Oyggjarnar - 18.04.1905, Qupperneq 2
Tað er sjálvsagt: fáa vit
fyrst torg, so verður nógv meiri
virkað bæði úti og inni av ti,
sum her kann seljast. Fólk
fara at gera sær meiri ómak
við at velta alskyns grøntsakir,
at smíða træílát, sum enn eru
mestíbrúk: hakkibrettir, skeru-
brettir, drílafjalir, manglufjalir,
sneisar, sleivur og tuflur. kann-
ska skera lit okkurt smáputl
til pynt; flætta tavur og strá-
máttur, surn so nógv brúk er
fyri, men lítið verða tilgjørdar
nú í Førjum. Røtur og eplur
fara tá ikki at tróta, ella bjarga-
fuglar og teirra egg!
Men torghallur má tað verða!
Eitt torg við taki! Annars er
tað óbrúkiligt í føroyskum
veðurlag!
Eg havi allar tíðir verið so
væntin, hopi tó, at nevndin fyri
Havnarkommunu, sum nú er so
væl samansett, hugsar okkum
um torghallin, allarhelst i hetta
summar; eg mann ikki ætla so
skeivt, tá ið eg haldi, at hendan
sak kann avrikast skjótt og við
heldur lítlan bekostnað ... »tað
kemur aftur«, segði maðurin . ..
Húsfrú i Suðurstreymoy.
Halgjudagur og hvíludagur,
Umframt at verða halgju-
dagur eigur sunnudagurin at
verða fultút hvíludagur; hvílu-
dagur ikki bara fyri menn, eis-
ini fyri kvinnu — fyri arbeiðs-
konu og matmóður, mest fyri
tey, sum eingi arbeiðsfólk hava.
1 mongum heimi er tað so, at
kvinnunar hava líka nógv at
gera sunnudag sum gerandi, og
i smáhúsum, har nógv børn eru,
hevur konan størsta sleipið um
sunnudagin, børnini skulu »lat-
ast í« — hvussu tey ganga til
hvønndag, verður yvirhøvur ikki
lagt í, mennirnir eru tá heima
og nýta fleiri hondsrætningar,
enn arbeiðsdagar, tá teir sum
oftast eru úti allan dagin; mat
skulu øll hava; at »rudda burtur«
verður goymt til heiludag —
hvíludag! tað er væl út á dagin
tá ið konan hevur fingið vaskað
og kjembt sær. Nú kemur ferða-
maður, hann verður settur til
borðs og kaffiketilin má »útá!«
fólk úr bygdini koma at vikja;
maðurin í húsin.um er raskur
at tosa og stuttligur — »tað
eru ikki fleiri ennso!« 011 bjóða
kaffi. Konan sleppur illa »undir
kúnna«, verður í slðsta lagið
at »nátta«. Børnini gráta og
illa láta, hon sleppur sær at
»geva« teymum og fáa tey í
song. Kl. er tá farin væl av
io. Konan hevur hildið halgju-
dag og — hvíludag.
Tær eru nógvar sum fáa sær
tað úhugnaliga sundagsstarvið,
antin tí tær ikki duga, ella ikki
leggja í at ordna tíðina uppá
besta máta. Ein tann størsti
óskikkurin er at hava betri mat,
ella biðja frarmnandar til sunnu-
dagin. Fríggjađagurin er laga-
ligasti dagurin at halda verð-
skap.
Vit áttu at gjørt sum Scot-
arnir. ið æra sunnudagin heima
i frið. Nógv donsk heim brúka
tann síðin nú, og gera so nógv
| sum møguligt til um leygardagin
uppá tað, at sunnudagsfriður og
sunnuđagshugnaður má vera
stórur og sunnudagsarbeiðið litið.
— Steik kann t. d. steikjast,
kjøt kann kókast og — eplir við!
knettir eru best gørd um leygar-
dag til sunnuđagsdøgurðar, blóð-
pilsa kann gerast til, fiska- og
kjøtfarce, kaldir budingar, form-
S køkur, rabarber- og frugtgreytar
og mangt annað. Tey, sum
bara ætla at kóka fisk til sunnu-
í dagsdøgurða, sleppa lættligari
; við at gera hann reinan og
koyra eitt syndur av salti omaná,
so stendur hann beint til at
koyra í pottin. Køld steik
smakkar ikki minni væl enn
heit, tá ið uppheitt sous og
brankaði eplur eru aftur við.
Nógv tíð og nógv fortreðiligheit
er spard uppá hendan mátan —
ikki minst í smáhúshaldi. í
| Danmark kalla tey, sum hava
tikið hendan eingilska siðin
; upp — fyrsta sundagsmáltíðið
»morgummætardøgurð!« Tey
hava tó eitt slag av heitum
mati og kalt borð — »fínari«
og simplari eftirsum húsið hevur
evni til — omaná. Hettar
máltiðið verður etið kl. i, og
so er matfriður aftur til nátt-
urðar kl 8. Til morgumdrekka
hava tey skorið breyð við smør
uppá.
— Hvørt hús, sum er so
nøkurlunda ordentligt, hevur
altíð brent og malið kaffi og
sukur høgt til sunnudagin, og
sjálvsagt bakverk. Har, sum
nál og tráður brúkast, skógvar
verða blankaðir, tveingir, bonđ,
hosur og sokkar vaskast og
tvætlast um sunnudag, har er
eitt sannt ótrivahús — tá ið
annans ikki ringar umstendig-
heitir eru innandura.
Sunnudagurin eigir at brúk-
ast til at forfríska lekam og
sál, at ganga úti ella hvlla
heima við góðan læsnað, at
tosa við fólk, sum koma at
vikja okkum.
»Andin hevur ongar vónir
fyrr enn lekamið er væl tilpas«.
Við hesum orðum begynti ein
av okkara mest teinkjandi teo-
logum eina røðu í Keypmanna-
havns Føringafelag. Hann tók
orðini títt uppaftur uppá tað,
at tey skuldi rína væl við.
Endiíiga: Latið sunnudagin
verða hvíludag fyri kvinnu og
mann. húsbóndafólk og arbeiðs-
fólk.
Føroyskar royndir,
Tann, sum leggur hønu við
góðum slag í apríl og føðir ung-
arnar væl, fær egg aftur til
j heystar.
Gev høsnarungunum bleytt
fóður í fyrsti tíðini: hakkað
harðkókað egg í mjølk og havra-
j mjøl rørt í mjølk ella vatni,
j síðan majs, eplur, sum eru sundur-
kroyst, og kókað fiskarusk.
l Reint vatn og »grønt« má aldri
j saknast hjá høsnunum, sum eru
inni, og væl ljóst mugu tey hava
tað Móti verpingartíð fara tey
væl fr; n av heitum, væl loyptum
fligum, og smáttskornum hvala-
j kjøti. Best ur.. tey altið fingu
I hetta (fligur og hvalakjøt) 2—3