Fróðskaparrit - 01.01.1992, Side 1

Fróðskaparrit - 01.01.1992, Side 1
Jóannes Rasmussen 1912 - 1992 Jarðfrøðin, Fróðskaparfelagið og Fróðskaparsetrið Tá Jóannes Rasmussen doyði, mistu vit ein av teimum monnum, sum veruliga legði lunnar undir gransking og hægri undirvís- ing í Føroyum. Sjálvandi hevur verið granskað í Føroyum langt aftur í tíðina, tó einamest av útlendingum. Av føroyingum kunnu vit nevna Svabo, sum í 1781 - 82 var í Føroyum og kannaði øll møgulig viður- skifti. Eisini kunnu vit nevna Dr. Jakob Jakobsen, sum fyrst í hesi øldini granskaði mál, søgu og sagnir í Føroyum og Hetlandi serliga. Hammershaimb gjørdi eisini eitt ómetaliga stórt vísindaligt arbeiði í Føroy- um, og hann skapaði sum kunnugt okkara skriftmál. Nevnast kunnu fleiri, men tað vóru einstaklingar og ofta útlendingar. Tí var saknur á einum skipaðum sam- starvi millum føroysk vísindafólk. I 1952 hildu nakrir menn, at tíðin nú var búgvin til at savnast og skipa felag, sum skuldi hava til endamáls at stimbra gransking her heima. Teir ið skipaðu fyri hesum vóru Jóannes Rasmussen og Hanus Debes Joensen. Hinir vóru Sverri Dahl, anti- kvarur, R. K. Rasmussem, kommunulækni dr. med., h. c. Rasmus Rasmussen, fyrrver- andi háskúlastjóri, Karsten Hoydal, fisk- vinnufrøðingur, Axel Poulsen, kommunu- lækni, Hans Jacob Jacobsen, landbúnaðar- ráðgevi (Heðin Brú). Urslitið av fundi 17. desember 1952 á Debesartrøð millum nevndu menn var Føroya Fróðskaparfelag. Fyrsta ritið, sum kom at eita Fróðskaparrit, var longu prentað, áður enn hesin fundur var hildin. Chr. Matras, professari í Keyp- mannahavn og Niels á Botni, Nólsoy, vóru ikki við á fundinum, men høvdu skrivað greinir í fyrsta Fróðskaparritið og vóm sostatt limir frá fyrsta degi. Fróðskaparrit kom regluliga út eina ferð um árið og limatalið í felagnum vaks støðugt, eisini við útlendskum limum. í 1965 fóru teir, Jóannes Rasmussen, Hanus Debes Joensen og Chr. Matras eitt stig víðari og stovnaðu Fróðskaparsetur Føroya (Academia Færoensis). Hesin stovnur skuldi taka sær av útbúgving á uni- versitetsstigi í ymiskum lærugreinum - fyrst og fremst samfelagsfrøði og gudfrøði. í 1990 samtykti løgtingið, at Academia Færoensis skuldi broytast til Universitas Færoensis. Føroyar høvdu nú fingið sítt universitet. I øllum hesum stóð Jóannes á odda, altíð saman við vininum Hanus Debes Joensen og øðmm góðum monnum Fróðskaparrit 40. bók (1993): 5-7
Side 1
Side 2
Side 3
Side 4
Side 5
Side 6
Side 7
Side 8
Side 9
Side 10
Side 11
Side 12
Side 13
Side 14
Side 15
Side 16
Side 17
Side 18
Side 19
Side 20
Side 21
Side 22
Side 23
Side 24
Side 25
Side 26
Side 27
Side 28
Side 29
Side 30
Side 31
Side 32
Side 33
Side 34
Side 35
Side 36
Side 37
Side 38
Side 39
Side 40
Side 41
Side 42
Side 43
Side 44
Side 45
Side 46
Side 47
Side 48
Side 49
Side 50
Side 51
Side 52
Side 53
Side 54
Side 55
Side 56
Side 57
Side 58
Side 59
Side 60
Side 61
Side 62
Side 63
Side 64
Side 65
Side 66
Side 67
Side 68
Side 69
Side 70
Side 71
Side 72
Side 73
Side 74
Side 75
Side 76
Side 77
Side 78
Side 79
Side 80
Side 81
Side 82
Side 83
Side 84
Side 85
Side 86
Side 87
Side 88
Side 89
Side 90
Side 91
Side 92
Side 93
Side 94
Side 95
Side 96
Side 97
Side 98
Side 99
Side 100
Side 101
Side 102
Side 103
Side 104
Side 105
Side 106
Side 107
Side 108
Side 109
Side 110
Side 111
Side 112
Side 113
Side 114
Side 115
Side 116
Side 117
Side 118
Side 119
Side 120
Side 121
Side 122
Side 123
Side 124
Side 125
Side 126
Side 127
Side 128
Side 129
Side 130
Side 131
Side 132
Side 133
Side 134

x

Fróðskaparrit

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.