Oyggjarnar - 18.04.1905, Blaðsíða 2

Oyggjarnar - 18.04.1905, Blaðsíða 2
Tað er sjálvsagt: fáa vit fyrst torg, so verður nógv meiri virkað bæði úti og inni av ti, sum her kann seljast. Fólk fara at gera sær meiri ómak við at velta alskyns grøntsakir, at smíða træílát, sum enn eru mestíbrúk: hakkibrettir, skeru- brettir, drílafjalir, manglufjalir, sneisar, sleivur og tuflur. kann- ska skera lit okkurt smáputl til pynt; flætta tavur og strá- máttur, surn so nógv brúk er fyri, men lítið verða tilgjørdar nú í Førjum. Røtur og eplur fara tá ikki at tróta, ella bjarga- fuglar og teirra egg! Men torghallur má tað verða! Eitt torg við taki! Annars er tað óbrúkiligt í føroyskum veðurlag! Eg havi allar tíðir verið so væntin, hopi tó, at nevndin fyri Havnarkommunu, sum nú er so væl samansett, hugsar okkum um torghallin, allarhelst i hetta summar; eg mann ikki ætla so skeivt, tá ið eg haldi, at hendan sak kann avrikast skjótt og við heldur lítlan bekostnað ... »tað kemur aftur«, segði maðurin . .. Húsfrú i Suðurstreymoy. Halgjudagur og hvíludagur, Umframt at verða halgju- dagur eigur sunnudagurin at verða fultút hvíludagur; hvílu- dagur ikki bara fyri menn, eis- ini fyri kvinnu — fyri arbeiðs- konu og matmóður, mest fyri tey, sum eingi arbeiðsfólk hava. 1 mongum heimi er tað so, at kvinnunar hava líka nógv at gera sunnudag sum gerandi, og i smáhúsum, har nógv børn eru, hevur konan størsta sleipið um sunnudagin, børnini skulu »lat- ast í« — hvussu tey ganga til hvønndag, verður yvirhøvur ikki lagt í, mennirnir eru tá heima og nýta fleiri hondsrætningar, enn arbeiðsdagar, tá teir sum oftast eru úti allan dagin; mat skulu øll hava; at »rudda burtur« verður goymt til heiludag — hvíludag! tað er væl út á dagin tá ið konan hevur fingið vaskað og kjembt sær. Nú kemur ferða- maður, hann verður settur til borðs og kaffiketilin má »útá!« fólk úr bygdini koma at vikja; maðurin í húsin.um er raskur at tosa og stuttligur — »tað eru ikki fleiri ennso!« 011 bjóða kaffi. Konan sleppur illa »undir kúnna«, verður í slðsta lagið at »nátta«. Børnini gráta og illa láta, hon sleppur sær at »geva« teymum og fáa tey í song. Kl. er tá farin væl av io. Konan hevur hildið halgju- dag og — hvíludag. Tær eru nógvar sum fáa sær tað úhugnaliga sundagsstarvið, antin tí tær ikki duga, ella ikki leggja í at ordna tíðina uppá besta máta. Ein tann størsti óskikkurin er at hava betri mat, ella biðja frarmnandar til sunnu- dagin. Fríggjađagurin er laga- ligasti dagurin at halda verð- skap. Vit áttu at gjørt sum Scot- arnir. ið æra sunnudagin heima i frið. Nógv donsk heim brúka tann síðin nú, og gera so nógv | sum møguligt til um leygardagin uppá tað, at sunnudagsfriður og sunnuđagshugnaður má vera stórur og sunnudagsarbeiðið litið. — Steik kann t. d. steikjast, kjøt kann kókast og — eplir við! knettir eru best gørd um leygar- dag til sunnuđagsdøgurðar, blóð- pilsa kann gerast til, fiska- og kjøtfarce, kaldir budingar, form- S køkur, rabarber- og frugtgreytar og mangt annað. Tey, sum bara ætla at kóka fisk til sunnu- í dagsdøgurða, sleppa lættligari ; við at gera hann reinan og koyra eitt syndur av salti omaná, so stendur hann beint til at koyra í pottin. Køld steik smakkar ikki minni væl enn heit, tá ið uppheitt sous og brankaði eplur eru aftur við. Nógv tíð og nógv fortreðiligheit er spard uppá hendan mátan — ikki minst í smáhúshaldi. í | Danmark kalla tey, sum hava tikið hendan eingilska siðin ; upp — fyrsta sundagsmáltíðið »morgummætardøgurð!« Tey hava tó eitt slag av heitum mati og kalt borð — »fínari« og simplari eftirsum húsið hevur evni til — omaná. Hettar máltiðið verður etið kl. i, og so er matfriður aftur til nátt- urðar kl 8. Til morgumdrekka hava tey skorið breyð við smør uppá. — Hvørt hús, sum er so nøkurlunda ordentligt, hevur altíð brent og malið kaffi og sukur høgt til sunnudagin, og sjálvsagt bakverk. Har, sum nál og tráður brúkast, skógvar verða blankaðir, tveingir, bonđ, hosur og sokkar vaskast og tvætlast um sunnudag, har er eitt sannt ótrivahús — tá ið annans ikki ringar umstendig- heitir eru innandura. Sunnudagurin eigir at brúk- ast til at forfríska lekam og sál, at ganga úti ella hvlla heima við góðan læsnað, at tosa við fólk, sum koma at vikja okkum. »Andin hevur ongar vónir fyrr enn lekamið er væl tilpas«. Við hesum orðum begynti ein av okkara mest teinkjandi teo- logum eina røðu í Keypmanna- havns Føringafelag. Hann tók orðini títt uppaftur uppá tað, at tey skuldi rína væl við. Endiíiga: Latið sunnudagin verða hvíludag fyri kvinnu og mann. húsbóndafólk og arbeiðs- fólk. Føroyskar royndir, Tann, sum leggur hønu við góðum slag í apríl og føðir ung- arnar væl, fær egg aftur til j heystar. Gev høsnarungunum bleytt fóður í fyrsti tíðini: hakkað harðkókað egg í mjølk og havra- j mjøl rørt í mjølk ella vatni, j síðan majs, eplur, sum eru sundur- kroyst, og kókað fiskarusk. l Reint vatn og »grønt« má aldri j saknast hjá høsnunum, sum eru inni, og væl ljóst mugu tey hava tað Móti verpingartíð fara tey væl fr; n av heitum, væl loyptum fligum, og smáttskornum hvala- j kjøti. Best ur.. tey altið fingu I hetta (fligur og hvalakjøt) 2—3

x

Oyggjarnar

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Oyggjarnar
https://timarit.is/publication/16

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.