Fróðskaparrit - 01.01.1992, Blaðsíða 1
Jóannes Rasmussen 1912 - 1992
Jarðfrøðin, Fróðskaparfelagið og Fróðskaparsetrið
Tá Jóannes Rasmussen doyði, mistu vit ein
av teimum monnum, sum veruliga legði
lunnar undir gransking og hægri undirvís-
ing í Føroyum. Sjálvandi hevur verið
granskað í Føroyum langt aftur í tíðina, tó
einamest av útlendingum. Av føroyingum
kunnu vit nevna Svabo, sum í 1781 - 82 var
í Føroyum og kannaði øll møgulig viður-
skifti. Eisini kunnu vit nevna Dr. Jakob
Jakobsen, sum fyrst í hesi øldini granskaði
mál, søgu og sagnir í Føroyum og Hetlandi
serliga. Hammershaimb gjørdi eisini eitt
ómetaliga stórt vísindaligt arbeiði í Føroy-
um, og hann skapaði sum kunnugt okkara
skriftmál. Nevnast kunnu fleiri, men tað
vóru einstaklingar og ofta útlendingar.
Tí var saknur á einum skipaðum sam-
starvi millum føroysk vísindafólk. I 1952
hildu nakrir menn, at tíðin nú var búgvin til
at savnast og skipa felag, sum skuldi hava
til endamáls at stimbra gransking her
heima. Teir ið skipaðu fyri hesum vóru
Jóannes Rasmussen og Hanus Debes
Joensen. Hinir vóru Sverri Dahl, anti-
kvarur, R. K. Rasmussem, kommunulækni
dr. med., h. c. Rasmus Rasmussen, fyrrver-
andi háskúlastjóri, Karsten Hoydal, fisk-
vinnufrøðingur, Axel Poulsen, kommunu-
lækni, Hans Jacob Jacobsen, landbúnaðar-
ráðgevi (Heðin Brú). Urslitið av fundi 17.
desember 1952 á Debesartrøð millum
nevndu menn var Føroya Fróðskaparfelag.
Fyrsta ritið, sum kom at eita Fróðskaparrit,
var longu prentað, áður enn hesin fundur
var hildin. Chr. Matras, professari í Keyp-
mannahavn og Niels á Botni, Nólsoy, vóru
ikki við á fundinum, men høvdu skrivað
greinir í fyrsta Fróðskaparritið og vóm
sostatt limir frá fyrsta degi.
Fróðskaparrit kom regluliga út eina ferð
um árið og limatalið í felagnum vaks
støðugt, eisini við útlendskum limum.
í 1965 fóru teir, Jóannes Rasmussen,
Hanus Debes Joensen og Chr. Matras eitt
stig víðari og stovnaðu Fróðskaparsetur
Føroya (Academia Færoensis). Hesin
stovnur skuldi taka sær av útbúgving á uni-
versitetsstigi í ymiskum lærugreinum -
fyrst og fremst samfelagsfrøði og gudfrøði.
í 1990 samtykti løgtingið, at Academia
Færoensis skuldi broytast til Universitas
Færoensis. Føroyar høvdu nú fingið sítt
universitet.
I øllum hesum stóð Jóannes á odda, altíð
saman við vininum Hanus Debes Joensen
og øðmm góðum monnum
Fróðskaparrit 40. bók (1993): 5-7