Fróðskaparrit - 01.01.1985, Page 93
PLANTUFRØÐILIGAR BÓKMENTIR FØROYUM VIÐVÍKJANDI
97
Føroya Fólkaháskúla. í 1929 og 1930 var
Katrina lærarinna á Háskúlanum. I 1931
var hon á vevskúla í Oslo. I 1942 kom
Katrina á Heimavirkið sum vevkona, og
hevur hon havt alstóran týdning fyri veving
og annað ullararbeiði — ikki minst plantu-
liting her á landi.
Vedel, Helge (f. 1922). Danskur skógar-
frøðingur. 1951 vísindaligur hjálparmaður
við Landbohøjskolen. Professari frá 1964.
Serfrøðingur í trævøkstri.
Walters, Stuart Max (f. 1920). Enskur plantu-
frøðingur. Frá 1973 stjóri við plantu-
frøðiliga urtagarðin í Cambridge. Fór frá
30. sept. 1983.
Wandel, Carl Frederik. Danskur sjóverjuyvir-
maður, kontreadmiral 1899, viceadmiral
1905. 1895 og 1896 ovasti fyri rannsóknar-
ferð við Ingolf til Grønlands.
Warming, Johannes Eugenius Biilow (1841-
1924). Danskur plantufrøðingur. Mag.
scient. 1868, aftan á 3 ára uppihald í Lagua
Santa, Brasilia. Dr. phil. 1871. Hevði ymisk
undirvísindarlig størv, til hann í 1882 gjørd-
ist professari í plantufrøði í Stockholm. I
1885 fór hann heim aftur sum professari við
Keypmannahavnar universitet og sum
stjóri fyri Botanisk Have. Warming ferðað-
ist víða og var serliga kunnugur við tann
grønlendska og arktiska gróðurin. Warm-
ing var í Føroyum frá 15. juli til 8. aug.
1897. Hann var ritstjóri á Botany of the
Færoes. Warming verður í dag mettur sum
ein av Danmarkar størstu plantufrøð-
ingum.
Wiberg, Arne. Okendur fyri mær og fólki á
Landbohøjskolen. Oivað ein lesandi, ið
hjálpti Hermansen við nøkrum kanningum.
Wille, Johan Nordal Fischer (1858-1924).
Norskur plantufrøðingur. Dr. phil. 1885.
1893 professari í plantufrøði við Oslo
universitet. Serfrøðingur í tarum, men sera
virkin á øllum plantufrøðiligum økjum
m. a. við nýskipan av undirvísing og øðrum.
Winge, Øjvind (1886-1964). Danskur plantu-
frøðingur. Mag. scient. (plantufrøði) 1910.
Dr. phil. 1917. Professari við Den kgl.
Veterinær- og Landbohøjskole 1921. 1933
professari á Carlsberglaboratoriet. Heims-
kendur fyri sínar rannsóknir í arvalæru,
men var eisini serkønur í soppum.
Wright, James (1770-1794). Skotskur lækni og
plantufrøðingur. Var við á tí sonevndu
Stanley rannsóknarferðini í Orknoyggjum,
Føroyum og Islandi í 1789. Fór aftan á hesa
ferð til Indiu sum lækni og doyði har av
skaða, hann fekk, tá hann ein dagin datt av
hesti sínum. Hann nevnir nakrar plantur úr
Føroyum og sigur eitt sindur um landbún-
aðin.
Ødum, Søren (f. 1937). Danskur plantu-
frøðingur. Cand. mag. (plantufrøði) 1963.
Kanningaruppihald í U. S. A., kann-
ingarferðir í Grønlandi, Føroyum og aðra-
staðni. Lektari við Landbohøjskolen og
starvast á arboretinum (trægarðinum) í
Hørsholm. Ødum hevur gjørt stórt inn-
savningararbeiði bæði í Norðuramerika
(Rocky Mountains og Alaska) og Suður-
amerika (Chile og Argentina) fyri at finna
trø og runnar, sum kunnu vaksa í Norður-
londum, t. d. í Føroyum. Hevur fleiri ferðir
verið í Føroyum í sambandi við útplanting
av trøum og hevur neyvt samstarv við Skóg-
friðingarnevndina og Leiv Hansen.
Øssursson, Janus (1896-1964). Janus Øssurs-
son las gudfrøði. Hann starvaðist sum kór-
deknur í Keypmannahavn ævi sína. Hann