Fróðskaparrit. Heiðurs- doktari (Dr. med. h.c.) við Keypmanna- havnar universitet í 1950. Resen, Peder Hansen (1625-1688). Danskur løgfrøðingur. 1657 professari í løgfrøði, 1664 borgmeistari í Keypmannahavn, 1669 assessor við Hægstarætt og 1672 forseti í Keypmannahavn. Høvuðsverk hansara er Atlas Danicus, ein handskrivað frágreiðing á latíni um Danmarkar ríki. Rosenvinge, Lauritz Kolderup (1858-1939). Danskur plantufrøðingur. Mag. scient. (plantufrøði) 1882. Dr. phil. 1888. 1916 professari við Keypmannahavnar uni- versitet. Serkønur í algum. Rostrup, Frederik Georg Emil (1831-1907). Danskur plantufrøðingur. Lærari við Skaarup Seminarium 1858-1883. 1883 settur sum dosentur í plantusjúkum við Landbohøjskolen (frá 1902 professari). Dr. phil. h. c. 1894. Serfrøðingur í soppum. Ferðaðist í Føroyum saman við C. A. Feilberg 22. juli - 2. sept. 1867 og viðgjørdi annars alt tilfar, sum varð innsavnað av soppum um aldamótið.
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.