Fróðskaparrit - 01.01.1992, Page 3

Fróðskaparrit - 01.01.1992, Page 3
JÓANNES RASMUSSEN 7 Høvuðsarbeiði Jóannesar var tó jarðfrøðin. Her gjørdi hann grundleggjandi kanningar, sum eftirtíðin kann byggja víðari á. Geologisk Kort over Færøeme og Beskriv- else over Geologisk Kort over Færøeme, sum kom í 1969, var úrslitið av meira enn 30 ára strævnum arbeiði í fjøllunum í Føroyum. Frá fjøru til fjalls kring allar oyggjamar gekk Jóannes og teknaði ná- greiniliga upp basaltlindirnar, kolið, óreglulig innskot, sillamar, gongir, rivu- skipanir og alt annað, sum hevði við Føroya jarðfrøði at gera. Alt var teknað inn á kort í støddini 1:20000. Tað prentaða kortið var í støddini 1:50000. Hann var lærari í náttúrusøgu á lærara- skúlanum frá 1959 til 1963. Av tí at hann altíð hevði havt stóran áhuga í at undirvísa, skrivaði hann eisini hópin av lættari skiljandi greinum um før- oyska jarðfrøði. Hann var eisini stovnari av Føroya Náttúra - Føroya Skúli, sum hevði til endamáls at útgeva undirvísingartilfar á føroyskum. Ein rúgva av heftum um ymisk náttúrufrøðilig evni komu út, meðan hann var formaður. Nú hevur hetta felagið ligið stilt í fleiri ár, men tað er ikki avtikið. Semingsmaður var hann eisini í 50’unum, og hann hevði eisini onnur álitis- størv m.a. formaður í Egnsudviklingsrádet 1961 -63. Jóannes hevði evnini at fáa hugskot, arbeiða við teimum og fáa tey útint. Hann dugdi sera væl at fáa samstarv í lag millum vísindafólk av øllum slagi. Eisini dugdi hann at sannføra bæði mynduleikar, stovn- ar og einstaklingar um, at hansara tankar vóru rættir og verdir at stuðla. Alt hetta hevði eisini nakað við tað at gera. at hann hevði viðføddan myndugleika, og at fólk høvdu álit á honum. Hann hugsaði seg eis- ini altíð sera væl um, áðrenn hann fór undir nakað nýtt. Tað samstarv millum stovn- amar á Debesartrøð, sum Jóannes meira enn nakar arbeiddi fyri, hevur borið ávøkst á mongum økjum. 29. 2. 1912-5. 1. 1992 Skrivstovumaður 1928 - 33. Studentsprógv 1937. Mag. scient. i jarðfrøði 1950. Stovnaði Náttúrugripasavnið 1955. Afdelingsgeolog \ ið Danmarks Geologiske Undersøgelse 1954. Statsgeolog sama stað 1971. Heiðursdoktari við Keypmannarhavnar Universitet 1979. Meðstovnari av Føroya Fróðskaparfelag 1952. Hann og H. D. Joensen skiftust um at vera formaður og næstformaður felagsins frá 1952 til 1977. Meðritstjóri av Fróðskaparrit 1952 - 1977. Meðstovnari av Fróðskaparsetri Føroya 1965. Skrivaði hópin av jarðfrøðiligum greinum og bókum. Høvuðsverk: Geologisk Kort over Fær- øeme og Beskrivelse af Geologisk Kort over Færøeme saman við Ame Noe- Nygaard, 1969. Øldirog upphav, 1981.
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.