Fróðskaparrit - 01.01.1985, Side 92

Fróðskaparrit - 01.01.1985, Side 92
96 PLANTUFRØÐILIGAR BÓKMENTIR FØROYUM VIÐVÍKJANDI Ryggi, Mikkjal Dánjalsson á (1879-1956, f. í Miðvági). Lærari í Bø og Gásadali 1920-45. Serliga virkin sum dýra- og fuglafrøðingur umframt sum yrkjari. Schaffer, Julius. Týskur plantufrøðingur. Serkønur í soppum og arbeiddi saman við F. H. Møller. Simmons, Herman G. (1866-1943). Svenskur plantufrøðingur. Var í Føroyum 12/7-13/9 í 1895. Høvuðsendamálið varat kanna tara- vøksturin, men hann skrivaði eisini um blómuplanturnar. Simmons hevði saman við Porsild og Ostenfeld ta áskoðan, at Føroyar (og ísland) máttu hava verið landfastar við Bretland eftir ísøldina. Børgesen og Warming hildu ikki tað var neyðugt, at so skuldi verið, fyri at skilja plantu- og dýralívið í Føroyum. Jarðfrøð- ingarnir gingu eisini harðliga ímóti tí áskoðan, at landfast hevði verið so seint í tíðini. Professari í plantufrøði. Simonsen. Marner (f. 1921 í Tórshavn). Cand. med. 1949. YvirlækniviðLandssjúkrahúsið síðan 1970. Skvortsov, A. K. Russiskur plantufrøðingur. Serkønur í pílasløgum; kannaði tað tilfar, sum liggur á Botanisk Museum í Keyp- mannahavn og Árhus. Starvast í plantu- frøðiliga urtagarðinum í Moskva. Sorauer, Poul (1839-1916). Týskur plantu- frøðingur. Serkønur í plantusjúkum. Steenstrup, Birger. Deildarstjóri við Det danske Hedeselskabs Skovbrugsafdeling. Fór frá í 1972 70 ára gamal. Svabo, Jens Christian (1746-1824, f. í Mið- vági«. Náttúru- og málgranskari. Við kongaligari fyriskipan 2. apríl 1781 varð á lagt Svabo at fara til Føroya at savna tilfar til eina búskaparliga og náttúrufrøðiliga lýs- ing av Føroyum. Handritið til frágreiðing- ina í 7 bindum liggur á Ríkisskjalasavninum og var ikki prentað fyrr enn í 1959. Tarnovius, Thomas (1644-1684). Danskur prestur, f. í Rostock. Faðirin var sóknar- prestur í Suðuroy frá 16.3.1656, 17.8.1679 prestur í Eysturoy og próstur. Thomas T ar- novius var sostatt 12 ára gamal, tá hann kom til Føroya, og fýra ár seinni í 1660 fór hann til Danmarkar at lesa. 1669 tilnevndur prestur á Bornholm. Eftir hetta vita menn einki um Tarnovius, uttan at hann doyði í 1684, bert 40 ára gamal. Hann skrivaði handritið í 1669. Varð ikki prentað tá. 1. útg. 1908 Tórshavn við fororði av Jákupi Dahl. 2. útg. 1950 København av Haakon Hamre. Tausen, Svenning (f. 1936 í Hovi). Lærara- prógv í Tórshavn 1958. Lærari í Havn. Síðan 1974 varaskúlastjóri við Eystur- skúlan. Thaarup, Frederik (1766-1845). Danskur hagfrøðingur og søgumaður. Townrow, Jocelyn E. S. Enskur plantu- frøðingur. Ferðaðist í Føroyum í august mánaði 1958. Hon hevði tá starv við University of Tasmania, Hobart. Trevelyan, Walter Calverly (1797-1879). Skotskur plantufrøðingur og jarðfrøðingur. Ferðaðist í Føroyum í 1821 við J. G. Forchhammer. Gjørdist seinni bretskur fíggjarmálaráðharri. Trøllanesi, Katrina á (f. Østerø 1897 á Trøllanesi). Gjørdi seg kunnuga við ullar- arbeiði. I 1927 var hon á vevskeiði á
Side 1
Side 2
Side 3
Side 4
Side 5
Side 6
Side 7
Side 8
Side 9
Side 10
Side 11
Side 12
Side 13
Side 14
Side 15
Side 16
Side 17
Side 18
Side 19
Side 20
Side 21
Side 22
Side 23
Side 24
Side 25
Side 26
Side 27
Side 28
Side 29
Side 30
Side 31
Side 32
Side 33
Side 34
Side 35
Side 36
Side 37
Side 38
Side 39
Side 40
Side 41
Side 42
Side 43
Side 44
Side 45
Side 46
Side 47
Side 48
Side 49
Side 50
Side 51
Side 52
Side 53
Side 54
Side 55
Side 56
Side 57
Side 58
Side 59
Side 60
Side 61
Side 62
Side 63
Side 64
Side 65
Side 66
Side 67
Side 68
Side 69
Side 70
Side 71
Side 72
Side 73
Side 74
Side 75
Side 76
Side 77
Side 78
Side 79
Side 80
Side 81
Side 82
Side 83
Side 84
Side 85
Side 86
Side 87
Side 88
Side 89
Side 90
Side 91
Side 92
Side 93
Side 94
Side 95
Side 96
Side 97
Side 98
Side 99
Side 100
Side 101
Side 102
Side 103
Side 104
Side 105
Side 106
Side 107
Side 108
Side 109
Side 110
Side 111
Side 112
Side 113
Side 114
Side 115
Side 116

x

Fróðskaparrit

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.