Fróðskaparrit - 01.01.1992, Qupperneq 119
Uppmáting av vøtnum í Føroyum
Sigmundur í Dali
1 greinum um uppmáting av vøtnum í
Føroyum (Sigm. í Dali 1975, 1977, 1982,
1986-1987) varð sagt frá uppmátingarhátt-
inum. Hann er ikki broyttur munandi; bert
er mátistokkur nýttur, har ekkolodd var
misvísandi vegna ov nógvan gróður.
Eisini eru royndir gjørdar við sjónbands-
upptøku í seiðakikara av økinum millum
vatngangin og botnin.
Her verða framløgd uppmátingarúrslitini
av Sandsvatni, Gróthúsvatni, Heimara
Hálsavatni, Heimara Lykkjuvatni, Norðara
Lykkjuvatni og Heiðavatni. Uppmátingin
av Sandsvatni er fyri ein part stuðlað av
Danmarks Geologiske Undersøgelse. Anne
Marie Norby hevur verið so beinasom at
tekna kortini, og Hans Jacob Hansen,
Heiðavegi, Saltangará hevur latið staðar-
nøvnini á kortinum av Heiðavatni.
Ætlanin er at halda fram við uppmát-
ingum av vøtnum, og er eisini farið undir at
skráseta øll vøtn og allar tjamir, sum eru á
mátiborðsbløðunum frá 1943. Vøtnini
verða skrásett við nr., y, x, z koordinatum
fyri miðjuna (mett). í hesi dátugoymslu
verða eisini upplýsingar um stødd, nøvn,
nýtslu o.a.
Bókmentir
1. í Dali, Sigmund: Uppmáting av vøtnum í Føroyum,
Fróðskaparrit 23. bók, bls. 63-76. Tórshavn 1975.
2. í Dali, Sigmund: Uppmáting av vøtnum í Føroyum,
Fróðskaparrit 25. bók, bls. 155-173. Tórshavn 1977.
3. í Dali, Sigmund: Uppmáting av vøtnum í Føroyum,
Fróðskaparrit 30. bók, bls. 23-38. Tórshavn 1982.
4. í Dali, Sigmund: Uppmáting av vøtnum f Føroyum,
Fróðskaparrit 34.-35. bók, bls. 107-129. Tórshavn
1986-87.
Summary
The article is a continuation of a survey of Faroese lakes
(S. í Dali 1975, 1977, 1982 and 1986-87). The sound-
ings were made with a Seafarer 3 (149 kHz)
echosounder. The work is still in progress.
Fróðskaparrit 40. bók (1993): 123-137