Fróðskaparrit - 01.01.1985, Page 101

Fróðskaparrit - 01.01.1985, Page 101
SØGUFÓLK ÚR SUÐUROY 105 1892. Foreldur hennara vóru Hans Jacob Hansen, kongsbóndi, f. 7. august 1795 í Tórshavn, d. í 1856, og Sunneva Maria Tho- masdatter, f. 2. september 1804, d. i 1892. Marin Sofía giftist 3. november 1842 við Jesper Vilhelm Augustinussen í Vági, Jaspur í Smillum nevndur. Hann varð føddur í 1815, d. i 1877. Foreldur hansara vóru Augustinus Thomasen í Smillum, f. um leið 1787, d. í 1847. Jaspur í Smillum var skúlalærari. Eftir gamla Tórð Torsteinsson (1759-1846) fekk hann í 1840 ferðalæraraembæti í syðra helm- ingi Suðuroyar. Men av ymiskum orsøkum segði hann seg frá eftir at hava verið lærari bara í tvey árJ Marin Sofía hevur óivað eisini havt góðar atstøður at ogna sær kunnleika; pápin var jú eisini bóndi, og maðurin lærari sum nevnt, so ikki er at undrast á, at ævintýrið »Gabb- arin í torvuni« hevur fest seg í hug hennara so, sum V. U. Hammershaimb hevur fest tað á blað eftir hana og Jákup doktari tikið tað við í bók sína Færøske Folkesagn og Æven- tyr (nr. 21 b). 6) Anne Sofie Jensdatter, Hørg, Sunnbø Hon varð fødd 3. oktober 1819. Foreldur: Móðir hennara var Anna Elisabeth Maria Sørensdatter, búsitandi Uppi í Kvíggj í Hørg í Sunnbø. Hon var ættað úr Kollafirði (syst- urdóttir tann kenda Poul Jacobsen Midjord (1790-1878) á Økrum, Pól á Miðgerði nevnd- ur). Anna Elisabeth í Kvínni varð fødd í 1800 og doyði í 1868. Maður Onnu Elisabeth — faðir Onnu Sofíu — var Jens Olesen, ættaður úr Ólhúsi í Hørg, f. í 1787, d. í 1832. Hann var fyrsti maður, ið búsettist á Økrum og varð nevndur Jenis á Økrum ella Jenis á Tanganum. Hann doyði heldur ungur, og so fluttu konan og bømini til Sunnbiar at búgva. Jenis á Økrum og Dímunarbóndin (1777- 1820) — eisini nevndur Jenis, festi 1807, hann var eldri — vóru brøður. Á vitjanarferð Dímun 1816 hitti hann Onnu Elisabeth, og giftust tey árið eftir. Eisini her hevur bónda- mentanin rinið við. 7) Anna Sofía undir Hamri, Sunnbø Anna Sofie Joensdatter, fødd 28. septbr. 1817, deyðí 1902. Hon var gift við Johannes Poulsen í Sakaris- stovu í Sunnbø. Hann var føddur 14. sep- tember 1822 og doyði í 1887. Foreldur hennara vóru: Joen Thomassen, óðalsmaður í Sunnbø, føddur 13. apríl 1792, deyður í 1869, og Rachel Marie Niclasdatter, nevnd Rakul undir Hamri, fødd 17. mars 1799, deyðí 1871. Sagtverður, at Rakul undir Hamri skuldi duga so væl at yrkja, at hon gekk Póli Jóhannesi á Økrum næst har suðuri. Móðir hennara Elsebeth Michelsdatter (nevnd í FFÆ s. 460), Elseba á Stalli (við Kvíggja) nevnd, fødd í 1764, var eisini ein mentað kvinna. Hon hevði eisini skaldagávur og segðist at duga 400 kvæði, vísur og sálmar. Hon var gift við Niclasi Poulsen frá Kráum í Vági, f. í 1760. — Stallættin er frá Vísa Pæt- uri Gunnarssyni, bónda við Kvíggjá, ið nevndur er í søguni um Snopprikk, Gilja- bóndan og Laðangarðsbóndan (nr. 2 í FFÆ) og í jarðarbókum 1584-1641/42.8 Elseba á Stalli var móðir Jacob Niclasen (1800-1893), Jákup sunnbingin, teir róptu, í Havn. Hann var abbi Jákups doktara Jak- obsen (1864-1918). Menn vilja vera við, at bókaansur feðganna Jákups og Hans Nikláa Jakobsens (1832-1919), ið stovnaðu bóka- handilin (1865) í Havn, var ættararvur av
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.